Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-19, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. oktober 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 199 - 19. oktober 2009 Hesa vikuna er snøgt sagt lagt upp til buldur og brak á Rás2. Morgun­ vertinnurnar á Rás2, Barbara Holm og Mirjam Pætursdóttir, fara hesa vikuna at gera nakað, sum neyvan er roynt í føroyskum útvarpi áður. Tær fara nevni liga at lata seg tattoovera, og senda upplivingina í Rás2! Rás2 Týsmorgunin sendir Rás2 beinleiðis úr Yndi Fitness, har kendi og vælumtókti tattoovørurin Michael Lom­ holt, fer at tattovera klaks­ víkskvinnuna Evu Black, LIVE á Rás2. Michael er ikki ein og hvør í tattooheiminum. Hann hevur millum annað stórar royndir við at tatto­ vera kendar tónleikarar runt um í Norðurlondum, og ikki minst í Føroyum. Vit kunnu nevna, at SIC menn inir allir hava fingið tatto vering frá Michael Lom holt. Og tá ið Nic og Jay vitj­ aðu í Føroyum, góvu teir sær eisini stundir til at fáa eina tattovering frá kenda dananum. Morgunvertinnurnar fáa eisini sítt Tað er ikki bert Eva Black, ið skal tattoverast LIVE á rásini. Eisini morgunvertø­ innurnar Barbara og Mirjam fara at lata seg tattovera, og verður tann parturin av send ingini sendur í morgun­ sendingini hósmorgunin. – Tað var ætlanin, at vit báðar skuldi tattoverast LIVE í morgunsendingini, men vit hava ikki roynt tað áður, og tí tora vit faktist ikki at senda beinleiðis, meðan vit verða tattoveraðar. Kanska vit svíma av pínu meðan, og tað er nokso óheppið fyri lurtararnar hjá okkum, sigur Barbara Holm brosandi. Lurtararnir fáa møguleika hjá Michael Eins og vanligt er hjá Rás2, verður hendan vikan eisini merkt av vinningum, sum lurtararnir kunnu ogna sær. Og vælhóskandi til høvið, verður vinningurin í morgunsendingini týsmorg­ unin, tvey gávukort áljóð­ andi 1500 kr frá Michael Lomholt. Sostatt fáa tveir lurtarar møguleikan at fáa eina tattovering frá Michael Lomholt. – Vit vita, at tað altíð er gravgangur eftir tattovering­ um í Føroyum, tá ið tatto­ vørar vitja her heima. Tí hava vit nú valt at varpa ljós á, at tað faktist er ein tattovørur, sum starvast fast í Føroyum. Tí vilja vit eisini geva lurtarunum hjá okkum møguleikan, at fáa eina feita tattovering frá Micha­ el, sigur Barbara Holm. Rás2 brýtur mørk! Morgunsendingin á Rás2 byrjar týsmorgunin kl. 09.00 úr Yndi Fitness við morgun vertinnunum á Rás2, Barbaru Holm og Mirjam Pætursdóttir