mikudagur 21. oktober 2009síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindi
Nr. 201 - 21. oktober 2009
Ein maður er ákærdur
fyri í tveimum førum
at hava koyrt bil
ávirk að ur av heilivági,
og Føroya rættur sig
ur týsdagin í næstu
viku, hvør revsingin
skal verða
Ábyrgdarleys
koyring
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Ferðslulógin sigur einki
bein leiðis um at koyra bil,
tá ið tú ert ávirkað av heili
vági. Men tú skalt halda teg
i høgu síðu av vegnum og
koyra beint, og á pakkum
við
summum
heilivági
stend ur ein reyður tríkantur
við viðmerkingini um, at tú
skalt vera varin við at koyra
bil, hevur tú etið tann heili
vágin.
Týsdagin
seinnapartin
við gjørdi Føroya rættur eitt
mál, har ein 58 ára gamal
mað ur er ákærdur fyri í
tveim um førum at hava
koyrt ávirkaður av heili
vági.
Hann viðgekk at hava
et ið heilvág báðar ferðirnar,
hann varð tikin í 2007, men
hann noktaði fyri at hava
koyrt so skjótt, sum eitt
vitni vildi vera við.
Fyrru ferðina maðurin
varð tikin, hevði ein maður
sæð mannin koyra út frá
SMS. Maðurin hevði ringt
til politiið og boðað frá, at
mað ur in koyrdi ikki, sum
hann skuldi. Hann hevði
slingr að úr einari síðu í aðra
og hevði eisini koyrt upp á
kantin á koyri breyt ini.
Politiið bað henda mannin
um at elta bilin, og hann so
gjørdi. Tá ið teir komu hag
ar, sum maðurin, búði, var
politiið har.
Sovnaði niður
á rattið
Tá var maðurin so illa fyri,
at hann mestsum sovnaði
nið ur á rættið.
Politisturin, sum hevði
tik ið mannin, greiddi frá, at
hann hevði sítt stríð við at
vekja mannin, sum varð
tik in oman á støðina, har
ein lækni skuldi gera nakr
ar royndir við manninum,
men illa gekk, tí maðurin
var
so
doyvdur.
Hann
luktaði ikki av rúsdrekka,
so tað mátti vera okkurt
annað, segði politisturin.
Einki skil var í tí, sum
maður in segði.
Farið varð út á Lands
sjúkra húsið við manninum,
og heilsustøðan var mett at
vera so álvarslig, at hann
varð lagdur í respirator í
1012 tímar.
Tann ákærdi dugdi ikki
ná greiniliga at siga, hvat
hann hevði etið av heilivági
tann dagin, men tað var
mest kodimagnyl, sissandi
heili vágur og heilivágur
fyri at sovna, segði hann.
Tikin aftur
Nakrar mánaðir seinni varð
maðurin aftur tikin. Hann
var komin norðaneftir, og
hann varð steðgaður av
politi num uppi í Hoyvík.
Politist ur in, sum steðgaði
hon um, segði, at hann eins
og fyrru ferðina slingraði
við bilinum eftir vegnum.
Hann luktaði ikki av rús
drekka, men hann var sløv
ur og bara mutlaði. Sam
bært
politistinum
hevði
mað ur in tá sagt, at hann var
í viðgerð við heilivági. Tað
var eins og høvdið á manni
num og armarnir ikki sam
arbeiddu, og tað gekk seint
hjá honum at finna koyri
kortið fram. Politisturin
noydd ist at styðja mannin
inn í politibilin, tí hann var
so óstúttur á beinunum.
Eins og fyrru ferðina
vórðu kanningar gjørdar av
minni num. Hann kláraði
ikki at skriva, vildi bara
sleppa at sova. Einki alko
hol var í blóðinum, men
stór ar nøgdir av heilivági,
tó ikki líka stórar nøgdir
sum fyrru ferðina.
Korthúsið rapaði
Tann ákærdi greiddi í rætti
num, hvussu tað bar til, at
hann var komin út í so stóra
misnýtslu.
Tað byrjaði við, at hann
var undir stórum trýsti av
ein um
ábyrgdarfullum
starvi. Hann hevði greitt
einum
skyldfólki
frá,
hvussu nógv stóð á honum,
og hetta skyld fólkið hevði
tá givið hon um eina stillandi
tablett. Tablettin virkaði
beinan veg in, og liðugt var.
Hann hevði drukkið illa,
hevði verið til avvenjingar,
men datt út í aftur og hevði
nøkur long tørn.
So misti hann húsini, og
alt rapaði.
Fleiri ferðir í viðgerð
Øll hesi árini hevði hann
mis brúkt heilivág, og eina
ferð hann ringdi til læknan,
segði læknin nei til at geva
honum heilivág. Hann vildi
hjálpa honum í aðrar mátar,
og hann varð innlagdur, til
hann aftur kundi sova uttan
at taka heilivág.
Tað gekk illa at fáa
heilivág, og hann fór so til
av v enjingar fyri sína tablett
mis nýtslu, fór aftur at
drekka, men nú hevði hann
ikki rørt nakað í fleiri mán
að ir.
