Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. oktober 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 201 - 21. oktober 2009 Hergeir Nielsen, løg­ tingsformaður, vil fegin seta uppskot fram, um at gera Før­ oyar til fleiri valdømi. Hetta sigur hann júst tvey ár eftir, at undanmaður hansara fekk undirtøku fyri at gera Føroyar til eitt valdømi Valdømi Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Vit umrøða fleiri valdømi í formansskapinum, og verð­ ur semja um eitt tílíkt upp­ skot, vil eg fegin verða við sum uppskotsstillari. Hetta staðfestir Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, tvey ár eftir, at undanmaður hansara í formansessinum, Edmund Joensen, sam an við tinginum fekk gjørt Før oyar til eitt val­ dømi, tá velj ast skal til Føroya Løg ting. Í gjár avdúkaði Sosialur­ in, at ein lítil meiri luti á Før oya Løgtingi, sigur seg vera fyri at broyta løg tings­ lóg um val til Før oya Løg­ ting, soleiðis, at tað aftur vera fleiri val dømi, tá velj­ ast skal. Óbúgvin avgerð Løgtingsformaðurin stað­ festir, at hann ong antíð var fyri at gera Føroyar til eitt val dømi og greiðir frá, at hann heldur lítið um háttin, av gerðin varð tikin uppá. – Avgerðin varð trumfað ígjøgnum av løgtings for­ manninum, sum var tá. Hann fekk helvtina av for­ mansskapinum við sær og trumfaði tað ígjøgnum. Fing urin varð ongantíð stung in í jørðina og tí var avgerðin óbúgvin. Men ting ið samtykti tað, og tað er sjálvandi hægsti myndug­ leiki, sigur Hergeir Niel sen. Fleiri skift hugsan Formaðurin á tingi sigur eis ini, at tað eru fleiri ting­ menn, sum hava skift hugs­ an. – Eg havi merkt, at tað eru fleiri og fleiri, sum vilja venda aftur til gomlu skip­ anina, tí tað hevur ongantíð verið so nógvur lokal poli­ tikkur á tingi, sum ætlanin var at sleppa undan við hesari skipanini. – Og hatta við at fleiri kvinnur skuldu koma inn... Tær, sum eru kom nar inn, høvdu eisini slopp ið inn við fleiri val dømum, heldur Her geir Nielsen. Men er tað ikki nakað tíð liga at venda aftur til eina slepta skipan so skjótt. Longu tvey ár eftir hon er komin í gildi? – Tað er sjálvandi sera óhepp ið at spæla ping pong soleiðis í føroyskum poli­ tikki, men orsøkin til, at tað bleiv soleiðis, er tí tað varð trumfað ígjøgnum. Og so kann eg leggja afturat, at í modernaða Vesturheim in­ um eru bara tvey lond, sum hava eitt valdømi, og tað eru Grønland og Føroyar, svarar løgtingsformaðurin. Formansskapurin má við Hergeir Nielsen staðfestir tí, at hann fegin vil leggja uppskot fram, um at broyta løgtingslóg um val til Løg­ tingið. – Eg havi ongantíð verið fyri einum valdømi, og fái eg undirtøku í formans­ skap inum, er bestemt ikki óhugsandi, at eg geri tað, sigur Hergeir Nielsen, løg­ tingsformaður. Tó er ikki líkt til, at tað verður einmælt, at for mans­ skapurin vil vera við til hetta. John Johannesen – sum er við í formansskapinum – er nevniliga ímóti at broyta verandi lóg um val til Føroya Løgting. Hinir limirnir í formansskapinum – Alfred Olsen og Jógvan á Lakjuni – siga seg í spurna­ kanningin hjá Sosialinum í gjár vera fyri, at gera Før­ oyar til fleiri valdømi aftur. Setir ongan í bás Spurningurin er tí um ver­ andi løgtingsformaður – hóast hann vil hava allan formansskapin við – nú torir at spæla høgt spæl – sum undanmaðurin hansara – og megnar at broyta skip­ anina. – Vit eru so mikið tíðliga í tilgongdini, at ongin skal setast í bás við eini ávísari hugsan. Nógvir møguleikar eru at broyta lógina, og tí er hopileyst at siga, hvør hev­ ur júst hvørja hugsan í ver­ andi løtu, sigur ting for mað­ urin. Tingformaðurin arbeiðir við fleiri valdømum Eftir at Sosialurin í gjár avdúkaði, at ein tepur meiriluti er fyri at gera Føroyar til fleiri valdømi, staðfestir Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, at hann fegin vildi lagt at tílíkt uppskot fram CIA-fongsul í Litava Litavski forsetin, Dalia Grybauskaite, sigur seg hava illgruna um, at amerikanska fregnartænastan CIA hevur havt eitt loyniligt fongsul í Litava, og at tað bleiv brúkt til at hýsa monnum, sum vóru undir illgruna fyri at hava samband við yvirgang. Á einum tíðindafundi segði Grybauskaite, at hon kann hvørki vátta ella avsannað, at CIA hevur fjalt fangar í Litava, men at hon og fleiri við sær hava illgruna um tað. Amerikanska sjónvarpið ABC hevur fyrr sagt frá sínum keldum, at CIA hevur havt eitt loyniligt fongsul í Litava. Ófriður í Suðurafrika Forsetin í Suðurafrika, Jacob Zuma, segði í gjár, at stjórnin fer ikki at góðtaka, at ófriðurin teir seinastu dagarnar fer at halda fram. Í fleiri fátækrabýlingum hava svørt mótmælt teimum sera vánaligu livikorunum. Tey hava sett eld á hús og bilar, og nógvastaðni hava samanbrestir verið millum mótmælisfólk og løgregluna. Jacob Zuma vil vera við, at svikafullir embætismenn og vánalig stýring eru orsøkin til, at livikorini eru so vánalig í fleiri býum. Hann leggur tó afturat, at altjóða fíggjarkreppan hevur gjørt ilt verri.