mánadagur 19. oktober 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 19. oktober 2009 – Nr. 199 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19
Kompany leingir við City
Belgiski Vincent Kompany hevur skrivað undir nýggjan
sáttmála, sum bindur verjuspælaran at Manchester City
fram til 2014. Kompany kom til City í fjør, og seinastu tíðina
hevur ljóðað, at eitt nú Barcelona var áhugað í at keypa
spælaran, men leiðslan í Manchester City slær nú fast, at
hetta verður av ongum.
Liverpool keyp helst av ongum
Seinastu tíðina hevur ljóðað, at eitt saudi-arabiskt íløgufelag er væl ávegis í
royndunum at keypa enska Liverpool. Men varastjórin í F6, sum felagið
eitur, sigur nú, at lítið er um tosið um, at teir seinastu vikuna hava samráðst
um eitt keyp. – Vit hugsaðu um hetta í september mánaði, men síðani tá er
einki sum helst hent, sigur Gassim Hamidaddin, varastjóri í F6. George
Gillet, sum er annar av eigarunum av Liverpool, hevur annars júst verið í
Saudi-Arabia, og hetta setti sum vera man gongd á gitingarnar í ensku
miðlunum.
Teinurin, ið varð súkklaður í Viðarlundini var 1,4 kilo
metrar. Upp á umleið 48 minuttir megnaði Gunnar Dahl
Olsen at súkkla hann 10 ferðir
Roknaði við at vinna
Eg hevði logið, um eg segði, at eg ikki roknaði við at vinna.
Hetta staðfestir Gunnar Dahl Olsen, nú hann bæði fyri nøkrum vikum
síðan vann Cross Country teinin og leygardagin vann Criterium teinin í
fjallasúkkling. Og tí er dupultur Føroyameistari í fjallasúkkling.
Men hóast hann roknaði við sigrinum, so fegnast hann.
- Hetta gevur eina fantastiska kenslu. At sleppa at súkkla her í
Viðarlundini eftir hesum teininum í nærum stilli. Tað er fantastiskt, staðfesti
Gunnar Dahl Olsen beint eftir kappingina.
Hinvegin er hann ikki vísur í, at hann tekniskt er besti súkklarin.
- Eg síggi væl, at tá tað verður tekniskt, so er ungi Sigmund Olsson nógv
sterkari enn eg, og so má eg vinna inn á longur teinunum, greiddi Gunnar
Dahl Olsen frá, sum vónar, at tað aftur verður súkklað í Viðarlundini.
-eij
Úrslit hjá vaksnum
1. Gunnar Dahl Olsen, 48:05 um
10 umgangir.
2. Andrass Joensen, 49:59 um
10 umgangir.
3. Høgni Øster, 52:37 um 10
umgangir.
4. Sigmund Olsson, 50:18 um 9
umgangir.
5. Sverri Edvinsson, 52:36 um 9
umgangir.
6. Evald Rasmussen, 52:29 um 9
umgangir.
7. Kári Simonsen, 50:13 um 8
umgangir.
8. Henry Berg, 50:34 um 7
umgangir.
Viðarlundina
Børnini kappaðust eisini
Ein fjalla
súkklari
Higartil er Høgni Øster einasti
føroyingurin, sum hevur
luttikið á Oyggjaleikum í
fjallasúkkling, og hann hevur
sítt boð uppá, hvussu mann
verður ein góður fjallasúkklari.
- Fyrst skal mann hava dirvi,
so kemur eitt sindur av
teknikki og so er 80 prosent
kondi, staðfestir hann.
Gunnar Dahl Olsen, sum vit
best kenna frá »vanligari«
súkkling, vann kappingina í
fjallasúkkling, men Høgni
Øster er ikki heilt vísur í, at
vinnandi vetaranurin er besti
fjallasúkklarin reint tekniskt.
- Konditiónin spælir nokk
mest inn í dag. Men tað hjálpir
sjálvandi Gunnari, at hann
hevur súkklað so leingi, og
hevur nógvar royndir. Hann
hevur grundformin og tað er
nokk tað, hann vinnur uppá,
staðfestir Høgni Øster, sum
eisini heldur, at fjallasúkkling
spakuliga byrjar at koma fyri
seg í Føroyum.
-eij
Høgni Øster er higartil einasti fjallasúkklarin, sum hevur umboðað
Føroyar á Oyggjaleikum
Tá teir vaksnu súkklararnir vóru
lidnir at súkkla sluppu børnini
framat gøtunum í Viðarlundini.
Kappast var í seks ymiskum bólkum
hjá teimum. Fýra aldursbólkar vóru,
og dreingir vóru í øllum trimum
bólkunum. Hjá gentunum var tað
somuleiðis í trimum bólkum, at
umboðan var.
Úrslitini vóru hesi.
Gentur:
9-11 ár:
1. Durita Joensen
12-14 ár¬:
1. Marta Olsson
2. Maria Olsson
15-17 ár:
1. Sanna Olsson
2. Bjørg J. Poulsen
Dreingir:
6-8 ár:
1. Regin M. Gaard
9-11 ár:
1. Tummas Simonsen
2. Bartal Gregoriussen
3. Poul Johan á Torvlagnum
4. Karl Martin Olsen
5. Tóki B. Poulsen
6. Bjørn A. Bjarnason
12-14 ár:
1. Patrick Larsen
2. Mortan Johannesen
3. Benjamin Thomassen
4. Hjørtur B. Poulsen
5. Edmundur W. Johannesen
Tá teir vaksnu vóru lidnir at súkkla, traðkaðu tey ungu á
pedalirnar í Viðarlundini
Andrass Joensen megnaði frægast at hanga í Gunnari Dahl Olsen í
Viðarlundini