Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. oktober 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 200 - 20. oktober 2009 Hálv millión til Reyða kross Hvør føroyingur gav í miðal 10,90 krónur, tá ið Reyði Krossur savnaði inn til neystødd kring heimin. 531.993,97 krónur. Tað var samantalda úrslitið av landsinnsavningini 2009 hjá Reyða Krossi Føroyar. Í miðal gav hvør føroyingur tískil 10,90 krónur til Reyða Kross innsavningina. Í tíðindaskrivi takkar Reyði Krossur Føroyar øllum føroyingum fyri stórfingna úrslitið av landsinnsavningini 2009. Seinni fer at verða kunnað um, hvørjar útreiðslur eru av slíkari innsavning. Minstalønin minkar Fyri fyrstu ferð umhugsar ein amerikanskur statur at lækka minstalønina. Tað er staturin Colorado. Verandi minstaløn har er 7,28 dollarar um tíman, men ætlanin hjá myndugleikunum er at lækka hana til 7,24 dollarar. Tað merkir, at minstalønin fer niður um tað ásetta minstamarkið í USA, sum er 7,25 dollarar, skrivar blaðið USA Today. Sambært blaðnum fer lækkingin at raka millum 500.000 og 700.000 fólk og serliga tey, sum arbeiða í tænastuvinnuni. USA Today skrivar, at tey, sum skulu arbeiða fyri ta nýggju minstalønina, fara at liggja beint oman fyri tað ásetta fátækramarkið. FAROEXPO Leo Poulsen leo@sosialurin.fo - Tað var soleiðis, at her var ein fiskivinnumessa, men so bleiv hon ikki aftur, og tá settu fólk seg saman at vita, hvat kundi stáplast upp á beinini, greiðir Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu frá. Tað endaði so við einari mentanarviku, har Faro- EXPO varð ein týðandi part- ur, og hetta er nú fimta árið á rað, at mentanarvika og FaroEXPO er í Runavík. Hvat hevur so ein slík mentanarvika og ráðstevna at týða fyri Runavíkar kommunu. - Vit síggja stóran týdning í hesum, og tað hevur verið soleiðis, at tiltøkini hava bara vundið upp á seg. Hetta hevur stóran týdning á fleiri ymiskar mátar. Tað er sleiðis, at fyritøkurnar her í oynni og í øllum land- inum, ja, útlendskar eisini, koma her á staðið at hava fundir, og tað eru tær væl nøgdar við, sigur Magnus Rasmussen. Hartil kemur so eisini ein røð av fyrilestrum, ið eru ógvuliga viðkomandi, og í ár er yvirskriftin »Mennandi leiðsla«. - Og so er tað eisini ment- anarvikan, har alskyns mentanarlig tiltøk eru, bæði til børn, ung og gomul. Har er tónleikur, myndlist og framsýningar av alskyns slag, so hetta setir rættiliga Runavíkina á kortið. Her eru nógv fólk og vitjar, og vit eru vælnøgd við tiltakið, sigur Magnus Rasmussen. Og stevnan mennist ár undan ári. - Ja, tað haldi eg vit kunnu siga. Vit hava eina efrtir- meting á hvørjum ári, og síðani royna vit at tillaga stevnuna soleiðis, at hon gerst betri og betri fyri hvørt ár, sum gongur, og tað vilja vit halda, at hon ger, sigur Magnus Rasmussen. Og tað, at útlendskar fyritøkur eru við ger eisini, at Runavík verður ekspon- erað uttan fyri landodd- arnar. - Ja, tað kann man væl siga. Her eru bæði danskar, norskar og íslendskar fyri- tøkur við, og tað er ein broyting í mun til fyrr, tá tað vóru føryskar fyritøkur, sum fóru uttanlands til messur. Nú er tað øvugt, at tað eru útlendskar fyritøkur sum koma hendavegin og tað merkir, at tað eru Runa- víkin og Føroyar í síni heild, sum verða settar á kortið, sigur Magnus Rasmussen. Setir Runavíkina á kortið Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu Mynd: Vilmund Jacobsen Hetta er fimta árið á rað, at skipað verður fyri mentanarviku og FaroEXPO í Runavík, og tað er við at gera kommununa kenda, eisini uttan fyri landoddarnar