Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-20, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. oktober 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 200 - 20. oktober 2009 17 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Bjarki Olsen av Tvøroyri, búsitandi á Frederiks­ berg, andaðist 14. oktober, 72 ára gamal. Jarðar­ ferðin verður frá Samuelskirkjuni í Thorsgade hós­ dagin 22. oktobur kl. 13. Ragnfríð Dahl, Klaksvík, andaðist á Landssjúkra­ húsinum sunnudagin, 77 ára gomul. Andlát og jarðarferðir Ikki heilt óvæntað slókn­ aði ein sól í okkara familju tann 30. apríl, eftir langa og drúgva sjúkralegu. Ja, tú var ein sólstrála fyri okkum, ið kendu teg og stóðu tær nær. Altíð glað og smílandi at koma til, Tá tú fyri góðum 10 árum síðan fekk staðfest krabbamein, og bleiv frísk aftur í nøkur ár, vórðu vit øll so glað. Men sjúkan kom aftur, og sum tað positiva menniskja tú vart, var tú sera glað fyri at hava fingið 10 ár eyka. Tú bar tína sjúku við tolni, og royndi alt fyri at liva og gera ymiskt, bæði við skúlagongd og arbeiði í tykkara vakra urtagarði. Ja, eina av teimum síðstu ferðunum, eg var og vitjaði teg á Argjum, var tú uttan fyri og plantaði rósur. Tær stóðu í besta blóma á ólavsøku, tá ið eg var inni á gólvinum hjá tykkum. Tað var altíð so deiligt, tá ið tú komst norður í Funningsfjørð. Tú hevði gleði við tær. Eg gleddi meg altíð, og so fekk tú eisini restina av familjuni at koma við tær. Mangar góðar løtur hava vit havt gjøgnum tey árini, vit kendust, og eg takki tær fyri tað, tú var fyri meg og míni børn. Ja, eg vil siga at tey høvdu fittastu fastur í verðini. Tá tú var her norðuri, rokaðist tú altíð við eitt og annað. Tú bakaði bollar og pannukøkur, og tað var so hugnaligt. Ja, minnini eru nógv og góð! Tú rann nið­ an á gólvið hjá okkum, og so loystu vit øll verðins problemir saman. Takk fyri teir ógloymandi túrarnar, vit hava gingið í fjøllunum her norðuri. Einaferð gingu vit okkum fastar. Ætlaðu niðan á Svarbaks­ tind, men komu kortini heim í øllum góðum. Túr­ urin, tú, eg og Anna Maria gjørdu niðan á Vaðhorn, og tað kom pollamjørki! Ein sjón man ongantíð gloymir. Firðirnir fyllir av mjørka ­ virkiliga flott. Vit mundi forskrekt lívið úr restini av familjuni. Tey vistu jú ikki, at tað var heilt klárt á tindinum. Takk fyri tey nógvu og góðu minnir, eg havi um teg. Tað er stórur saknur fyri okkum øll, serliga hjá tykk­ um Egin, Høgni, Simona, Durita, ommusynir, mamm­ an og svigarmamman, systkini á báðum síðum, serliga tú Anna Maria. Tit vórðu so góðar systrar. Jesus hjálpti og styrki tykk­ um gjøgnum hesar tungu dagar. Tey renna skjótt tey stuttu ár til heim tú manst mær boða; Og eftir vetur kemur vár við sól og fjallaroða. Heilsan Jona Minningarorð um Jóhonnu D. Midjord vanliga nevnd Dua f. 18. mai 1950 - d. 30. apr. 2009 Eg takki tær fyri allar løtur, íð vit vóru saman – í álvara og gaman. Tað var altíð stuttligt, tá íð tú við vinum fór upp á gólv – kvæði og vísur hevði tú ALTÍÐ undir fóti – og stevfastur vart tú sum fáur. Tú, Gunnar, vinurin, rópaði ONGANTÍÐ eitt kvæði – tú kvæð – tøkk fái tú fyri tað. Vit sótu ikki lærið hvør av øðrum, men vit vistu, hvar vit høvdu hvør annan. Og stríðið á Húnalandi kemur EINGIN nakrantíð at skipa betur enn tú, tú kvæð kvæðið – tú rópti tað ikki. Tú hevði alt undir fótum. Hvíl nú í friði, GUNNAR frægi, teg eg minnist og tíni kvæði. Takk fyri alt, íð vit høvdu saman. Eg komi at sakna teg í vetur. Levi Gunnar Poulsen í Myllugarðinum Sumba, til minnis Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá elskaða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Alma Hammer fødd Djurhuus Hvalba ættað úr Sumba doyði og varð jarðað. Takk fyri góð og troystarrík orð í kapellinum og í Vitninum. Takk fyri vakran sang. Takk til starvsfólkini á Suðuroyar sjúkrahúsi. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til Zarepta. Takk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til í sambandi við jarðarferðina og ervið, og til tykkum, sum bakaðu. Takk til tykkum mongu, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Eleina, John, Marnar og Ingmar Dagurin 20. oktober. Felicianus, deyður umleið ár 250. Foreldur hansara vóru kristin fólk í Forum Flamini í Italiu. Ungur kom hann til Róm og gjørdist erkadiakonur hjá pávanum. Pávin Viktor setti hann sum biskup í heimbygdini. Keisarin Decius læt hann taka av døgum. Hans Andrias Djurhuus varð føddur hendan dagin í 1883, og Mikkjal á Ryggi doyði hendan dagin í 1956. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) 75 ára føðingardagur Onsdagin 21. okt. fyllir Jensa Poulsen, Sumba, 75 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 24. okt. kl. 19 í dansistovuni í Sumba. 80 ára føðingardagur Hósdagin 5. nov. verður Sámal Christiansen, vanliga nevndur Sám­ al hjá Barbu, Klaksvík, 80 ár. Dagurin verður hildin í Skálanum leygardagin 7. nov. Opið hús er frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Silvurbrúdleyp 30. nov. hava hjúnini Alberta og Eirikur Magnussen, Tórshavn, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 28. nov. í HB­ Húsinum kl. 19. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga fra á tlf. 216324 (Alberta) ella 214456 (Eirikur) innan 14. nov. Gullbrúdleyp Sunnudagin 1. nov. hava Kristina og Hans Andrias Jacobsen, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin 7. nov. í Bøgøtu 3, Klaksvík. Vælkomst verður frá kl. 19. Tey, ið ynskja at heilsa uppá Kristinu og Hans Andrias, kunnu siga frá á tel. 456737 ella 458625. merkisdagar nøvn