Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. oktober 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 200 - 20. oktober 2009 kundu semjast um nakað sum helst. - Seinastu árini er tíbetur ein hugburðsbroyting farin fram her á landi, soleiðis at vit í størri mun síggja okkara granna sum sam- starvs felaga enn ein kapp- ingar neyta. Hann segði, at FaroExpo sum ráðstevna er eitt dømi um slíkt samstarv. - Við hesari ráðstevnu fáa føroyskar fyritøkur møgu- leika at hittast og skifta orð um mál av felags áhuga. At knýta sambond og læra av royndunum hjá hvørjum øðr um – at fremja felags átøk, men sjálvsagt eisini at selja hvørjum øðrum tænast ur. Jørgen Niclasen helt fyri, at eisini vinnulívsfólk, sum ofta vilja elta sína egnu slóð, mugu savnast, knýta sambond og læra av hvørjum øðrum. - Tað skal tí vera mín vón og inniliga áheitan á tykkum øll, ið savast á FaroExpo, at føroysk vinnulívsfólk finna saman í samstarvi. Fáið sum mest burtur úr hesi ráð stevnu og fáið sum mest burt ur úr royndum og før- leikum hjá hvørjum øðrum. Fáið sum mest burtur úr tykkara evnum og hu g skot- um og fáið sum mest burtur úr teimum møguleikum, sum samtíðin setir tykkum. Hann legði aftrat, at fyri- tøkur ikki skulu vera bangn- ar fyri at brúka síni evni, so leiðis at onnur eisini kunnu fáa gleði av teimum. - Tað man ikki fara at bila, um grannin forvinnur ein skilling, so leingi man sjálv ur vinnur ein dála. Landsstýrismaðurin helt fyri, at henda ráðstevna er eitt prógv um, at vinnan hev ur tikið fyrsta stigið í teirri hugburðsbroyting, sum krevst fyri at náa long- ur fram á leið innan út flutn- ingsvinnu. - Eg vænti, at ein av ger- an di fyritreyt fyri, at før- oysk ar fyritøkur kunnu sta- nda seg í kappingini við onn ur, er, at vit duga at sam starva innanhýsis, og at vit duga betri at samskipa okkara útflutningsátøk úti í heimi. Hann segði, at hetta gerst best við einum tøttum dia- logi millum vinnu og al men nu myndugleikarnar, har partarnir eru tilvitaðir um fyritreytirnar og møguleikarnar hjá hvørjum øðrum. Skipa útflutningsráð Jørgen Niclasen segði, at fyri tryggja eitt optimalt sam starv millum tað al men- na og ymsu partarnar av út flutn ingsvinnuni, er uttan ríkisráðið í løtuni í dia logi við vinnuna, um hvussu eitt slíkt samstarv betri kann skipast. - Ætlanin er at finna fram til eina skipan, sum vinnan sjálv hevur verið við til at evna, og har vinnan sjálv er við til at seta dagsskránna. Landsstýrismaðurin segði seg meta, at besti mátin at fremja hetta, er at skipa eitt sonevnt útflutningsráð, har vinn an og tann almenni myndug leikin í felag virka fyri at menna útflutningin. - Okkara grannalond hava góðar royndir við hes- um, og eitt tílíkt út flutn- ings ráð kann eitt nú tryggja, at vinnan fær beinleiðis ávirkan á, hvussu handils- politisku viðurskiftini verða løgd til rættis, og á hvørjum marknaðum størsta orkan verð ur løgd. Jørgen helt, at eitt út flutn- ings ráð eisini kann skapa betri fyritreytir fyri, at fyri- tøk ur kunnu standa fyri felags útflutningsátøkum í øðrum londum og mest fæst burt ur úr royndum og til til- feingi, sum vit tilsamans ráða yvir. - Uttanríkisráðið hevur sett skjøtil á hetta arbeiði. Tora vit og vilja vit – ja, so kunnu vit, segði lands- stýris maðurin í uttan ríkis- mál um, Jørgen Niclasen. útflutningsráð Kanna ferðamannaskip Danska sjóferðslustýrið kannar nú, um tað týska ferðamannaskipið "Deutschland" breyt galdandi reglur, tá tað var á ferð í Grønlandi fyri tveimum mánaðum síðani. Eygnavitni hava greitt frá, at skipið sigldi sera nær einum stórum ísfjalli í Ilulissat, og at støðan kundi lættliga verða hættislig fyri skip, manning og ferðafólk. Tvey fólk greiddu í síðstu viku frá, at skipið var bara nakrar fáar favnar frá tí stóra ísfjallinum, og hetta sæst eisini á myndum, sum vórðu tiknar av skipinum. Sjóferðslustýrið hevur biðið um at fáa myndirnar og fer nú at kanna, um skiparin helt galdandi reglur fyri sigling í ísi. Brenna brósthaldarar Í Somalia hava islamistar bannað kvinnum at brúka brósthaldara, og tær, sum gera ímóti banninum, verða revsaðar. Tíðindastovurnar skriva, at í høvuðsstaðnum Mogadishu ganga vápnaðir menn í gøtunum og steðga kvinnum fyri at vita, um tær brúka brósthaldara. Tær, sum hava tað ólgógliga plaggið, fáa boð um at lata seg úr tí, og síðani fáa tær nøkur koyrlasløg beinanvegin. Brósthaldarin verður brendur. Sambært tíðindastovunum hava islamistarnir givið boð um, at Somalia skal stýrast eftir teimum harðastu sharia-lógunum. Vinnustevnan FaroExpo varð sett í ítróttarhøllini í Runavík í morgun. Sosialurin, Rás2 og Portalurin eru við á stevnuni, og meira verður at frætta hiðani í dag og teir komandi dagarnar Mynd: Vilmund Jacobsen Ein dupultkvartett úr Glyvra kirkju setti sín serstaka dám á setanina við nøkrum sangum og lagt varð fyri við ”Tá ið teir sóu landið” og síðan ”Dýrd á vík og vág...” Mynd: Vilmund Jacobsen