týsdagur 20. oktober 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 - 20. oktober 2009
23
tíðindi
Børn og ung kunnu gleða
seg til fimm nýggjar bøkur,
har enn ein søga úr Narnia,
ein um Detektivstovuna
hjá Lassa og Mariu og
ein við ljóði í eru millum
søgurnar
Bøkur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Mææ! Mææ! -Ljóð
og hyggabø
Ein vøkur, litrík myndabók til tey
yngstu. Í bókini eru klaffar og
fimm djóraljóð goyma seg undir
teimum. Bókin hevur battarí, ið
kann skiftast.
Dawn Sirett hevur skrivað og
Marna Jacobsen hevur týtt til
føroyskt.
Á sum Panama er vakurt.
Tá ið tú hevur ein vin, so er einki
at óttast fyri! Tann lítla bjørnin
og tann lítli tikarin eru bestu
vinir. Og tey ræðast ikki nakað,
tí at tey eru so ómetaliga sterk,
sterk sum ein bjørn og sterkur
sum ein tikari. Í húsinum við
ánna hava tey tað gott. Men ein
dagin fara tey avstað at leita eftir
Panama, dreymalandi sínum. Á
leiðini uppliva tey mangt
spennandi. Men hvar er Panama?
Revurin, kúgvin og músin – tey
hava ongantíð hoyrt um Panama,
bara krákan hjálpir teimum fram
á leið. At enda finna tey tað, tey
leita eftir.
Bókin hevur fingið Deutsche
Jugendlitteraturpreis.
Janosch hevur skrivað og
myndprýtt bókina. Anja Tell
hevur týtt bókina. Bókin er 52
blaðsíður og er vælegnað til tey
3-6 ára gomlu.
Skúlagátan
Í Válavík floymir tað yvir við
følskum pengaseðlum. Sporini
føra Lassa og Maiu til teirra egna
skúla. Men fyri at avdúka tann
seka mugu tey sita á varðhaldi
um náttina og duga væl við
amboðunum, tá ið fingramerki
skulu savnast inn.
Ein spennandi og lættlisin
detektivsøga við nógvum, stutt-
ligum myndum.
Hetta er 9. detektivsøgan um
Lassa og Maju. Bøkurnar eru
sera vælumtóktar millum
børnini.
Martin Widmark hevur skrivað
bókina. Helena Willis hevur
myndprýtt, og Sámal K.
Jacobsen hevur týtt til føroyskt.
Bókin er 90 síður og hóskar
væl til tey 7-10 ára gomlu.
Silvur stólurin – Søgur
úr Narnia nr. 6
Ein kongssonur er tikin fangi –
eitt land er í stórum vanda.
Narnia – har risar skapa
ruðuleika...har óndskapur
rúnarbindur øll – har alt kann
henda.
Gjøgnum ótaldar vandar og
djúpar myrkar holur undir jørð
eru nøkur vinfólk send at bjarga
einum kongssoni, ið er tikin
fangi. Men á ferðini til
undirheimin koma tey at standa
andlit til andlits við óndskap, ið
er vakrari og deyðiligari enn tey
nakrantíð høvdu dugað at ímynda
sær.
C.s. Lewis hevur skrivað bókina.
Pauline Baynes hevur myndprýtt,
og Theodor Hansen hevur týtt
bókina til føroyskt.
Bókin er 203 blaðsíður og er
vælegnað til tey 11-13 ára
gomlu.
Flogmaður
Hjá Conor Broekhart er einasti
útvegurin... uppeftir.
Conor Broekhart var føddur til
at flúgva. Ella rættari sagt, so
var hann føddur á flogi. Tað kann
tí valla undra, at hann gjørdist
tann, hann gjørdist.
Eina myrka nátt á Stóru Saltoy
var lív hansara lagt í oyði og
eydnan tikin frá honum av eini
óndsinnaðari og vælskipaðari
svikagerð. Fyri at bjarga familju
sínari og at rætta ein ræðuligan
skeivleika noyðist Conor at verða
fyrstur at røkka dreyminum at
flúgva.
Eoin Colfer hevur skrivað
bókina. Hetta er sami høvundur,
sum hevur skrivað vælumtóktu
røðina um Artemis Fowl. Bergur
Rasmussen týddi til føroyskt.
Bókin er 392 blaðsíður og er
ætlað teim ungu.
Bókarúgva frá Bókadeildini
Øll spurdu, hvør mundi hava skrivað, tá útvarpið hjá
Kringvarpinum síðsta vetur hvønn fríggjamorgun hevði
eina sera vælskrivaða klummu sum part av
morgunsendingini.
Ikki fyrr enn seinasta klumman varð lisin tann tann 29.
mai avdúkaði útvarpið, at tað var Armgarð Arge,
gudfrøðingur, sum starvast í Kringvarpinum, sum skrivað
hevði.
Nú eru allar tær 31 stuttligu klummurnar komnar út í
bók – og til hvørja klummu hevur Óli P, skemtiteknari hjá
Sosialinum, gjørt stuttliga tekning.
Tað er Føroyaprent, sum hevur staðið fyri prentingini,
og tað er felagið Saluto, sum gevur bókina út.
Bókin kom í bókabúðirnar í gjár.
Nr. 101 • Vikuskiftið 29. – 31. mai 2009 • 83. árgangur • Kr. 20,00
Føroya
Tele keypir
Vodafone
Síða 8
Ungur høvundi:
7 dagar í
helviti
Síða 6-7
Síða 28-29
PresTur lumPaði øll
Breti granskar
danskt í før
oyskum
Pengarnir skulu
røkka sum longs
Vikuskifti
- Fólk halda, at tað
ber ikki til at hava
humor, tá ein vanliga
tosar um Gud, sig ur
ein óvfarin Armgarð
Arge. Í morgun varð
siðiligi presturin
avdúkað sum loyni-
ligi og beinrakni
klummuskrivarin hjá
Kringvarpinum. Og
næsta klumman er
longu á veg, sigur hon
Klummurnar hjá
Armgarð út í bók
Tær 31 klummurnar, sum Armgarð
Arge skrivaði til morgunsendingina
hjá Kringvarpinum síðsta vetur, eru
nú komnar út í bók
Mongu gittu – men
fá gittu rætt, at tað
var Armgarð Arge,
sum skrivað hevði
klummurnar hjá
Kringvarpinum síðsta
vetur. Eisini Sosialurin
undraðist – og tað gjørdist
forsíðusøgan hendan
fríggjadagin 29. mai,
tá høvundurin varð
avdúkaður