Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. oktober 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 20. oktober 2009 - Hondbóltur er nógv meira enn sjálvt spælið. Tað ræður um at verða út hvíldur og væl fyri til venjingarnar. Og tað er uppgávan hjá gent- unum, sigur Claus Ras- mus sen, sum er glaður fyri frálíku úrslitini hjá U-21 landsliðnum móti Grønlandi í farnu viku - Trupulleikin er fyrst og fremst í feløgunum. Tí við einum øðrvísi hugburði kann føroyskur kvinnu- hondbóltur gera risa framstig. Føroyska U21-landsliðið hjá kvinnum prógvaði í farnu viku, at tær kunnu standa seg á altjóða palli. Við trimum sigrum av fýra møguligum móti grønlendska landsliðnum hevur byrjunarskotið til stóra arbeiðið við ungdóms- liðnum ljóðað. Skipari á skútuni er Claus Rasmussen, sum longu biðjur feløgini um hjálp. Tí verkætlanin skal lyftast í felag. Feløgini taka ábyrgd Claus Rasmussen og hondbólts- sambandið hevur sett sær stór mál. Føroyskur kvinnuhondbóltur skal mennast. Ætlanin er løgd, og tá skulu feløgini syrgja fyri, at leik ar ar- nir eru væl fyri kropsliga. - Feløgini mugu taka ábyrgd á hesum økinum. Um genturnar hava styrkivenjing og eru væl fyri krops- liga, fer støðið at hækka alt fyri eitt. Tí skulu feløgini syrgja fyri, at gent- urnar lúka venjingartreytirnar. Tað fer eisini at loysa seg, tí útlend ing- arnir eru, sæð burtur frá kropsliga partinum, ikki nógv betri enn føroysku genturnar, sigur Claus Rasmussen. Men er tað realistiskt, at feløgini taka hesa uppgávuna á seg? - Sjálvsagt. Tað er at seta ein venjara, sum tekur sær av hesum í fleiri aldursbólkum. Trupulleikin er ikki størri enn so. Men genturnar mugu eisini taka í egnan barm. Tí hondbóltur er nógv meira enn sjálvt spælið. Tað ræður um at verða úthvíldur og væl fyri til venjingarnar. Og tað er uppgávan hjá gentunum, greiðir hann frá. Framtíðin er bjørt Tí útlitini fyri, at føroyskur kvinnu- hondbóltur skal standa væl í altjóða kappingum eru sera góð. Tað metir í øllum førum Claus Rasmussen, sum ikki hevur hug at seta nøvn á nakrar einstaklingar. - Sum ein heild stóðu vit okkum sera væl. Allar prógvaðu sítt virði, og tað er gleðiligt hjá okkum, sum skulu taka hópin út. Vit eru sera væl nøgd við avrikið, staðfestir Claus Rasmussen. Hann er serliga fegin um, at genturnar vístu vilja og ágrýtni. Og hóast venjing var á skranni fyrra- part og dystur seinnapart, hildu tær fram at stríðast. - Framstigini vóru sjónlig. Serliga, um vit samanbera fyrsta og sein- asta dystin. Flott, eru rósandi orðini frá venjaranum. Stórar avbjóðingar fyri framman Claus Rasmussen fer komandi mánaðirnar at eygleiða genturnar nærri. Landsvenjarin fer at fylgja við gongdini hjá einstøku leikarunum, og millum jól og nýggjar skal hópurin samlast aftur. Í februar kemur danska U18-lands- liðið, sum er nýkosin evropa meistari, á vitjan í Føroyum. Seinni út á várið er Challenge Trophy á skránni. Og í komandi summar fer føroyska liðið ætlandi til Grønlands at royna seg móti teimum eina ferð enn. - Vit hava eisini møguleika at taka lut í undankappingum til endaspøl. Men tað er ikki á skránni enn. Nú royna vit fyrst á fáa ferð á ungdómsarbeiðið, og vónandi prógva vit, at vit kunnu stríðast við tær bestu, sigur bjartskygdi Claus Rasmussen, venjari á U21- landsliðnum. Hugburðurin skal broytast Frakland og Írland hittast Stóra brakið í play- off dystunum verður millum Frakland og Írland FIFA kastaði í gjár lut um, hvussu tvey´ararnir í europiska partinum av undankappingini hittast í play-off dystum. Í undankappingini var skip- anin soleiðis, at allir vinn arar nir av europisku bólkunum spældu seg beinleiðis víðari. Tvey´ararnir í teimum átta bólkunum skulu síðani spæla um pláss í Suðurafrika, og hesi hittast soleiðis: Írland-Frakland Portugal-Bosnia/Herzegovina Grikkaland-Ukraina Russland-Slovenia Londini spæla bæði úti og heima, og skulu dystirnir spælast 14. og 18. november. mørk uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Føroyska kvinnulandsliðið vann tríggjar av fýra dystum móti Grønlandi. Men enn er langt eftir á mál, staðfestir venjarin, Claus Rasmussen Mynd: Álvur Haraldsen Dystirnir í farnu viku: Føroyar U21 – Grønland 25-24 Høllin á Hálsi, Tórshavn Føroyar U21 – Grønland 21-23 KÍ-høllin, Klaksvík Føroyar U21 – Grønland 29-23 Høllin á Hálsi, Tórshavn Føroyar U21 – Grønland 25-23 Høllin á Hálsi, Tórshavn FAKTA