týsdagur 20. oktober 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Nr. 200 - 20. oktober 2009
viðmerkingar
Hoyringsskriv til
Løgtingsmál nr. 25/2009:
Uppskot til løgtingslóg
um broyting í løgtingslóg
um lønarhæddaravgjald
Inngangur
Felagið Peningastovnar og
Arbeiðsgevarafelagið hjá
Fíggjarstovnum í Føroyum
(AFF) harmast um, at
omanfyri nevnda lóg ikki
er send til hoyringar,
áðrenn hon er framløgd í
Løgtinginum. Hetta er
tíverri ikki fyrstu ferð, at
týðandi lóggáva verður
løgd fram uttan at hava
verið til hoyringar.
Í uppskotinum verður
skotið upp, at tvífalda
lønarhæddaravgjaldið fyri
ávísar vinnur ið koma undir
lønarhæddaravgjald, nevni
liga tryggingar banka
sparikassa og fíggjarvirk
semi og serligar elektron
iskar tænastur, ið eru neyð
ugar fyri hetta virksemið,
úr 5% í 10% av útgoldnu
Alønarupphæddini.
Í almennu viðmerking
unum til uppskotið verður
sagt, at “Uppskotið er part
ur av sonevnda ólavsøku
pakkanum, har skotið varð
upp at hækka partafelags
skattin hjá fíggjarstovnum
(peningastovnar og trygg
ingarfeløg). Pakkin skal
síggjast sum ein heild og
hevur til endamáls at
tryggja virksemi í landi
num, at rætta upp á bygnað
arligar trupulleikar og
steðga stóra útreiðsluvøkstri
num. Landsstýrið metir tó,
at ein hækking av lønar
hæddaravgjaldinum, heldur
enn ein hækking av parta
felagsskattinum fyri fíggjar
stovnar, er frægasti háttur at
fremja ætlanina í verki”
(okkara undirstriking).
Í sjálvum Ólavsøku
uppskotinum, síðu 14,
verður m.a. sagt:
“Sum eitt beinleiðis fram
hald av marknaðarføringini
av FAS, sum tíbetur tykist
at hava havt ta avleiðing, at
skip leggjast afturat
skránni, verður farið undir
at fyrireika eina markn
aðarføring av Føroyum
sum íløgulandi í einum
meira breiðum høpi”
(okkara undirstriking).
Felagið peningastovnar og
AFF er ikki samt í, at
nevnda hækking av
lønarhæddaravgjaldinum:
• tryggjar virksemi í
landinum,
• rættar uppá bygnaðarligar
trupulleikar,
• steðgar útreiðsluvøkstri
num, ella
• tænir Føroyum sum
íløguland
Tvørturímóti er vandi fyri,
at uppskotið minkar talið
av størvum innan peninga
stovnsvirksemið, avlagar
skatta og avgjaldsbygnað
in og er við til at máa støð
ið undan Føroyum sum
íløguland. Heldur ikki er
uppskotið við til at steðga
útreiðsluvøkstrinum innan
tað almenna. Hinvegin økir
tað útreiðslurnar hjá teim
um avgjaldsskyldugu
fyritøkunum og skaðar og
avlagar teirra kappingar
føri, uttan at Landstýrið
hevur givið nakra haldgóða
grundgeving fyri, hví júst
eitt nú tryggingar og
peningastovnar skulu bera
hægri avgjøld.
Lønhæddaravgjald er
ikki nakað “vanligt”
fyribrigdi
Lønarhæddaravgjald er
ikki nakað vanligt fyri
brigdi og er tað bert Dan
mark í Norðanlondum, ið
hevur eitt slíkt og einans
Danmark og Frakland í
øllum EU ið hava hetta
avgjald. Lønarhæddar
avgjaldið var upprunaliga
ætlað sum eitt slag av
kompensatión fyri, at
avgjaldsskyldugu fyritøk
urnar ikki eru mvgskrá
settar. Onnur lond áleggja
ikki lønarhæddaravgjald,
hóast tey hava mvg. Fíggj
ar og tryggingarfyritøkur í
hesum londum eru heldur
ikki mvgskrásettar.
Í Danmark er lønarhædd
aravgjaldið 9,12%. Í Frak
landi rinda allar fyritøkur,
ið koma undir lønarhæddar
avgjald, sama avgjald.
Avgjaldið er progressivt,
soleiðis at av lønum upp til
uml. 55. tús. kr. mánaðar
liga rindar avgjaldsskyld
uga fyritøkan 4,25% í
lønarhæddaravgjaldi. Er
lønin hjá tí einstaka hægri,
er avgjaldsstigið hægri,
men í miðal má metast at
tað ikki liggur serliga nógv
omanfyri 4,25%.
