Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-19, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. oktober 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 199 - 19. oktober 2009 27 nøvn Dánjal Johan Lisberg, Tórshavn, búsitandi í Danmark, andaðist á Ríkishospitalinum 14. okt., 59 ára gamal. Hildur Isholm fer til gravar frá Prestebo kirkju í Herlev týsdagin 20. okt. kl. 13.30. Andlát og jarðarferðir Dagurin 19. oktober. Baltasar. Ein av teimum trimum vísmonn­ unum. Eftir halgisøguni bar hann skegg og var blá­ maður. Bábelskt navn, ið merkir Baal skal verja hann. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Hannelena og eg komu at kennast, tá ið vit báðar fóru á Føroya Læraraskúla á sumri í 1988. Tá ið eg var sloppin inn, hevði eg viljað kent onkran, ið eg kundi verða í hóslag við. So frætti eg, at Hannelena á Bakkanum eisini skuldi á læraraskúla. Eg visti, hvør hon var, men vit kendust einki tá. Kortini setti eg meg í samband við hana, og vit stuðlaðu hvørji aðrari. Komnar til Havnar var nógv nýtt at venja seg við. Hannelena hevði meir at hugsa um enn eg, tí hon hevði báðar døtur sínar við, sum eisini skuldu venja seg við nýggju umstøðurnar. Kann minnast, tá ið skúladagarnir vórðu langir, ella vit høvdu bólkaarbeiði og tílíkt aftaná skúlatíð, hvussu Hannelena hugdi at klokkuni, og ófriður var á henni, tí hon hugsaði um genturnar og helt tað vera synd, um tær vóru ov leingi einsamallar. Tíbetur fingu Súsan og Elin skjótt vin­ konur og fullu til. Hannelena og eg høvdu nógvar góðar løtur saman. Hon var hugnalig og stuttlig at vera saman við og kundi vera sera skemt­ ingarsom. Vit funnu útav, at vit vóru í familju. Mammur okkara vóru í slekt. Hannelena var morgunfólk, altíð tíðliga uppi. Hon las nógv og fylgdi við í øllum, sum hendi í samfelagnum og í útlondum. Hon var áhugað í politikki og var javnaðar­ kvinna. Hon var røsk og fitt í hondunum. Hon seymaði, málaði og hevði gott hugflog. Hannelena dugdi at fáa nógv burturúr lítlum. Hon fekk alt at bera til. Í onkrari lærugrein var onnur okkara stinnari enn hin og øvugt, tí lá væl fyri at hjálpa hvørji aðrari við skúlatingunum. Nógvir tímar fóru til at lesa og fyrireika, tá ið vit báðar valdu at fara til próvtøku saman í føroyskum og eisini í sálarfrøði, har vit gjørdu uppgávu, ið vit seinni skuldu svara fyri munnliga, og glaðar vórðu vit fyri gott úrslit aftaná. Eins og eg, so var Hannelena eisini glað fyri okkara samstarv og vinalag, sum gjørdi skúlatíðina nógv lættari fyri báðar. Hannelena var altíð so hjálpsom og fitt ímóti mær. Hannelena var lítillátin men kom tó við sínum, um hon helt tað verða neyðugt. Hon segði sínar meiningar á røttum stað. Altíð royndi hon at køva órætt og alt, ið kundi bróta niður og vendi øllum til tað góða. Hóast stravið viðhvørt, so upplivdu vit nógv hesi árini á læraraskúlanum. Har vóru kvøldsetur, veitslur, útferðir. Vit vóru í seturskúla á Sandi og á ferðsluskeiði í Vág­ um. Eisini vóru vit námsferðir í Hetlandi og í Noregi. Eftir fýra góð, lærurík og spennandi ár, fingu vit prógv í 1992, og eg fór beina leið aftur til Klaksvíkar, meðan Hannelena fór í útlondini og búði í London eina tíð. Hon kom aftur og gjørdist lærari í Eysturskúlanum í Havn. Hannelena plagdi at koma norður at vitja foreldur og familju. Tá kom hon ofta nið an til mín eisini. Mangan hevði hon okkurt tilfar í taskuni til mín, sum hon helt, at eg kanska kundi nýta í undirvísingini. Hon lá altíð framvið at finna nýtt