týsdagur 20. oktober 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 200 - 20. oktober 2009
Bæði tá ið Føroyar vórðu
gjørdar til eitt valdømi,
og aftur nú ætlanin er at
leggja kommunurnar
saman í størri eindir, var
og er ein høvuðsfortreyt,
at fleiri málsøki verða
løgd út til kommunurnar
- annars verður eingin
kommunureformur
Beinleiðis atvoldin til hes
ar reglur er útmeldingin frá
Javnaðarflokkinum mána
morgunin 19. oktober 2009
í sambandi við málið um
nýggja skipan fyri
kommunurnar.
Lat meg beinanvegin
undirstrika, at hesar við
merkingar ikki verða
gjørdar sum borgarstjóri í
Klaksvíkar Kommunu ella
sum næstforkvinna í KSF,
men eru mínar egnu.
Eg meti tað sum bæði
tiltrongt og neyðugt at gera
hesar viðmerkingar, tí
viðgerðin av nýggjum
bygnaði fyri kommunurnar
tykist hava sera lætt við at
fara av sporinum.
Ongar uppgávur
= einki endamál
Eitt av høvuðsendamálun
um við øllum hesum tosi
num, um at skipa komm
unurnar í størri og harvið
sterkari eindir, er at flyta
fleiri av uppgávunum og
málsøkjunum, sum landið í
dag umsitur, út til komm
unurnar at røkja.
Av royndum vita vit, at
kommunurnar eru tær
bestu at røkja borgarans
tænastur, samstundis sum
tær við hesi broyting flyta
nærri borgaranum. Hetta er
tí ein bati, bæði fyri
tænastustøðið og fyri fólka
ræðið, at t.d. fólkaskúlin
og eldraøkið flyta út til
kommunurnar at hava fulla
og heila ábyrgd av.
Eisini er hetta ein liður í
menningini av nøkrum
kommunalum kraftardepl
um kring landið, har
kvalifiserað størv verða
sett á stovn í sambandi við
umsitingina av hesum og
øðrum málsøkjum.
Samstundis gevur hetta
landinum møguleikar at
útinna eitt eftirlit og at
áseta støði og reglur fyri
hesi málsøki – óheft at
sjálvari útinningini, sum tá
liggur fult og heilt hjá
kommununum.
Tað er hetta, sum byrjaði
alt hetta tosið um komm
unusamanleggingar, og tí
gevur tað als onga mein
ing, um politiskir flokkar
nú byrja at draga í land í
mun til hendan partin.
Tað verður eingin komm
unureformur, um ikki máls
økini samstundis verða flutt
út til kommunurnar at røkja.
Burðardyggar kommunur
men eisini nærfólkaræði
Tað undrar meg, at Javn
aðarflokkurin meldar út
alment um at gera enn
størri kommunueindir, enn
kommunuálitið mælir til.
Bæði í tí ’grøna’ komm
unuálitinum, sum varð lagt
fram fyri nøkrum árum síð
an, og sum eisini varð polit
iskt góðkent á løgtingi og í
landsstýri, og í hesum
nýggja kommunuálitinum,
sum júst er lagt fram al
ment, er eitt av grundleggj
andi málunum, at sam
stundis sum vit fáa størri
eindir, sum eru sterkari enn
verandi smáu eindir, so má
eisini havast í huga, at vit
varðveita eitt nærfólka
ræði, soleiðis at umsitingin
av teimum kommunalu upp
gávunum fer fram so nær
borgaranum, sum til ber.
Tí skulu vit politikarar
vera varnir við at gera
eindirnar enn størri, enn
hesi bæði kommunuálitini
hava lagt upp til. Heldur vil
eg mæla til, at vit umvegis
javningarskipanir og møgu
lig kommunusamstørv (eins
og á barnaverndarøkinum)
tryggja, at eitt nú Sandoyar
Kommuna verður før fyri at
røkja sínar uppgávur á ein
nøktandi hátt.
Vit skulu heldur ikki
gloyma, at Sandoy er eitt
øki við møguleika fyri
menning og vøkstri.
