mánadagur 19. oktober 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 19. oktober 2009 – Nr. 199
Útfallini í dystinum vóru
ov stór hjá VÍF, sum upp á
bara 10 minuttir misti alt
á gólvið í dystinum móti
Neistanum
Sum nýtt og ikki minst blaðungt lið
í Sunset-deildini hevur VÍF havt sínar
trupulleikar higartil.
Í løtum hevur liðið annars víst, at
tær hava kvalitetir til at gera um seg
í deildini, men botnstøðið hevur
veri ð alt ov lágt, og tað hevur kostað
dýrt í teimum dystum, sum eru
spæld ir.
Og tað gjørdi tað eisini sunnu-
dag in. Byrjanin av dystinum móti
Neista num gekk annars hampuliga
javnt fyri seg, men tá VÍF um miðjan
fyrra hálvleik misti konsentratiónina
eina løtu, skramblaði korthúsið full-
komu liga. Ikki minst, tí Neistin í
Katrin á Neystabø hevur ein spælara,
sum støðugt nýtur høvdið í tí, sum
hon ger, og sum tí var til reiðar at
gera sær dælt, tá VÍF gav Neistanum
møgu leikan.
Stóri munurin, sum kom í av hes-
um, punkteraði fullkomuliga allan
spenning í dystinum. Neistin læt
ong an tíð tryggu leiðsluna gleppa
sær av hondum, og í løtum prógvaði
liðið eisini, at tær hava eitt lið, sum
kann arga tey ovastu, hóast tað
verður trupult at halda dampinum
s o mik ið høgt, at tær eisini fara at
kapp ast um finalupláss.
Hjá VÍF gjørdi tað ikki dagin betri,
tá Viviann Petersen fekk eitt heldur
bíligt reytt kort, tá hon kom út úr
málinum at steðga kontra-álopi frá
Neista num. Og tí mugu vest manna-
kvinnur vera evnaríka málverjan
fyri uttan, tá tær spæla næsta dystin.
Fyrst og fremst skulu tær tó læra
at hækka botnstøðið. Ein styrkur er
tað í so máta, at Durita Christoph er-
sen eina løtu hevur frívakt av sjón-
um, so hon kann gera um seg á
vølli num, men enn er venj ing ar-
støð an hjá henni tó ikki nóg góð til
at halda ein heilan dyst.
StÍF fekk ikki gjørt tað
minsta pettið við Stjørn u
na, sum aftur staðfesti, at
tær vilja vera við í oddinum
Hóast StÍF hevur styrkt sær um liðið
við útlendskum profilum í ár, so
tykist tað enn vera nakað eftir, áðr-
enn tær eru í nær námind odda liðu-
num í deildini.
Tað var staðfestingin í Klaksvík
sunnu dagin, har Stjørnan snøgt
sagt vant burtur úr StÍF.
Frá byrjan hevði Stjørnan eitt
botn trekk, sum var nakrar nano-
metrar yvir tí hjá StÍF, og seigleikan í
hes um fingu gestirnir ongan tíð bil-
bukt við.
Stjørnan togaði seg støðugt long-
ur og longur frá mótstøðuni, sum
sjáldan fann nakað vápn ímóti
sterku verjuni og hart skjótandi
bakke tuni hjá klaksvíkarkvinnunum,
og sum dysturin leið, var spurn ing-
ur in bara, hvussu stórur sigurin
skuldi verða.
Enn er kappingin sjálvandi ung,
men avrikini hjá Stjørnuni og Tjaldri
hava mest sum staðfest, at kappingin
í ár aftur verður ein kapprenning
mill um tey bæði liðini. Her og nú
ræð ur tó fyrst og fremst um at halda
moment inum
uppi,
soleiðis
at
finalu plássið kann tryggast, og so
fæst at síggja, hvussu úrtøkan verð-
u r til ta tíð.
