týsdagur 20. oktober 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 200 - 20. oktober 2009
lýsing
AdvokAtskrivstovAn
Halgir Winther Poulsen, adv.
Fríða Patursson, adv.
Óla Jákup Kristoffersen, adv.
Christian Andreasen, adv.
Niels Winther Poulsen, adv.
Jógvan E. Winther Poulsen, adv.
Eyðbjørn Larsen, adv. ft.
Skrivstova okkara fæst við løgfrøðiligt
arbeiði á breiðum grundarlagi. Vit umboða
bæði størri og smærri privatar fyritøkur,
almennar stovnar og kommunur, sum vit
veita løgfrøðiligar tænastur. Vit fáast eisini
við rættarmál, umframt við búviðgerð av
deyðs- og trotabúgvum.
Í løtuni eru vit íalt 19 starvsfólk, harav
7 advokatar. Á skrivstovuni er eitt óhá-
tíðarligt arbeiðsumhvørvi við góðum
starvstreytum.
Vit hava nú tørv á einum fulltrúa, sum
skal kunna átaka sær arbeiði innan øll
okkara arbeiðsøki, men í fyrstani hugsa
vit serliga um millum annað at gera ymiskt
fyrifallandi løgfrøðiligt kanningar- og fyri-
reikingararbeiði fyri aðrar advokatar á
skrivstovuni, møta í fúta- og skiftirætti
bæði í Havn og sýslunum og arbeiða við
innheintingarmálum.
Viðkomandi, sum settur verður í starv,
skal rokna við stórari arbeiðsbyrðu, har
arbeiðsdagarnir onkuntíð verða langir. Vit
leggja dent á, at fulltrúin er fyrikomandi
bæði mótvegis sínum starvsfeløgum og
viðskiftafólki. Tann, sum verður settur,
skal hava evnini til at avgreiða tær ymsu
uppgávurnar skjótt og væl. Eftirsum at
vit eisini umboða útlendskar klientar, skal
viðkomandi eisini vera væl fyri í enskum.
Tann rætti umsøkjarin kann rokna við
einum spennandi og avbjóðandi starvi.
Fulltrúatíðin er trý ár, íroknað skeiðvirk-
semi í Danmark. Løn og aðrar starvstreytir
verða eftir nærri avtalu.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær
til okkara og tosa við ein av advokatunum
á skrivstovuni.
Umsóknir við prógvum og møguligum
viðmælum skulu sendast okkum til post-
smogu 6, FO-110 Tórshavn ella við teldu-
posti til jura@jura.fo og vera okkum í
hendi í seinasta lagi 2. november 2009.
Frúutrøð 4
Postboks 6
Fo-110 tórshavn
tel 35 33 35
Fax: 35 33 36
www.jura.fo
ADVOkATFULLTrúi
Vit søkja eftir einum advokatfulltrúa at byrja beinanvegin
Tvingsils
søla
Týsdagin tann 11. nov
ember 2009 kl. 11.00,
verður á Dómaraskriv
stovuni í rættarsali IV,
undir Glaðsheyggi 14,
100 Tórshavn, hildin
tvingsilssøla yvir matr.
nr. 173, Eiði.
Talan er um eini eldri
sethús við kjallara, mið
hædd og lofti. Búøkið
er 82 fermetrar. Kjallarin
er óinnrættaður. Mið
hædd: gangur, køkur,
tvær stovur. Loft: tvey
kømur úti á lofti og
baðiverilsi. Húsini krevja
ábøtur.
Sølan er umbiðin av
Fríðu Patursson, advo
kati, Frúutrøð 4, Tórs
havn, tlf. 35 33 35, e
mail frp@jura.fo (j. nr.
20090784),
ið
kann
geva nærri upplýsingar
og útflýggja tvingsils
søluuppstilling, og sum
nærri avtala kann ger
ast við, um ynskt verður
at síggja ognina.
Føroya Fútarættur,
tann 12/102009
AdvokATskrivsTovAn
Frúutrøð 4 • Postboks 6
Fo110 Tórshavn
Tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36
www.jura.fo
Leiðari til
Barnaverndartænastuna
Fyri Sørvágs-, Vága-, Kvívíkar- og
Vestmanna kommunu
Lýst verður eftir leiðara til Barnaverndartæn
astuna. Starvið verður sett frá 01. novembur
ella sum skjótast hereftir.
