Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. oktober 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 200 - 20. oktober 2009 Tá Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, setti FaroExpo í morgun, segði hann, at skulu vit tryggja okkum eitt optimalt sam starv millum tað al menna og ymsu partar nar av føroysku út f lutn ingsvinnuni, er loysnin at skipa eitt útflutningsráð, har vinna og almenni myndug leikin í felag virka fyri at menna før oyskan útflutning FaroExpo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Vinnustevnan FaroExpo varð sett í ítróttarhøllini í Runa vík klokkan 9 í morgu n. Fyri sjálva seta n­ ina, sang ein kvartett úr Glyv ra kirkju nakrar vakrar sang ir, og lagt varð fyri við sangi num ”Tá ið teir sóu land ið” og síðan ”Dýrd á vík og vág...”. Vegna tiltakið beyð Árni Joensen øllum vælkomnum, og síðan setti uttan ríkis ráð­ harrin, Jørgen Niclasen, stevn una. Føroyar altjóðagjørdar Hóast vit sjáldan gera okkum far um tað, eru Før­ oyar kanska tað landið í heimi num, sum í størstan mun er altjóðagjørt. Alt, sum vit framleiða, útflyta vit og alt, sum vit brúka, inn flyta vit. Tískil er frælsur handil millum fyritøkur og mill um lond ein fyritreyt fyri vøkstri og menning her á landi. ­ Hetta prógvar søga okkara so dyggiliga, segði hann. Jørgen legði aftrat, at fram til miðskeiðis í 19. øld var bannað føroyingum at handla sínámillum og at handla við umheimin. ­ Um hesa tíðina búðu 5000 fólk í Føroyum. Flestu strídd ust undir kørgum kor­ um og livdu frá hondini í munnin. Landsstýrismaðurin vísti á, at síðan henda skipan varð avtikin, og føroyingar sluppu at handla sínámillum og við umheimin, er fólka­ talið í Føroyum upp á 150 ár 10­faldað, og vit teljast mill um heimsins fremstu tjóð ir. ­ Frælsur samhandil við um heimin er ein fyritreyt fyri framhaldandi menning her á landi, og tískil er eitt høvuðs mál í okkara uttan­ ríkis mál um at menna okkara handilssamband við u m heim in. Hetta verður gjørt við at økja okkara møgu leikar í altjóða høpi og at skapa vinnufyritøkum bestu marknaðaratgongd. ­ Landsstýrismaðurin vís­ ti á, at Føroyar í løtuni hava handilssáttmálar við ES og EFTA­londini Ísland, Noreg og Sveits. Talan er soleiðis um fýra sáttmálar við til­ samans 30 lond, legði hann aftrat. Jørgen Niclasen segði, at Føroyar sum tjóð vilja long­ ur fram á leið í hesum høpi. ­ Okkara mál er at fáa í lag avtalu við ES um tey fýra frælsini – vørur, tænast ur, kapital og perónar. Vit vilja eisini gerast limir í EFTA. Ein slíkur limaskapur merk ir, at vit gerast partur av altjóða kervi. Haraftrat fáa vit tá ágóðarnar av teim­ um umleið 30 frí handils av­ talunum, sum EFTA hevur við lond kring allan heim. Marknaðaratgongd Landsstýrismaðurin vísti á, at marknaðaratgongd er fyrs ta fyritreytin fyri at kunna menna okkara út flutn ings vinnu. ­ Tað er eisini ein sann­ roynd, at marknaðaratgongd í sær sjálvum ikki er nóg mik ið til at skapa okkara út flutn ings vinnu nøktandi karm ar. Jørgen segði, at skulu vit menna okkara kapp ingar­ støðu krevst, at vit í Før oy­ u m gerast nógv betri til at arbeiða saman, læra av hvørj um øðrum og nýta før leik arnar hjá hvørjum øðr um. ­ Bert á henda hátt kunnu vit fáa eitt grundarlag at standa okkum í kappingini við onnur. Landsstýrismaðurin vísit á, at í eina heila øld hava før oy ingar útflutt fisk á evro peis ka meginlandið. ­ Á hesum marknaði hava vit kappast við útflytarar kring allan heim. Hóast vit hava havt heimin sum okkara marknað, og hóast okkara argastu kapp ing ar­ neyt ar í flestu førum hava ver ið risa stórar og sterkar út lendskar fyritøkur, so hava vit ofta hildið, at okkara granni ella onkur hinu megin fjørðin, sum eisini fæst við fiska út flutn­ ing, er okkara argasti kapp­ ingarneyti, segði hann. Hugburðsbroyting Jørgen Niclasen endurgav kendu orðini, at ”saman at standa var ei okkum giv­ ið....” og helt fyri, at hesi orð munnu vit flest øll hava hoyrt so ofta, at vit hildu tað vera meira ella minni náttúr ligt, at føroyingar altíð klandrast og kappast innan hýsis og ongantíð Føroyar skulu hava eitt Noreg nýggja stjórn Aftan á norska stórtingsvalið herfyri samdust Arbeiðaraflokkurin, Sosialistiski Vinstraflokkurin og Miðflokkurin um at halda fram í stjórnarsamgongu, og fyrrapartin bleiv tann nýggja ráðharramanningin almannakunngjørd. Tann størsta broytingin er helt, at Sigbjørn Johnsen úr Arbeiðaraflokkinum yvirtekur fíggjarmálini frá Kristin Halvorsen úr SV, sum verður vitanarráðharri ístaðin fyri. 20 ráðharrar eru í nýggju stjórnini hjá Jens Stoltenberg. Arbeiðaraflokkurin hevur 12, og Miðflokkurin og SV hava fýra í part. Eingin vinnari Á hvørjum ári hava fyrrverandi ríkis­ og stjórnarleiðarar í Afrika møguleika at vinna eina serliga heiðursløn fyri góða embætisførslu. Men hóast vinnarin fær fimm milliónir dollarar umframt sjálvan heiðurin, var eingin leiðari funnin verdur til at vinna í ár. Vanliga verður heiðurslønin latin einum demokratiskt valdum fyrrverandi leiðara, men søgan vísir, at tað hevur ofta verið trupult at finna ein egnaðan vinnara. Tí er heiðurslønin bara latin tvær ferðir. Í 2007 fór hon til Joaquim Chissano, fyrrverandi forseta í Mozambique, og í 2008 varð hon latin Festus Gontebanye Mogae, fyrrverandi forseta í Botswana. - Eg vænti, at ein avgerandi fyritreyt fyri, at føroyskar fyritøkur kunnu standa seg í kappingini við onnur, er, at vit duga at samstarva innanhýsis, og at vit duga betri at samskipa okkara útflutningsátøk úti í heimi, segði Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, tá hann setti FaroExpo Mynd: Vilmund Jacobsen