týsdagur 20. oktober 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 20. oktober 2009 – Nr. 200 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21
Pætur verandi við Margáir
Pætur Dam Jacobsen og EB/Streymur hava skrivað undir nýggjan
sáttmála, sum bindur partarnar saman eitt ár afturat. Pætur, sum
áður hevur spælt við HB, AB og Skála, kom í ár til EB/Streym, og her
hevur hann eftir øllum at døma trivist heilt væl. Pætur, sum hevur
ein einstaka landsdyst á kotini, kann brúkast á flestu plássum á
miðvøllinum, umframt at hann eisini í fleiri umførum hevur røkt
bakkplássið í høgru.
CL-bóltur í kvøld
Eftir at landsliðsfótbóltur var á skránni í farnu viku, verður
Champions Leagu-fótbóltur nú aftur á skíggjanum. Í kvøld
eru dystirnir hesir: Debrecen-Fiorentina, Liverpool-Lyon,
Barcelona-Rubin Kazan, Inter-Dynamo Kiev, Rangers-Unirea
Urziceni, Stuttgart-Sevilla, Alkmaar-Arsenal og Olympiakos-
Standard Liege. Liverpool-Lyon verður sendur beinleiðis á
3+, meðan TV2sport sendir frá dystinum millum Barcelona
og Rubin Kazan.
Kollfirðingar taptu enn
einaferð greitt, og so er
lagt upp til oddabrak, tá
StÍF og Neistin hittast
Higar til hevur KÍF ikki megnað at
gjørt tað stóra við mótstøðuliðini,
og tað gjørdu kollfirðingarnir
heldur ikki í gjárkvøldið.
Longu í fyrra hálvleiki var tað
mesta avgjørt, og so kundu
strandingarnir hálvgum taka sær av
løttum, áðrenn teir aftur løgdu
leiðina norðureftir.
Kollfirðingar hava nú spælt fýra
dystir, sum allir eru endaðir við
greiðum tapi, og í løtuni er ilt at
síggja, hvussu liðið skal klóra seg av
sætta plássinum, sum væl kann
bera beinleiðis niðurflyting við sær
í ár.
Strandingar fótaðu sær hinvegin
eftir avsmurningin, sum teir fingu
móti VÍF seinast. Saman við
Neistanum hava strandingar nú
seks stig fyri fýra dystir.
Komandi sunnudag hittast júst
hesi bæði liðini í Høllini á Skála, og
tá verður talan um veruligan
oddadyst.
Vit hava tíverri ikki fingið nøkur
hagtøl frá dystinum.
KÍF-StÍF 26-34 (11-20):
StÍF aftur oddalið
Hondbóltur
Atlantic Airways-kappingin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 StÍF
4
3
-
0
-
1
116
102
14
6
2 Neistin
4
3
-
0
-
1
125
113
12
6
3 VÍF
4
2
-
0
-
2
122
114
8
4
4 H71
4
2
-
0
-
2
103
95
8
4
5 Kyndil
4
2
-
0
-
2
110
114
-4
4
6 KÍF
4
0
-
0
-
4
87
125
-38
0
Smádreingirnir hjá B36 hava í ár sýnt óvanliga styrki á vøllinum
Smádreingirnir hjá B36
syftu allari mótstøðu í
árinum, sum fór
Eingin ivi tykist vera um, at B36 í
verandi smádreingjaárgangi hevur
eitt gylt ættarlið av fótbóltsspæl-
arum.
Í ár var liðið tað einasta í
dreingja røðunum, sum vann
greipuna, og bara tað í sjálvum sær
er sum vera man eitt úrslit, sum
elvir til stoltleika í felagnum.
Og stoltleikin gjørdist neyvan
minni av, at bæði B- og C-liðið eisini
gjørdu um seg í árinum.
B-liðið vann sín økisbólk, meðan
C-liðið vann kappingina á hálvum
vølli, so alt í alt gjørdist talan um
gull úr enda í annan hjá smá-
dreingj unum.
Venjari hjá liðunum var í ár Milan
Cimburovic, sum eisini er høvuðs-
venjari fyri yngru deildirnar hjá B36.
mørk
Einastu greipu-
vinnararnir
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Strandingar lótu ikki minsta ivan vera, tá teir í
gjár vitjaðu hjá KÍF, sum nú er púrasta avbyrgt í
botninum
Mynd: Álvur Haraldsen