Barnaverndartænastan heldur til á skrivstov
uni hjá Vága kommunu í Sandavági, nakað av
ferðing má roknast í starvinum.
Arbeiðsøkið er Sørvágs, Vága, Kvívíkar og
Vestmanna kommunur umframt Tórshavn.
Uppgávur og avbjóðingar:
• leiðarin hevur dagligu leiðsluna av
Barnaverndartænastuni
• leiðarin hevur ábyrgdina av, at
Barnaverndartænastan er ein vælvirkandi
tænastudepil
• leiðarin hevur ábyrgdina av at tryggja eitt
vælvirkandi tvørfakligt samstarv við tey
fakfólk í økinum, ið vara av børnum og
ungum
• málsviðgerð av Barnaverndarmálum
• umsiting av børnum við serligum tørvi,
smb. § 5 í dagstovnalógini
Førleikakrøv:
• hóskandi ástøðiliga útbúgving
• kunnleika til sosiala økið, kommunal
viðurskifti og fyrisitingarrætt
• leiðsluroyndir ein fyrimunur
• góð samstarvsevni
Setunarviðurskifti:
Starvið verður lønt í samsvari við fakligan
førleika og royndir.
Umsókn:
Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvum
og viðmælum til Barnaverndartænastuna,
Postrúm 19, 360 Sandavágur skal verða Barna
verndartænastuni í hendi í seinasta lagi 26.
oktobur 2009 kl. 12.00.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til
Jónley Poulsen, virkandi leiðara, tlf. 213960
ella Karl A. Olsen, formann í samstarvsnevnd
ini, tlf. 770107.
Barnaverndartænastan tilskilar sær rættin til
at søkja av nýggjum, um ikki nóg nógvar
umsóknir eru til starvið.
Barnaverndartænastan
fyri: Sørvágs, Miðvágs, Sandavágs,
Kvívíkar og Vestmanna kommunur
Hammershaimbsvegur 1 • Postrúm 19 • 360 Sandavágur
Tlf. 333 960 • Fartlf. 213 960 • Email bvt@sandavagur.fo
Bygdarfelagið
Glæman
Verður í Glæmuni 28. novembur
frá kl. 14 til 19.
Tey, ið ynskja at verða við, kunnu
ringja tlf 211490 ella 212442
Jólasølan í Kvívík
Hjálparfólk
Søkt verður eftir avloysara fyri starvsfólk í
farloyvi frá 25.11.2009 til 03.08.2010.
Søkt verður eftir ófaklærdum hjálparfólki til fyri
fallandi arbeiði, m.a. at halda starvsstovuna ruddi
liga, reingerða eftir tørvi og hjálpa til við savnsrøkt.
Teldunýtsla er stórur partur av arbeiðnum og er
tað tí eitt krav at duga at brúka teldu, serliga tekst
viðgerð.
Havlívfrøðiliga royndarstøðin fæst við at kanna botn
djór í havinum um Føroyar. Vit savna tilfar, kanna,
skráseta og goyma á savni.
Løn verður eftir sáttmála við Starvsmannafelagi.
Starvið er 32 tímar um vikuna, og arbeiðstíðin kann
leggjast í samráð við leiðsluna.
Tey, sum vilja hava nærri upplýsingar um starvið kunnu
venda sær til Jan Sørensen, leiðara. jan@havbotnur.fo
Umsóknarfreistin er 6. novembur 2009. Tey sum eru
áhugað kunnu senda umsókn til:
Havlívfrøðiligu Royndarstøðina (BIOFAR)
Mjólkargøta 7 · FO-180 Kaldbak · Tlf 73 60 60
Sunnudagsskúli í Hoyvík
Hvønn sunnudag klokkan 11 er
sunnudagsskúli í Hoyvíkar kirkju.
Tú ert eisini vælkomin at verða við.
Vegna sunnudagsskúlan í Hoyvíkar kirkju
Snorri Brend (fartlf. 598599)
www.sosialurin.fo