Ikki umsitingarøki
men kommunuøki
Tað, sum kanska er mest
ræðandi í verandi tilgongd,
er at síggja, hvussu stóra
trongd landsstýri og lands
stovnar fyri tíðina hava at
umskipa tey málsøki, sum
nú ætlast løgd út til
kommunurnar.
Ein má spyrja seg sjálv
an, hvussu tað ber til, at
landsstovnar og avvarðandi
aðalráð nú brádliga hava so
stóran skund at gera um
leggingar, tá ið hesi máls
øki kortini ætlast løgd út til
kommunurnar at umsita.
Er tað so galið, at hesi
aðalráð og stovnar royna at
órógva og forpurra ætlaðu
útleggingarnar til komm
unurnar við at broyta, flyta
og umskipa innanhýsis hjá
landinum? Eg eri tíverri
bangin fyri, at tað er so.
Tí skurrar tað í oyrunum
at hoyra Javnaðarflokkin
melda út alment, at hann
stuðlar ætlanum landsstýris
kvinnunnar at skipa landið í
skúlaøki, samstundis sum
flokkurin sigur, at eldraøkið
kann skipast øðrvísi og
betri, enn tað er í dag.
Henda útmelding ber brá
av, at flokkurin ikki ætlar
eina kommunala yvirtøku
av hesum málsøkjum, og tí
er tað okkara skylda sum
kommunupolitikarar at
rópa varskó, tí ein umskip
an av hesum málsøkjum
undir landsins umsiting
kann ógvuliga skjótt geva
tað úrslit, at einki hendir
við hesum í mun til
kommunurnar.
Latið okkum nú gevast
at tosa um umsitingarøki
undir landinum, tí hetta
mál snýr seg ikki um at
skipa LANDIÐ , men at
skipa KOMMUNURNAR í
hóskandi støddir kring
landið, soleiðis at KOMM
UNURNAR verða fult
førar fyri at umsita hesi
málsøki – nakað, sum tær
eru munandi betur fyri at
gera, enn landið er. Tað
vita vit av royndum.
So: Uttan kommunu
uppgávur – eingin
kommunureformur!
Uttan kommunuuppgávur ongin kommunureformur
Gunvá við
Keldu
Kári við Stein greiðir frá,
at meðan tað er lítið av
svartkalva undir Føroy-
um, so er rok í grønlend-
skum og kanadiskum
sjógvi. Hann hevur eisini
verið til útróðrar. Tað var
ikki minni gott
4. oktober
Polar Amaroq kom til
Nuuk at landa í morgun.
Skipið er fult hjá teimum.
5. oktober
Kanadiarin, fyrrverandi
Tasilak, nú Agcatian Gale
kom inn í morgun við 750
tonsum av svartkalva. Tað
er tað mesta, sum hevur
verið í honum. Hann sá
eisinu ógvuliga tungur út í
sjónum.
6. oktober
Sisimiut kom inn at landa,
so skjótt sum Agciatian
Gale loysti. Teir hava 470
tons inni av svartkalva.
Manu er inni í Manitsoq og
landar. Har var alt fult hjá
teimun, um 480 tons. Polar
Princess er í Aasiat og land
ar. Teir hava fulla last inni.
7. oktober
Lómur er inni í Illulisat við
125 tonsum av ísaðum
rækjum.
8. oktober
Polar Natoralik er í Nuuk
og landar, og Qaqqatsiaq
kom inn til Sisimiut at
landa. Skipið var á tremun.
Har slapst ikki meir niður
hjá teimun. Natarnaq er í
Manitsoq og landar knappa
fulla last. Lómur var í
Illulisat við gott 90 tonsum
av ísaðum rækjum.
10. oktober
Krabbaskipið Natoralik
kom inn í dag at landa. Teir
hava 23 tons av livandi
krabba inni.
11. oktober
Polar Natarnaq er inni í
Aasiat og landar. Har var
næstan fult hjá teimum.
Polar Aasik hevur landað
nakrar ferðir eisini í Aasiat,
og tað hevur gingið heilt
væl hjá teimum.
12. oktober
Ocean Tiger kom inn í morg
un. Teir hava gott 300 tons
inni. Teir vóru longu lidnir
at landa um kl. 18 í kvøld.
