Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. oktober 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 19. oktober 2009 – Nr. 199 Button vann HM Við einum fimta-plássi í brasilska Grand Prix’num tryggjaðu Jenson Buttun sær seinastu neyðugu stigini, soleiðis at hann nú fyri fyrstu ferð kann rópa seg heimsmeistara í Formel-1. 29 ára gamli Button byrjaði annars koyringina sum nummar 14, men við framúr koyring vann hann seg neyðugu plássini uppeftir. Grundarlagði undir HM-heitinum legði Button tíðliga í kappingini, tá hann vann seks av fyrstu sjey kappkoyringunum, og síðani hevur hann hildið fast um leiðsluna. Baðibólturin gevur ikki umdyst Enska fótbóltssambandið hevur greitt avvíst, at talan kann gerast um umdyst millum Liverpool og Sunderland, eftir at fleiri røddir annars hava róð uppundir hetta. – Baðibólturin er eitt objekt, sum kemur á vøllin uttanífrá, so dómarin skuldi steðga dystinum, so skjótt hann sá bóltin. Tað er tó ikki greitt, um hann ikki sá bóltin, fyrr enn hesin varð skotin, og tí verður talan ikki um umdyst, sigur ein talsmaður fyri Premier League við Daily Mail. Teir flestu, vit kenna frá føroyskari súkkling møttu til fyrstu fjalla súkklu kapp ingina í Viðarlundini í Havn. Eftir 48 minuttum var Gunnar Dahl Olsen komin á mál, og er tí Føroyameistari í criterium fjallasúkkling Eitt sindur seinkaðir fóru teir súsandi avstað, beint eftir middag leygardagin. Átta súkklarar høvdu sett sær fyri at súkkla í Viðarlundini um Føroyameistaraheitið í criteri um fjallasúkkling. Criterium súkkling er styttri teinurin, ið verður súkklaður í fjalla súkkling í Føroyum, og tað er hend an súkkling, sum var leygar dagin í Viðarlundini. Cross Country súkklikappingin – sum er longri teinurin – varð súkkl aður fyri vikum síðan, og ta kapp ingina vann Gunnar Dahl Olsen. Tí var hann favorittur, tá farið var avstað frá Listaskálanum eitt sindur eftir klokkan 12 leygardagin. Teinurin, ið skuldi súkklast var 40 minuttir og ein umgang afturat. Tað vil siga, at túrurin runt Viðarlundina fyrst skuldi súkklast í 40 minuttir, og tá fremsti súkklarin eftir at tíðin var farin, kom um málið, høvdu allir súkklar- arnir ein umgang ella 1,4 kilometrar eftir. Óansæð, um teir høvdu súkklað 7, 8 ella 9 umgangir frammanundan. Larmur í Viðarlundini Millum trøðini er rættiliga torført at síggja súkklararnar, men ljóðið er at kenna aftur. Tað bæði knakar og brakar í gøtunum í Viðarlundini, har teir átta súkklararnir koma súsandi. Fyrsta pettið royna Sigmund Olsson, Andrass Joensen og Høgni Øster at hanga í Gunnari Dahl Olsen, men tá næsti umgangur er lagdur aftur um bak, er Gunnar Dahl Olsen greitt á odda, og eftir tað gerst bara longur í millum veteranin og restina. Avbjóðandi ruta Teinurin, ið verður súkklaður, er einans 1,4 kilometrar, men á tein inum eru fleiri ymiskar avbjóðingar. Við minnisvarðan – mitt í viðarlundini – er avbjóðingin at koma oman gjøgnum trongu trappurnar. Allir stíga av súkkluni eitt pettið, tí tað er ikki súkklandi, men summir seta seg aftur á súkkl una, áðrenn trappurnar eru lidnar. Niðanfyri listaskálan eru eisini einar trappur, og tær mugu súkklararnir niðan ígjøgnum. Ongin hættar sær at súkkla niðan gjøgnum tær, so aftur har mugu súkklararnir av súkkluni. Restina av teininum ber til at súkkla, og har gerst ferðin rættiliga høg. Tað er serliga á hesum longru teinunum, at tað eydnast Gunnari Dahl Olsen at fara longur frá hinum súkklarunum og tryggja sær sigurin framman fyri Andrass Joensen og Høgna Øster. eij@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu Gunnar Dahl Olsen legði seg rættiliga skjótt á odda, og megnaði alla kappingina at økja um leiðsluna Súsandi gjøgnum