Uppskotið skaðar og
avlagar kappingarførið
hjá føroyska fíggjar
geiranum
Uppskotið til broytingar í
løgtingslógini um lønar
hæddaravgjald hevur við
sær, at av teimum fáu lond
unum, sum hava lønar
hæddaravgjald, verður tað
føroyska tað hægsta. Upp
skotið ger tí føroyska
fíggjargeiran minni kapp
ingarføran mótvegis útlend
skum kappingarneytum.
Føroyskar fíggjarfyritøk
ur eru í umfatandi kapping
við altjóða fíggjarfyritøkur,
t.d. innan vinnufígging,
íløguumsiting, eftirlønar
veiting og trygging. Hesir
kappingarneytar (undan
tikið úr Danmark og Frak
landi) verða ikki álagdir at
rinda lønarhæddaravgjald,
og hetta stillar tískil teir
útlendsku veitararnar betur
enn teir føroysku.
Sama er galdandi um
hugt verður at teimum
føroysku veitarunum, ið
eru í beinleiðis kapping við
peningastovnarar. Føroya
Realkreditstovnur, Húsa
lánsgrunnurin v.fl. eru
sambært galdandi lóggávu
frítiknir frá at gjalda lønara
hæddaravgjald. Aftur her
verður gjørdur munur á
aktørum, og tað er kapping
aravlagandi. Ætlaða hækk
ingin av lønarhæddarav
gjaldinum ger avlagingina
munandi størri enn í dag.
Uppskotið minkar
virksemið í landinum
Um uppskotið verður sam
tykt, hækka starvsfólka
tengdu útreiðslurnar hjá
fíggjar og tryggingar
fyritøkunum í Føroyum við
heili 5%. Hetta er við til at
skeikla kappingina um
arbeiðsmegina innan tey
øki, har hesar fyritøkur
nýta sama slag av starvs
fólki sum aðrar føroyskar
fyritøkur. Um henda eyka
útreiðslan ikki skal flytast
yvir á kundan, er einasti
háttur at lækka um útreiðsl
urnar hjá fíggjarfyritøkun
um, at lækka lønarútreiðsl
urnar. Tað vil í veruleikan
um siga, at starvsfólk
mugu sigast úr starvi.
Uppskotið avlagar
avgjalds og
skattabygnaðin
Tað er avlagandi, at lands
stýrið fer inn og leggur
eyka avgjøld á einstakar
vinnugreinar. Lønarhædd
aravgjald er lagt á fíggjar
og tryggingartænastur
umframt á ávísar aðrar
mvgfríar tænastur, ístaðin
fyri mvg. Nú er so talan
um at hækka lønarhæddar
avgjaldið einans fyri
fíggjar og tryggingartæn
astur og ikki fyri tænastur
annars, sum eru fevndar av
lógini um lønarhæddar
avgjald. Heldur ikki verður
mvgið broytt, hóast mvg
lógin og lønarhæddarav
gjaldslógin hanga saman.
Uppskotið steðgar ikki
útreiðsluvøkstrinum
Útreiðsluvøksturin, ið
sipað verður til í viðmerk
ingunum til uppskotið, er
helst tann hjá Landskassan
um. Peningastovnarnir og
tryggingarnar eiga ongan
lut í hesum útreiðslu
vøkstri, og hann steðgar
ikki um lønarhæddar
avgjaldið verður hækkað.
Uppskotið er við til at
máa støðið undan
Føroyum sum íløguland
Ein fortreyt fyri at Føroyar
er eitt gott íløguland er, at
fyritøkurnar í landinum
hava góðar og álítandi
vinnukarmar og at tær
klára seg væl fíggjarliga.
Uppskotið um tilvildarliga
at áleggja peningastovnum
og tryggingum eykaskatt
(hetta byrjaði sum kunnugt
við einum ætlaðum ser
partafelagsskatti), gongur
beint ímóti intentiónunum
um, at marknaðarføra
Føroyar sum íløguland!
Ein tann størsta
marknaðarføringin av
Føroyum sum íløguland er
farin fram seinastu árini,
við tað at fýra føroyskar
fyritøkur eru vornar børs
skrásettar í Íslandi og
Danmark og ein í Ong
landi. Hesar fyritøkur hava
gjørt eitt stórt – og fyri
Landskassan ókeypis –
arbeiði, at marknaðarføra
Føroyar sum íløguland
uttanlands, og hevur tað
havt við sær, at eitt stórt tal
av útlendingum hava gjørt
íløgur í føroysku
fyritøkurnar.
