týsdagur 20. oktober 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 200 - 20. oktober 2009
tíðindi
Sunnudagin
vitjaður 2600 fólk
nýggja skúlan við
Løgmannabreyt í
Hoyvík. Høvið var, at
nýggja listaverkið hjá
Edwardi Fuglø varð
sýnt alment fram –
og annars kundu tey
vitjandi eisini síggja
nýggja skúlan, sum
varð tikin í nýtslu fyri
smæstu flokkarnar
síðsta skúlaár
LIST
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Listaverkið, sum er ein
myndrond við heitinum Yvir
heiðar, gil og vøtn, fer um alla
miðhøllina í nýggja skúlanum –
og helst er hetta størsta listaverk
í landinum, skrivar Tórshavnar
kommuna á heimasíðuni.
Sambært Høgna Joensen,
skúlastjóra, so nýttu 2.600 fólk
høvi at vitja skúlan.
Tá heitið á listaverkinum varð
avdúkað fríggjadagin, helt
Jógvan Arge formaður í
mentamálanevnd Tórshavnar
býráðs forvitnisliga talu, har
hann greiddi frá hugsjónini
handan listarlig prýði í
kommunalum bygningum. Eisini
las Jógvan Arge úr søguligum
brævaskifti millum William
Heinesen og Elinborg Lützen um
samsýningina fyri tílík listarlig
Talan, sum Jógvani Arge, formaður í
mentamálanevndini, helt fyri samkomuni:
Fyri Tórshavnar býráð skal eg bjóða tykkum at verða vælkomin higar
í skúlan við Løgmannabreyt, nú vit á fyrsta sinni sýna fram tað stóra
listarverkið hjá Edwardi Fuglø.
Hesin skúlin ber av øllum, sum Tórhavnar kommunu hevur tikið
upp á seg, og einastandandi fyri hesa verkætlanina er, at hetta er
fyrsta bygging, har hálvtannað prosent av byggikostnaðinum verður
brúkt til listarverk, sum er arbeitt inn í bygningin.
Listarliga arbeiðið verður umsitið av Listabólkinum í Tórshavnar
kommunu eftir eini býráðssamtykt, sum varð gjørd í februar 2007. Í
honum eru Jákup Simonsen, Mikal Viderø, Helgi Fossádal og Jógvan
Elias Winther Poulsen.
William skrivar:
»Tað er ringt at meta um peningsvirði av kunsti. Áðrenn
listarverkið er gjørt, og kunstnarin veit, hvussu tað verður, hevur hann
lyndi til at smæðast at nevna ov stór tøl – eisini av tí, at man kann
risikera, at alt projektið verður av ongum vegna pírni ella peningatrot.
Til samanlíkning kann nevnast, at vit fyri 10 skreytmyndir til
Kommunuskúlan fingu 14.000 krónur. Av tí hevði eg sjálvur eitt
nettoyvirskot upp á 6000 krónur fyri fimm myndir. Fyri relieffið til
skúlagalvin fekk Janus stívar 30.000, men hevði at kalla onki
nettoyvirskot. Hevði hann ikki nevnt hetta relativt stóra talið, hevði
hann havt undirskot«.
So leggur William aftrat.
- Fyri dekoratiónirnar á Hotel Føroyum fingu vit 10.000 krónur. Tá
vóru tvey stór ”brimbíløt” til Tryggingarsambandið við. Eitt
gólvteppi, ið samstundis varð keypt, kostaði 15.000”. Og hann
endaði: ”Nú nokk um Mammon”.
Vit síggja, at tá vóru aðrar tíðir, og vit eiga at fegnast um, at tað,
sum Tórshavnar Kommuna í ringum tíðum legði lunnar undir við
Kommunuskúlanum, er komið so langt fram á leið í dag.
Fyri okkum hava vit eitt listaverk, sum heilt ítøkiliga verður brúkt
at knýta saman eitt rúm og samstundis at siga eina søgu saman við
øllum teim næmingum, sum her fara at koma og fara.
Listin, sum vit reisa ella seta á veggin, skal sjálvandi prýða, men
hon skal eisini verða til lærdóms fyri stór og smá. Hon skal bæði
provokera og kveikja.
Edward hevur loyst hendan setningin til fulnar, og hann fer nú
sjálvur at greiða frá hesum stóra og avbjóðandi listaverki, sum fer at
verða skoðað og viðgjørt so at siga, hvønn einasta dag í fleiri
mannaminnir.
»Yvir heiðar,
– Skúlin, sum
ber av øllum
Mynd: Dávur Winther
Mynd: Dávur Winther
Mynd: Pauli Djurholm
Mynd: Pauli Djurholm
Mynd: Pauli Djurholm