13. oktober
Akamalik kom inn at landa
fyri middag. Teir hava gott
400 tons inni. Lómur er í
Illulisat við 122 tonsum.
Tórsvík og Vesturland lógu
í morgun her. Tað vóru
ymisk ørindir sum teir
skuldu gera, bunkring og
annað, meðan meðan
móðurskipið var í Nuuk.
Tórsvík skal ikki vera
her longri. Teir skuldu fyrst
til Las Palmas og so suður
til Gan Canaria leiðina at
vera. Vesturland skuldi
nokk vera her hjá móður
skipinum einar 23 vikur
afturat. Veðrið hevur nógv
at siga fyri, nær teir gevast
var sagt.
14. oktober
Akamalik loysti í morgun
kl 5 til nýggjan túr.
15. oktober
Regina C kom inn í
morgun at landa.
18. oktober
Tað er hvítt í bakka. Eitt
sindur av kava er komið
niður í nátt, men kuldin er
ikki nógvur. Lómur kom
inn til Illulisat í morgun
við 102 tonsum. Teir loystu
longu aftur seinnapartin til
nýggjan túr. Annars var
loyvt at skjóta lomvigur
aftur frá. 15 oktober, men
lítið er at fáa. Eg havi onga
sæð enn komið uppá land.
Annars søgdu teir á Vestur
land, at tað var svart av
lomviga úti á 70 fjórðing
um úr landi, har teir lógu.
Rimmar útróðrartúrur
Eg var sjálvur annar á
útróðri herfyri saman við
einum kalbaksmanni,
Regin Nysted. Tað tók
okkum um 6½ tíma at sigla
inn í henda fjørð við einum
22 hk Sabb motori. Vit
høvdu ein frálíkan túr og
fingu allan tann fisk, sum
vit vildu hava. Slagið var í
lagi. Vit tóku allan fiskin
smátt sum stórt. Tann smáa
fiskin var til ein av abba
syninum, sum hevur einar
1415 hundar. Har skal
nakað av mati til. Vit
høvdu nokk av línu við. Vit
høvdu eisini fýra kalvalín
ur, sum stóðu nátt yvir. Tað
gav ongan kalva, men bert
nakrar smáfiskar og nakrar
uvakkar og so ein havkall.
Hann er gott hundafóður,
tá ið hann hevur hingið
uppi í eina tíð. Tá er alt
amoniakkið runnið av.
Eg havi egningatrakt,
sum eg sjálvur havi gjørt.
Regin hevði ongatíð verið
við og sett við trakt.
Hann hevði forsvorið, at
hon egndi so gott. Og so
ikki at forgloyma veðri
inni á botni á einum fjørði
sum eitur Orioq,
dýrdarveður hvønn dag.
Vit royndu eisini við
snellu. Ekkoloddið skrivaði
sum eg veit ikki hvat. Har
vit royndu vóru gott 70
metrar dýpi. Einar 1015
metrar upp frá botni var
skrift alla tíðina, og snellun
ar vóru fullar hvørja ferð,
tað kom á borðið. Støddin
var fínasta slagi. Hjá ein
um glastrevjabáti við ein
um 56 elektriskun snellum
hevði verið nokk at gjørt.
Vit kunna illa avreiða
fisk. Kompressarin til
frystaríið á flakavirkinum
er í ólagi. Tað er altíð
okkurt á vási, so tá tað er
opið, er avmarkað, hvussu
nógv tú kann avreiða.
Prísurin er bert knappar 5
kr fyri kilo av avhøvdaðum
fiski. Tað skal nakað fyri
fyri at fáa úrtøku.
Vit høvdu ein heilt fan
tastiskan túr. Vit yvirnátt
aðu í einum summarhúsi
við sólorku til streym. Her
var so kvirt, tú hoyrdi um
ein knappanál datt á gólv.
Ein dani búði saman við
okkum. Hann hevði laksa
gørn við og royndi eisini
eftir toski. Hann fekk fimm
laksir íalt, og vit fingu hvør
sín laks frá honum.
Nógvur svartkalvi
Grønlandstíðindi
Kári við Stein
Arcadian Gail við 750 tonsum av svartkalva
Á útróðri. Fiskur á hvørjum húki