og spennandi undirvísingartilfar, og umhugsin og beinasom, sum hon var, vildi hon, at eg eisini skuldi fáa gleði og nyttu av hesum. Ofta prátaðu vit í telefonini um alt møguligt ­ eisini um skúla og undirvísing. Vit góvu hvørji aðrari góð ráð og hugskot. Seinni flutti Hannelena til Suðuroyar. Hon búði á Tvøroyri, har hon eisini var lærari. Hesi seinnu árini komu vit ikki nógv saman, men vit prátaðu í telefonini av og á. Í vár ella tíðliga í summar frætti eg, at Hannelena var sjúk. Eg ringdi men vildi ikki leypa á hana og spyrja um sjúkuna. Hon var fródlig og jalig, sum altíð. Hon spurdi, hvussu visti við hjá okkum. Hon segði mær, hvat hon tókst við, prátaði um Arna, um døturnar, ið báðar vóru niðri, og um ommusonin Oddmar, sum hon var so góð við. Vit høvdu prátað góða løtu, tá ið hon segði, at hon hevði fingið staðfest krabbamein og skuldi leggjast undir skurð niðri á Ríkissjúkrahúsinum. Hon hevði gott mót og ætlaði ikki at bukka undir. Hannelena segði, at síðan hon fekk hesi boð, virðismetti hon lívið meir enn nakrantíð, var glað fyri hvønn dag, hon fekk, og frøddist um allar smálutir, sum hon fyrr ikki hevði givið sær far um ella bara hevði tikið, sum eina sjálvfylgju. Hon var takksom fyri alt, ið hon hevði fingið í lívinum, gleddist um alt, ið hevði eydnast væl í staðin fyri at dvølja við tað, ið hevði gingið minni væl. Hon vildi hyggja frameftir. At fáa at vita, at ein hevur ringa sjúku, fær ein rættiliga at steðga á, og tá kann ein kenna seg neyðarsligan og hjálparleysan, segði hon, og tí var einasti tryggleiki at leggja sjúkuna og framtíðina í Guds hond. Hetta gjørdist ein drúgv samrøða, eins og samrøður okkara plagdu at vera, men ikki grunaði eg, at hetta varð okkara seinasta. Eg varð illa við, tá ið eg fekk boðini, at Hannelena var farin, einans 56 ára gomul. Hetta kom dátt við hjá øllum, tí hon hevði livað væl dagarnar frammanundan. Eingin hugsaði, at lív hennara fór at fáa ein so bráðan enda. Eg fari at sakna Hannelenu men við takksemi minnast alt, ið vit høvdu saman, og hvussu fitt hon altíð var ímóti mær. Hannelena var trúføst, fitt og hjálpsom. Hon vildi øllum væl, var altíð við tí góða orðinum og tosaði ikki ilt um onnur. Soleiðis kendi eg Hannelenu, og soleiðis fari eg altíð at minnast hana. Harrin troysti tykkum øll, ið eftir sita. Ærað verði minnið um mína góðu vinkonu: Honnu Elenu á Bakkanum. Betta Hanna Elena á Bakkanum farin f. 24. januar 1953 d. 23. september 2009 75 ára føðingardagur Onsdagin 21. okt. fyllir Jensa Poulsen, Sumba, 75 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 24. okt. kl. 19 í dansistovuni í Sumba. 80 ára føðingardagur Hósdagin 5. nov. verður Sámal Christiansen, vanliga nevndur Sámal hjá Barbu, Klaksvík, 80 ár. Dagurin verður hildin í Skálanum leygardagin 7. nov. Opið hús er frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Gullbrúdleyp Sunnudagin 1. nov. hava Kristina og Hans Andrias Jacobsen, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin 7. nov. í Bøgøtu 3, Klaksvík. Vælkomst verður frá kl. 19. Tey, ið ynskja at heilsa uppá Kristinu og Hans Andrias, kunnu siga frá á tel. 456737 ella 458625. merkisdagar Hesar hava lokið prógv sum zonuterapeutar okt. 2009 Aftast frá vinstru: Eyðbjørg Ludvig, Eina Berg, Rosa Jacobsen. Miðrað frá vinstru: Annika Lávík, Dagmar Gaardbo, Sólvag Vágadal, Joan E. Justinussen Fremst frá vinstru: Arngerð Mørk, Jonna Jacobsen, Tórfríð Weihe Hansen, Bergtóra Láberg, Hervør Hansen Zonuterapeutar prógv