Tá Føroya Banki varð
einskildur gjørdi Lands
stýrið nógv burturúr at
vissa altjóða íleggjarum, at
Føroyar høvdu stabilar
íløgukarmar. Undir hesum
fortreytum seldi Lands
kassin túsundtals íleggjar
um í Føroyum og uttan
lands partabrøv í almenn
um fyritøkum. Hesir
íleggjarar hava – eins og
teir ið hava keypt í hinum
børsskrásettu fyritøkunum
– keypt partabrøv í tiltrúgv
til, at karmarnir fyri børs
skrásettu fyritøkurnar,
herundir tær sum Lands
kassin sjálvur hevur selt,
ikki tilvildarliga verða
gjørdar verri enn fyri aðrar
fyritøkur í Føroyum. Tí vil
tað verða vandamikið so
skjótt aftaná at broyta
grundleggjandi karmar,
serliga tá hetta er rættað
móti nøkrum fáum fyri
tøkum, herundir tveimum
teimum størstu børsskrá
settu fyritøkunum. Signal
virðið í, at Landsstýrið
áleggur eykaskatt, sum í
alheimshøpi helst er hægst
ur av sínum slag, á júst
hesar fyritøkur, kemur
óivað at ávirka íløguhugin
hjá føroyingum eins og
útlendskum íleggjarum
neiliga. Tað fer at ávirka
virðið av partabrøvunum í
børsskrásettu fyritøkunum
negativt og kann lættliga
hava við sær, at útlendingar
ikki vilja gera íløgur í
føroyskar fyritøkur.
Framatrættað kann tað
eisini hava ávirkan, eitt nú
fyri virðið, ið Landskassin
frameftir kann vænta at
fáa, um almennar fyritøkur
verða einskildar. Eisini
kann hetta ávirka álitið hjá
reiðaríum, ið umhugsa at
skráseta seg í FAS, tí álít
andi vinnukarmar hava
sera nógv at siga. Tí er
umráðandi, at Føroyar
halda støðið sum eitt væl
regulerað og stabilt land at
gera íløgur í.
At marknaðarføra
Føroyar sum íløguland og
samstundis leggja serskatt
á helvtina av teimum
børsskrásettu feløgnum í
Føroyum, er ein beinleiðis
mótsøgn. Tí er lógarup
pskotið beinleiðis í mót
stríð við at marknaðarføra
Føroyar sum íløguland og
tær 10 mió. kr. um árið, ið
ætlandi verða settar av til
marknaðarføring, vóru
betur spardar soleiðis at
lønarhæddaravgjaldið
kundi verið óbroytt. Tað
hevði marknaðarført
Føroyar munandi betur.
Samanumtikið
Uppskotið til broyting í
lógini um lønarhæddar
avgjald røkkur als ikki
teimum málum, ið viðmerk
ingarnar til uppskotið og
Ólavsøkupakkin leggja upp
til. Sum víst er á omanfyri;
uppskotið:
• tryggjar ikki virksemi í
landinum, tvørturímóti,
• rættar ikki uppá bygnað
arligar trupulleikar, tvørtur
ímóti,
• steðgar ikki útreiðslu
vøkstrinum, tvørturímóti, og
• tænir ikki Føroyum sum
íløguland, tvørturímóti!
Peningastovnarnir hava
frammanundan fingið sera
tungar fíggjarligar byrðar
at bera komandi árini
orsakað av upptøku av
statsgarantii og hybridum
kjarnukapitali frá danska
státinum. Hybridi kjarnu
kapitalurin skal rindast
aftur og tí hava føroysku
peningastovnarnir – eins
og flest allir peningastovn
ar kring heimin – tørv á at
konsolidera seg aftur kom
andi árini. Økt avgjøld við
virka ikki til konsolidering
og tí er tað óskiljandi, um
landsins myndugleikar á
henda hátt leggja stein
omaná byrðu.
Føroysku peningastovn
arnir og tryggingarnar hava
ikki kostað Landskassan
um eina krónu, nú heims
kreppan hevur herjað.
Hartil er vert at geva gæt
ur, at føroysku peninga
stovnarnir og tryggingarnar
hava verið ein hollur
skatta og avgjaldsgjaldari.
Tað ynskja vit framhald
andi at vera, men tað er
bert møguligt, um kapping
arførið verður varðveitt!
Í uppskotinum er ongin
grundgeving, ið á haldgóð
an hátt undirbyggir tað
skynsama í, at hækka
lønarhæddaravgjaldið.
Uppskotið fer at ávirka
fíggjar og tryggingar
virksemi í Føroyum og
Føroyar sum íløguland á
sera negativan hátt.
Grundað á omanfyri
standandi mælir fíggjar og
tryggingarvinnan frá, at
lønarhæddaravgjaldið
verður hækkað.
Vinarliga
Felagið Peningastovnar
Janus Petersen, form.
Arbeiðsgevarafelagið hjá
Fíggjarstovnum í
Føroyum
Marner Jacobsen, form.
Fíggjarstovnar ikki hoyrdir í málinum um lønhæddaravgjald
Janus Petersen
Marner Jacobsen