mikudagur 21. oktober 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 201 - 21. oktober 2009
Umval eingin loysn
Eitt valumfar afturat kann loysa ta aktuellu politisku
kreppuna í Afghanistan, men umvalið loysir ikki
trupulleikarnar við teirri sera umfatandi korrupsjónini í
landinum. Tað sigur amerikanski verjumálaráðharrin,
Robert Gates. Hann leggur ikki fingrarnar ímillum og
sigur, at korrupsjónin er allastaðni í teirri almennu
umsitingini, eisini á stjórnarstigi. Robert Gates, sum er
á vitjan í Japan, segði á tíðindafundi í Tokyo, at
korrupsjón og vánalig embætisførsla eru trupulleikar,
sum mugu loysast.
Einki skjøldur uttan fyri NATO
Amerikanska stjórnin hevur ongar ætlanir um at seta upp rakettverkuskipanir í
londum, sum ikki eru limir í verjusamgonguni NATO. Tað sigur amerikanski
varaverjumálaráðharrin, Alexander Vershbow. Ráðharrin, sum er á vitjan í
Georgia, segði á tíðindafundi í gjár, at USA tingast nú við hini NATO-londini um,
hvat skal gerast, nú ætlanin um ein rakettverjuskjøldur í Evropa er løgd í
skuffuna. Alexander Vershbow legði dent á, at USA tisar ikki við lond uttan fyri
NATO um tann spurningin, og hann vissaði um, at USA hevur ongar ætlanir um
at fáa sær herstøð í Georgia.
Felagið handan Pipar
& Salt, sum Sjúrður
Skaale og Jákup
Veyhe eiga, stendur
á so djúpum sjógvi
fíggjarliga, at tað ikki
longur grynnur. Eitt
miseydnað parta
brævaævintýr er
orsøkin
RoknskapuR
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
SP/F Pipar & Salt, sum er
felagið hjá Sjúrði Skaale og
Jákupi Veyhe, fer helst í
søguna skjótt.
Orsøkin er, at felagið er
komið út í fíggjarligt óføri,
og at eginpeningurin er
bliv in negativur.
Tað gongur fram í sein-
asta roknskapinum hjá SP/F
Pipar & Salt, sum vísir eitt
negativt ársúrslit upp á
897.290 í rakstrarúrslitinum
fyri tíðarskeiðið 01.02.2008
til 31.01.2009.
Hetta er tann beiski veru-
leiki, sum menninir handan
allar Pipar & Salt fram-
førslur, sendingar og annað,
sum hava undirhildið før-
oy ingum í óteljandi tímar,
mugu fyrihalda seg til í
dag.
Orsøkin
til
hetta
er
hvørki, at teir ongar pengar
fingu fyri at framføra á
festi valinum Við Múrin,
ella at teir hava oyðsla
peng arnar burtur í einum
marg lætisrúsi, men heldur
eitt heilkiksað ævintýr inn í
partabrævaheimin.
Mist alt upp á
partabrøv
Sjúrður Skaale greiðir frá,
at orsøkin til ovurstóra hall-
ið er, at teir hava mist allan
peningin upp á íløgur í
parta brøv.
- At gera sendingar og at
hava Pipar & Salt hevur í
veruleikanum bara einaferð
veruliga givið yvirskot, og
tað var í 2005. Annars er
tað fíggjarliga tungt at
fram leiða sjónvarp og at
skipa fyri undirhaldi, greið-
ir Sjúrður Skaale frá.
Tað er hetta yvirskotið í
tíðarskeiðinum 2004/2005
og 2005/2006, sum til sam-
ans er umleið ein millión,
sum teir hava brúkt til at
seta í partabrøv.
Fylgdu ráðgeving
frá Eik
Tá Sjúrður Skaale og Jákup
Veyhe settu pening í parta-
brøv, var tað eftir ráðgeving
frá Eik Banka.
- Tað var tá alt gekk væl í
2007, sum jú nokk var tíðin,
tá man kanska ikki eigur at
seta pening í partabrøv. Vit
áttu eina eginogn í Eik, og
vit læntu upp á eginognina
og settu alt í partabrøv, eis-
ini eginognina. Tað var Eik,
sum stóð fyri ráðgevingini,
men sjálvandi er ábyrgdin
okkara,
sigur
Sjúrður
Skaale.
Í roknskapinum hjá SP/F
Pipar & Salt sæst, at virðis-
brøvini við endan á rokn-
skaparárinum 2007/2008,
tann 31.01.08 høvdu eitt
virði á góðar 1,5 millión
krón ur. Eftir hetta er fíggj-
arkreppan komin, og so at
siga øll partabrøv eru fallin
í virði. Tann 31.01.09 høvdu
virðisbrøvini hjá SP/F Pipar
& Salt einans virði á
697.242 krónur, sum merk-
ir at teir hava mist góðar
830.000 krónur upp á eitt
ár.
Samstundis stendur fe -
lagið eftir við einari banka-
skuld upp á 1.057.509
krón ur, umframt aðra skuld,
sum ger, at felagið stendur
við einari samlaðari skuld
upp á 1.283.234 krónur.
Fyri felagið merkir hetta,
at tann samlaða eginognin
hjá felagnum, sum tann
31.01.2008 var 311.000
krónur, tann 31.01.2009 er
minus 585.992 krónur.
Tó kann viðmerkjast, at
partabrøvini eru hækkaði
nakað síðan hetta, tó ikki
nóg nógv til, at felagið
kem ur undan negativu egin-
ognini.
Felagið fellur
Framtíðin hjá felagnum er
sostatt sera ivasom. Lítið
sannlíkt er at felagið fer at
hóra undan. Tað er ikki
uttan so, at tey partabrøv,
sum felagið eigur í, brádliga
vaksa líka nógv í virði, sum
tey eru fallin, og sum út -
litini eru í løtuni, er tað
ósannlíkt.
Sjúrður Skaale fegnast tó
um, at felagið ikki skyldar
nøkrum nakað.
- Eik hevur veðrætt í øll-
um partabrøvunum, og teir
stóðu
fyri
ráðgevingini.
Men sjálvandi er ábyrgdin
okkara. Tað eru tveir partar,
sum hava gjørt ein handil,
Eik og Pipar & Salt, og
eing in annar enn hesir hev-
ur mist pening. Bæði eg og
Jákup fegnast um, at eingin
annar er raktur av okkara
óhappi,
sigur
Sjúrður
Skaale.
Menninir standa tó
Menninir handan Pipar &
Salt, Jákup Veyhe og Sjúrð-
ur Skaale, fara tó ikki í
søguna við felagnum. Tískil
skuldi møguleiki kunna
verið fyri, at teir aftur tríva
í eitthvørt skemtiligt, um
áhugin var fyri tí.
Tó er greitt, at tað neyvan
verður við hesum smáparta-
felagnum aftanfyri seg.
Pipar & Salt á húsagang
Tað verða ongar stórar sigarir og hvítir klædningar til Jákup Veyhe og Sjúrð Skaale úr felagnum SP/F Pipar & Salt. Eitt stórt lán í partabrøv, sum síðan fullu í virði,
hevur ført felagið út av fíggjarligu eggini
(Savnsmynd)