týsdagur 20. oktober 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 200 - 20. oktober 2009
tíðindi
Í TJALDRI nr. 42 eru
forvitnisligar greinar
um dansispøl, samkynd
og Heimastýrislógina
Hanus Kamban
Tað nýggjasta nummarið av
TJALDRI, tíðarritinum hjá tí
týsk-føroyska vinafelagnum,
kom út í juni, men var ikki
undirritaða í hendi fyrr enn í
september. Men seinur gestur
er eisini vælkomin. Tað serliga
og virðismikla, sum
blaðstjórnin á hesum tíðarriti
ger, er at hava eyguni eftir
útlendskum tilfari um Føroyar,
gomlum sum nýggjum, velja
tað besta burturúr og
almannakunngera tað, við
frágreiðingum og
viðmerkingum.
Heimastýrislógin
ikki tað ringasta
Detlef Wildraut, ritstjóri, hevur í
eini dupultgrein viðgjørt Føroya
politisku søgu frá fólkaatkvøðuni
í 1946 til Heimastýrislógina í
1948. Teimum, sum hava lisið
verk eftir m.a. Kirsten Harder,
Annfinn í Skála, Frederik
Harhoff og H.A. Sølvará, er hetta
tilfar ikki nýtt, men ein saman-
dráttur av hesum slag er hentur
hjá útlendskum lesarum. Wild-
raut kennir seg ikki sannførdan
av tesunum hjá Høgna Hoydal,
sum verða framførdar í bókini
Myten om rigsfællesskabet, og
hann dylur ikki fyri, at skipanin
við heimastýri, so ilt orð hon
hevur fingið á seg, var ein
rættiliga skilagóð skipan.
Mangt rennur einum í huga í
hesum sambandi. Sjálvsagt ber
til at siga, at húsagangurin í 1992
tók grundarlagið undan tí lóg,
Føroyar hava virkað eftir frá
1948. Men siga vit tað, slepst
neyvan undan at staðfesta, at
húsagangurin í Íslandi í fjør tók
støðið undan landsins loysingar-
skipan. Veruleikin er helst, at
einhvør ber sum hann roynist.
Heimastýrislógin riggar, men
bara við ábyrgdarkenslu og
røkjuskapi. Fólkafloksins serliga
búskaparfatan, sum helst er tann
størsta einstaka forðingin fyri
einum føroyskum fullveldi, rekur
okkum nú ár fyri ár nærri einum
nýggjum svørtum oktoberi. Eg
meini tað.
Føroyar og tey samkyndu
Ikki minni áhugaverd er grein
eftir Ebbe Volquardsen, har greitt
verður frá viðurskiftunum hjá
samkyndum í Føroyum,
hugburðinum hjá føringum til
henda minniluta og tí stríði, sum
fyri fáum árum síðani stóð um ta
lógarbroyting, sum hevur bøtt
munandi um korini hjá honum.
Greinin hevur ein akademiskan
dám og víst verður til vísindalig
ástøði og vísindaligar
frágreiðingar um, hví føringar
sum heild hava meira ímóti
samkyndum enn fólk aðrastaðni í
Norðurlondum. Sum dømi kann
verða nevnt, at tann føroyski
ungdómsgranskarin Firouz Gaini
skilir millum tveir bólkar, tann
urbana ungdómin, sum er opin
og vísir tolsemi, og tann
atlandska neytadrongin, hvørs
kallmanshugburður ger, at hann
er festur í somu fortíð, sum
garpar av sama slag í tilafturs-
komnum arabiskum mentanum.
Spurningurin er so, hvør verður
við yvirlutan, verðinsmaðurin
ella bygdafrellið.
Føroysk dansispøl
Men høvuðsgreinin í hesum blað
viðger eitt evni úr føroyskari
fólkamentan. Doktararitgerðin
um føroysk dansispøl, sum
Andrea Susanne Opielka hevur
greitt úr hondum, kom í ár út í
bók, sum fatar um heilar 468
síður. Í grein síni í TJALDRI
hevur Opielka tikið fram teir
mest týðandi tættirnar í síni
ritgerð. Hvørji hava granskað
hetta evni, og hvørjar eru okkara
keldur til kunnleika um tað? Nær
eru dansispølini komin? Hvørji
vóru tey, og hvussu vórðu tey
dansað? Í hvørji vídd er talan um
dans, og í hvønn mun um spæl?