Maðurin
greiddi
frá,
hvørji sløg av heilivági
hann gjøgnum árini hevur
fing ið. Umframt heili vágin,
sum læknar skrivaðu hon
um, hevði hann fylt seg við
Kodi magnyl. Kodimagnyl
er tað ringasta at vera heftur
av, segði hann.
Dómur um eina viku
Ákærin helt, at maðurin
hevði koyrt so mikið ávirk
aður, at hann átti at verða
dømd ur, sum um hann
hevði alkoholpromillu upp
á 1,5 til 2. Hon helt tað vera
her ðandi umstøður, at hann
hevði gjørt somu brot á
ferðslu lógina stutt eftir, at
hann varð tikin fyrru fer ð
ina. Kravið hjá ákæra num
var, at hann skuldi missa
koyri kortið í fýra ár, í øðr
um lagi trý ár, og í triðja
lagi hálvt triðja ár. Haraftrat
skuldi hann rinda bót.
Verjin helt, at maðurin
átti at sleppa við eini lítlari
bót og ikki at missa koyri
kortið.
Drúgvt og hart orðaskiftið
var
millum
verjan
og
á kæran um, hvat ferðslu
lógin sig ur um slíkt.
Málið varð tikið upp til
dóms, og dómur fellur týs
dagin í næstui viku.
Kongur fyri atfinningum
Fleiri norðmenn halda, at Haraldur kongur gjørdi eitt
mistak, tá hann undir einari vitjan í einari mosku í Oslo
mánadagin segði seg hava virðing fyri trúarfrælsinum,
men at tað norska kongshúsið eigur at vera kristið eisini
í framtíðini. Í HumanEtisk Forbund halda tey, at tað er
skeivt av kongi at leggja seg útí, hvønn átrúnað komandi
kongar skulu hava, tí tá er hann við til at avmarka
trúarfrælsið, sum hann annars sigur seg styðja. Hinvegin
halda Islamska Ráðið í Noregi og tann katólska kirkjan í
Noregi, at kongur hevur fullan rætt til ta siga tað, sum
hann segði.
Ymiskt pressufrælsi
Ongastaðni í heiminum er pressufrælsið so stórt sum í
Danmark og Finnlandi. Tað er í hvussu er niðurstøðan í
einari kanning, sum felagsskapurin Tíðindafólk Uttan
Landamark hevur gjørt. Felagsskapurin hevur hugt at
pressufrælsinum í 175 londum. Á fremsta plássi eru
Danmark og Finnland, og í hølunum á teimum koma
Írland, Noreg og Svøríki. Í hinum endanum eru
Turkmenistan, Norðurkorea, Eritrea og Iran, og sagt
verður, at umstøðurnar hjá tíðindafólki at arbeiða í Iran
versna støðugt. USA er nummar 20 á listanum.
Tá Petur Sólsker
leygar dagin tók epli
upp úr veltu sínari,
stakk eitt óvanliga
stórt epli seg undan
flag num. Tað er eina
sponn langt og vigar
næst an eitt kilo
epli
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Eplagróðurin í ár hevur ver
ið góður, og hjá teimum
flestu hava eplini víst seg at
vera stór og góð. Tó mun nu
tað vera tey fæstu, ið fingið
hava eitt so stórt epli, sum
tað, Petur Sól sker tók upp úr
eplaveltu síni sunnanfyri
Eiði, suðuri undir gamla
portri, sum tey kalla tað.
Tá Petur lyfti flagið
omanav og tók í eina eplið,
stóð tað mestsum fast. Tað
hevði grivið seg langt
niður í moldina, mátti
hálast upp.
Eplið vigar 830 gramm,
er 19 sentimetrar langt og
hevur eitt tvørmát á 30,5
senti metrar um miðjuna.
Um málið upp á longdina er
46,5 sentimetrar. Hóast epl
ið er ovurstórt, er tað ikki
illa farið upp á nakran máta,
sum stór epli annars ofta
hava lyndi til at vera, eingin
snigil hevur verið á tí og tað
sær sera gott út.
Petur
Sólsker
setti
niður um 20.mai í ár,
og tók upp aft ur
nú leyg ar dag in
tann 17. okto
ber.
Setan var av slagnum
Folva, og Petur segði seg
brúka vanligt handilstøð.
Um hetta man vera størs
ta eplið, sum tikið er upp í
Føroyum, er tó ilt at gita
um, tá eingi slík skrá sett
hagtøl
munni
finnast.
Sosialurin skrivaði tó í
2005 um eitt annað stórt
ep li, sum vá 705 gramm.
Vanliga
verða
200
gramm av eplum roknað
upp á fólkið, tá matur skal
gerast, og um so er, kunnu
fýra fólk býta hetta eina
epl ið mill um sín, tá tað
verð ur
koyrt
í
pottin.
Petur Sólsker við ovurstóra
eplinum, sum hann tók
upp úr veltu sínari beint
sunnanfyri Eiði
Mynd: Rógvi Nybo
Óvanliga
stórt epli
Eplið er 30,5 sentimetrar til ummáls, har tað er breiðast,
og 46,5 sentimetrar har tað er longst
Mynd: Rógvi Nybo
Kodimagnyl er
tað ringasta