Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-19, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. oktober 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 199 - 19. oktober 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Anna og Knút Olsen í Havn vóru tikin á bóli við kórsangi á jarnbrúdleypsdegnum í gjár Í gjár 18. oktober var 40 ára brúdleypsdagur hjá Onnu og Knút Olsen í Havn. Hetta vildu døtur teirra, Jensina, Estrid og Anna Maria markera onkursvegna, um so foreldrini ikki ætlaðu tað stóra hendan dagin. Tær vendu sær tessvegna til kórleiðaran Ólav Hátún, ið var fúsur at skipa fyri og savna saman eitt lítið kór, sum eftir eina venjing tropp­ aði upp á grasplenuni framman fyri húsini hjá ovfarna jarnbrúðarparinum, ið stóðu sum kánus í stovu­ vindeyganum og lýddu á sangin. Tað var ikki frítt, at okk­ urt tárið rann meðan kórið framførdi kensluborna brúð­ arsálmin “So hugnaligt og so fagurt er” og tá kórið inni í stovuni hjá jarnbrúðar­ parinum hevði sungið fýra av vældámdu sangunum hjá Knút, tóktist eisini tóna­ skaldið ikki sørt rørdur. Kórið endaði við at syngja kenda klassikaran “Føroyar, mín móðir” við orðum eftir Pól F. Joensen, sum Knút Olsen gjørdi lag og sats til í 1972. Týsdagin 13. oktober 2009 skipaði býráðsleiðslan fyri hátíðarhaldi í býráðshøllini fyri Gunnleyg Kallsberg Dánjalsson, fulltrúa á Tekn­ isku Umsiting, í sambandi við hennara 25­ára starvs­ dag í býráðsumsitingini. Gunnleyg K. Dánjalsson starvast í dag sum fulltrúi á Teknisku Umsiting, har hon millum annað hevur ábyrgd av og umsitur matrikkulmál, tinglýsingar­ og ognarviður­ skifti, gøtunøvn, ferðslumál, leigusáttmálar v.m. Eisini er hon partur av byggi­ og býarskipanartoyminum hjá kommununi. Gunnleyg hevði sín fyrsta starvsdag á Teknisku Um­ siting kommununnar 1. juli 1984, og eftirsum sjálvur dagurin var lutvíst í summar­ feriutíð, varð hann hildin týs­ dagin 13. oktober, har býráðs­ leiðslan bjóðaði til eina hátíðarløtu í býráðshøllini. Millum gestirnar vóru starvsfelagar og nevndarlimir í teimum nevndum, sum Gunnleyg, hevur nógv við at gera, umframt hennara næstu. Gunnleyg hevur hesi 25 árini havt ein týðandi leiklut í menningini av Teknisku Umsiting og er í dag ein lykla­ persónur á deildini, sum bæði borgarar, býráðslimir og starvsfelagar fáa gagn av og kunnu kenna seg trygg við. Hetta legði Gunvá við Keldu, borgarstjóri, eisini dent á í røðu sínari fyri Gunn­ leyg, har hon millum annað segði, at Klaksvíkar Komm­ una, er sera heppin at hava havt og framvegis at hava hana í starvi. Borgarstjórin nevndi eisini, at dugnalig og nærløgd starvsfólk ofta fáa fleiri ábyrgdir og uppgávur álagdar, og hetta er Gunnleyg eitt sera gott dømi um. Vegna býráðið handaði borgarstjórin Gunnleyg eitt blómutyssi og eina gávu sum tøkk fyri góða tænastu og fyrimyndarligt samstarv í hesi 25 árini. Gunnleyg takk­ aði hjartaliga og bar fram eina heilsan til sín arbeiðs­ gevara og starvsfelagar. Eisini nýtti Ove Frederik­ sen, sum er ein av limunum í Gøtunavnanevndini, har Gunnleyg er skrivari, at bera eina heilsan til hana. Starvs­ fólkini hjá Klaksvíkar Kommunu ynskja Gunnleyg hjartaliga tillukku og ynskja henni alt tað besta framyvir við vón um framhaldandi gott samstarv í mong ár framyvir. 25 ára starvsdagur Gunnleyg K. Dánjalsson og Gunvá við Keldu, borgarstjóri Sungu fyri tónaskaldinum Knút og Anna Olsen. Knút hevur komponerað nógv av kendu løgum okkara, eitt nú »Føroyar mín móði, hjá Poul F. Joensen, sum hann gjørdi lag og sats til í 1972 Ólavur Hátún stjórnaði lítla kórinum, sum var »stovnað« til tess at heiðra jarnbrúðarparinum í gjár