týsdagur 20. oktober 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 200 - 20. oktober 2009
Um almenna orða
skiftið, tingviðgerð
irnar, nevndarálitið
og samtyktin í
tingmál nr. 16/2009
ikki fær Navna
nevndina at loyva
nøvnum, sum stavast
við CXWQ og Z og
annars eru í samljóði
við navnalógina, so
hava bæði Løgtingið
og Navnanevndin ein
trupulleika
POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Sjúrður Skaale, løgtingsmað
ur, spyr nú Anniku Olsen,
landsstýriskvinnu, um hon
kann upplýsa løgtinginum,
hvussu tingmálið »Uppskot
til samtyktar um klassiska lat
ínska alfabetið« fer at ávirka
politikkin hjá Navnanevnd
ini. Hann vil eisini hava at
vita, hvørji stig hon ætlar sær
at taka um so er, at almenna
orðaskiftið, tingviðgerðirnar,
nevndarálitið og samtyktin í
hesum máli ikki fær Navna
nevndina at loyva nøvnum,
sum stavast við CXWQ ella
Z og annars lúka allar aðrar
treytir í lógini.
Sjúrður Skaale sigur, at
eftir nevndarviðgerð og
tvær tingviðgerðir av ting
málinum var greitt, at ein
greiður meiriluti á Føroya
Løgtingi tekur undir við, at
bókstavirnir CXWQ og Z
eiga at vera í føroyska stav
raðnum.
Viðgerðirnar vístu kort
ini eisini, at nógv halda tað
vera skeivt at áseta hetta
beinleiðis í lóg, sigur Sjúrð
ur Skaale.
Hann vísir á, at tí gjørdi
ein samd mentanarnevnd,
har umboð fyri fimm av
seks flokkum sita, í staðin í
áliti sínum eina staðfesting
av politiska viljanum og
við støði í hesum vilja eitt
tilmæli, har sagt varð, at:
»1) Føroyar bara eiga at
hava eitt stavrað
2) at hetta stavrað skal
vera autoriserað, og
3) at tað skal hýsa
stavunum CWQZ og X
eins og stavrøðini í nærum
øllum teimum málum,
føroyskt er skilt við.«
Men í áliti sínum segði
nevndin eisini, at:
»Spurningurin um stavraðið
er ikki bara málfrøðiligur,
men eisini politiskur. At ein
avmarkað útgáva av stavrað
num var partur av grundar
lagnum undir navnalógini
hevði t. d. avgerandi týdning
fyri hesa lóg. Ein óheppin
avleiðing var, at óneyðuga
mong nøvn fullu uttan fyri
tað, sum góðkent verður.«
Bæði undir 1. og 2. við
gerð av málinum í Løgting
inum kom eisini púra greitt
fram, at stór misnøgd er við,
at fólk ikki frítt sleppa at
nýta nøvn, sum stavast við
nevndu bókstavum. Navna
nevndin hevur higartil, við
støði í eini tulking av § 2
stk. 2 í lógini, („Navnið skal
vera í samljóði við føroyskar
málreglur“) ikki loyvt nøvn
um, sum stavast við nevndu
bókstavum. Hóast undantøk
verða gjørd, »tá ið uppkallað
verður eftir fólki í ættini«,
sigur Sjúrður Skaale.
Hann vísir á, at tað at
Aleksandur, Kristian og Villi
am eru í betri samsvari við
føroyskar málreglur enn Alex
andur, Christian og William,
er ein sera ivasom tulking.
Og at ávísir latínskir bók
stavir verða bannaðir í før
oyskum nøvnum, er als ikki í
samsvari við føroyskan navn
asið, heldur Sjúrður Skaale.
Hann heldur, at nú er
greitt, at hetta heldur ikki er
í samsvari við vilja Føroya
Løgtings, sum hevur sam
tykt navnalógina.
Navnanevndin, sum um
situr lógina vegna Løgtingið,
fremur sostatt ikki Løg
tingsins vilja í hesum spurn
ingi. Hetta er ikki at lasta sit
andi nevnd fyri, tí Løgtingið
hevur ikki áður so greitt givið
til kennar sína hugsan um
júst hetta, vísir hann á.
Men nú hevur Løgtingið í
tveimum orðaskiftum sagt
sína meining, eins og Ment
anarnevndin hevur gjørt í
einum áliti til eitt uppskot,
sum varð samtykt við 21 at
kvøðum fyri, trimum blonk
um og ongari ímóti.