Hvat er upprunin til hesa ment-
an? Hvønn leiklut hevur hon havt
í tí føroyska bóndasamfelagnum?
Hesar og aðrar spurningar
viðger Opielka í síni grein.
Spurningurin er so, um føringar,
sum nú á døgum at kalla bara
kenna Ríða Ediling og einar tveir
slíkar dansir aftrat, kanska fara at
taka hini dansispølini uppaftur.
Av øðrum tilfari kann verða
nevnt, umframt ummælir,
um røður og ta alla tíðina dag-
førdu bibliografiina, samrøða
sum Anna V. Ellingsgaard hevði
við Jóhan Hendrik W. Poulsen, tá
hann fylti 75, og ummæli eftir
Detlef Wildraut av Orðabókini,
sum forlagið Sprotin tá gav út.
Hetta nummarið av TJALDRI er
132 síður.
Verða dansispølini
fyri endurburði?
Týska tíðarritið »Tjaldur« hevur eyguni eftir útlendskum tilfari um
Føroyar
Tóroddur vitjar
deyðan vinmann
Í nýggjum yrkingasavni vitjar Tóroddur Poulsen
deyðan vinmann á Kirkjugarðinum og ivast í, um
hann sjálvur er á lívi, bara tí hann veit, at hann ikki er
deyður.
Savn
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Í savninum, sum hevur heitið »Útsýni«, sigur yrkjarin seg altíð
hava havt gott útsýni yvir fjørðin, um hann hevur verið uttanlands
ella heima, og hann sigur seg sum heild hava verið nøgdan við tað,
hann hevur sæð. Vit eru øll onkursvegna lokaði inni í okkara egnu
dreymum og kunnu tí tað sama sættast við hetta. Taða kann gott
vera, at heimurin er stórur, men loksins er hann avmarkaður til
okkum sjálvi og okkara upplivingar.
Yrkjarin ferðast ímillum Havnina, har hann vitjar vinmenn á
kirkjugarðinum og Keypmannahavn, har mangt er, men mest úr
Føroyum, tí tað er haðani yrkjarin stavar.
Mold og veðrið verða í heilum umrødd saman við deyðum abba,
og yrkjarin ivast ikki í, at hann sjálvur bara er á lívi, tí hann ikki
veit, at hann er deyður. Hann veit somuleiðis heldur ikki altíð, um
hann svevur ella er vakin ella droymur seg vaknan í svøvni, ella um
hann vil vakna. Tað er ikki altíð lætt at gera av, hvat ið er veruleiki
og ikki. Men hann hevur lisið eina samrøðu við dóttir Paul
McCartney, sum eins og pápin hvørki etur kjøt ella fisk, og tí fær
yrkjarin hug at eta fisk, hvørja ferð hann hoyrir eitt lag eftir
McCartney.
Tað er Mentunargrunnur
Studentafelgsins, sum gevur út
yrkingasavnið.
Sum heild er Tóroddur bara heut væl
nøgdur við sítt útsýni ...
Sólrún Michelsen
við nýggjum
yrkingasavni
TíðindaSkriv
Sólrún Michelsen hevur í skjótt
mong ár gjørt vart við seg sum
høvundur av barnabókum og av
tí fínu ”Tema við slankum”,
sum nú eisini er ávegis á
donskum. ”í opnu hurðini” er
hennara fyrsta yrkingasavn og
merkt av sama nærlagni og
gløggskygni , sum tær
undanfarnu bøkurnar.
Inngangsyrkingin er ein
klassisk sonett við tilsipingum
til eldri føroyskan skaldskap,
har høvundurin sigur, at hóast
reynið rodnar, so vil hon heldur
líta í ein eystan, har alt byrjar.
Savnið er fylt við vøkrum
yrkingum, sum um somu tíð
nerta við tann álvarsliga partin
av tilveruni, men eisini við alt
tað, sum fyllir ein við gleði.
Føroyskur skaldskapur hevur fingið ein nýggjan fullbornan
lyrikara, verður sagt í skrivi frá forlagnum
Tað er Mentanargrunnur Studentafelagsins, sum gevur savnið út.
Rithøvundurin Sólrún Michelsen
gevur nú út sítt fyrsta yrkingasavn