Hjá StÍF tykist talan her og nú vera
um at finna rætta lagið á liðnum,
so leiðis at tær eisini kunnu spæla
við um heiðursmerkini, har tað fyrst
og fremst er Neistin, sum kappast
skal við.
KÍprofilur til EB/Streym
Tað er nógvur aktivitetur í EB/Streymi um dagarnar. Felagið boðar í
dag frá, at sáttmáli er gjørdur við Kristoffur Jacobsen hjá KÍ. Hóast
bara 21 ára gamal, so hevur Kristoffur Jacobsen verið ein av
lyklaleikarunum hjá KÍ seinnu árini. Hann er fastur maður á U21-
landsliðnum og hevur eisini verið inni kring landsliðshitan, tá
Jógvan Martin Olsen sendi boð eftir honum. Sambært heimasíðuni
hjá EB/Streymi er talan um sáttmála fyri kappingarárið 2010. Fyrr í
dag boðaði EB/Streymur umvegis heimasíðu sína eisini frá, at
felagið hevði longt sáttmálan við Gudmund Nielsen, soleiðis at
hann eisini verður í EB/Streymi í 2010.
Níggju mál í níggju minuttir
Brasilska fótbóltssambandið kannar nú, um talan var um
avtalað spæl, tá Viana við einum 11-0 sigri á Chapadinha vann
sær uppflyting. Viana skuldi vinna dystin við 11 málum, men
níggju minuttir undan leikloki stóð bara 2-0 á talvuni. So kom
annars gongd á, og við níggju málum seinastu minuttirnar
gjørdist sigurin júst nóg stórur. Nú verður tó kannað, um
hetta gekk fyri seg eftir bókini, ella um talan hesa seinastu
løtuna var um avtalað spæl millum partarnar.
NeistinVÍF 3524 (2213):
Eingin ivi á Hálsi
StjørnanStÍF 3320 (1510):
Stórsigur til Stjørnuna
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
VÍF-Neistin 35-24 (22-13):
10 min: 7-5
20 min: 17-8
40 min: 26-18
50 min: 30-21
Málskjúttar
Neistin: Katrin á Neystabø
10(2), Jacklin Durhuus 6, Birita
Wardum 5, Anja Heinadóttir 4,
Lina Andriulyte 3, Anna
Clementsen 3, Unnur
Danielsen 2, Rakul
Augustinussen 2
VÍF: Liljan Djurhuus 7(2),
Durita Christophersen 5, Halla
Midjord 3, Heidi Joensen 3,
Rannvá á Rógvu 2, Agnas
Olsen 2, Rakul Joensen 1,
Linda Davidsen 1
Brotskøst: Neistin 3, VÍF 2
Útvísingar: Neistin 3, VÍF 2
Diskvalifikatión: VÍF 1
(beinleiðis reytt)
Dómarar: Sámal Paulason &
Dánjal Hansen
FAKTA
Stjørnan-StÍF 33-20 (15-10)
10 min: 5-3
20 min: 10-8
40 min: 18-13
50 min: 22-16
Málskjúttar
Stjørnan: Simona Petersen 8(2), Valentina Suciu 7(2), Durita
Mikkelsen 5, Edith Hansen 5, Annika Ljósstein 3, Joan Midjord
Djordjevic 3, Hanna Mikkelsen 1, Una Olsen 1
StÍF: Rebekka Justinussen 5, Bára Berthelsen 4, Rósa Danielsen 3,
Roxana Bodirlau 3(1), Fríðrunn Danielsen 2, Annika L. Petersen 2,
Bobra Adriana 1
Brotskøst: Stjørnan 5, StÍF 2
Útvísingar: Stjørnan 3, StÍF 4
Dómarar: Birgir Sondum & Hanus Kúrberg
FAKTA
Anja Heinadóttir og liðfelagarnir í Neistanum høvdu ikki stórvegis trupulleikar av VÍF, sum enn eigur
fyrstu stigin í Sunset-kappingini í vetur til góðar
Mynd: Álvur Haraldsen