Harumframt hevur ein
veljarakanning víst, tað ikki
er meiriluti fyri at útihýsa
ávísum latínskum bókstav
um úr okkara alfabeti.
Eingin ynskir, at smálutir
í arbeiði Navnanevndarinnar
skulu stýrast við lóg. Navna
lógin skal vera ein karmur,
og nevndin skal taka sínar fak
ligu avgerðir innan henda
karm. Men um avgerðir
nevndarinnar, sum í hesum
føri, ganga beint ímóti Løg
tingsins vilja, so er eingin ivi
um, at nevndin eigur at broyta
kós, heldur Sjúrður Skaale.
Og hann heldur, at tað
kann hon gera frá degi til
dags. Hennara uppgáva er at
»gera leiðbeinandi lista við
fornøvnum og at endurskoða
hann javnan,« og at gera av,
»um nøvn, sum ikki eru á
navnalistanum, kunnu verða
givin.«
Hesar ásetingar um upp
gávur nevndarinnar geva
henni fulla heimild til at
ganga Løgtingsins vilja á
møti, heldur Sjúrður Skaale,
sum heldur, at um almenna
orðaskiftið, tingviðgerðir
nar, nevndarálitið og sam
tyktin í tingmál nr. 16/2009
ikki fær Navnanevndina at
loyva nøvnum, sum stavast
við umrøddu bókstavum og
annars eru í samljóði við
navnalógina, so hava bæði
Løgtingið og Navnanevndin
ein trupulleika.
Ráðgeving & tænastuR
til virkisleiðslur innan:
Fíggjarstýring
Rakstrarætlan
Bókhald og MVG-uppgerð
Prosjektleiðslu
Marknaðarkanningar
Kundakanningar
Dali Consulting sp/f
Tel. 21 73 66 & 50 82 34
steinbjorn@dali.fo
Vit hava meira enn 30 ára royndir innan
tær tænastur vit bjóða, bæði frá privata
vinnulívinum og tí almenna sektorinum
krea . tel 60 80 80
kl. 11 Ársfundurin byrjar
kl. 14 Almennur fyrilestur við Elisabeth
Sukkot frá danska felagskapinum
Tilflugten, undir heitinum
“Faðirleikluturin í fosturtøku”
Skrá sambært reglugerð.
Nýggir limir kunnu tekna seg
undan fundinum.
Sí meira á heimasíðuni provita.fo
Á Parnassinum á Hotel Hafnia
leygardagin 31. oktober 2009
Ársaðalfundur
hjá
Skrá:
provita@provita.fo . www.provita.fo
Ejnar Mikkelsen avloysir Triton
Vaktarskipið Ejnar Mikkelsen hevur loyst Triton av sum
vaktarskip við Føroyar. Skipið verður í Føroyum komandi 3
mánaðirnar. Tað skrivar Færøernes Kommando á heimsíðuni.
Ejnar Mikkelsen hevur júst verið við Grønland í 7 mánaðir, og
steðgar nú í tríggjar mánaðir í Føroyum á veg til Danmarkar,
har skipið skal til garantisýn. Síðsta partin av tænastuni við
Grønland hevur Ejnar Mikkelsen patruljerað sunnanfyri Nuuk.
Ferðin til Føroya er umvegis Ísland. Ferðin til Íslands, har
skipið var eftir provianti, gekk tó ikki sum eftir ánni. Tá Ejnar
Mikkelsen sigldi út frá Prins Christians Sund, kom tað í eitt
stormlágtrýst við nógvum vindi og 10 – 12 metra aldum.
Vil hava Navnanevndina
at loyva CXWQ og Z
6. b í Argja skúla vann
fiskikapping
6. b flokkur í Argja skúla vann fiskikappingina Á flot við
Westward Ho 2009. Eftir morgunsangin í Argja skúla í morgun
fingu tey og lærarin Jóanes Árting steyp frá Heðini Mortensen
borgarstjóra. Fongurin hjá 6. b var toskur, hýsa og longa.
Dómsnevndin staðfesti at veidda slagið var gott og at størsti
parturin toskur. Vinnandi flokkurin fekk steyp við áskrift og
100 ára merki, eisini at seta í bringuna. Vónandi verða enn
fleiri flokkar við í átakinum næsta ár, segði Heðin Mortensen
borgarstjóri, tá hann handaði vinnandi flokkinum steypið.