Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. oktober 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 201 - 21. oktober 2009 Seinasta leygardag var samkoma á eldra­ sambýlinum Kondals­ býlið í samband við, at 10 ár vóru liðin, síðan heimið var tikið í brúk. Her var væl av fólki komið saman, bæði almenn umboð, og fólk sum á onkran hátt hava samband við heimið umframt búfólkið. Rólant Poulsen, borgarstjórin, bjóðaði vælkomin og síðan var Tordur Niclassen gestarøðari. Hann segði millum annað Tit bygdu hetta land Fyrst fari eg at ynkja tykkum, sum her búgva og starvast, hjartaliga tillukku við degnum. Somuleiðis hjartaliga tillukku til Eiðis kommunu. Vit kunnu siga, at ein menning farin fram innan eldraøki tey seinru árini. Áhugavert er at leggja til merkis, at stigtakarar mang­ an, ja oftast, hava verið ein­ staklingar ella kommunur. T.d. tá stig á sinni vórðu tik­ in til Eysturoyar Røktar­ og ellisheim. Tá vóru tað ein­ staklingar sum ein vetrar­ dag í 1961 funnu saman at tosað um tørvin og hvat, ið møguliga átti at verið gjørt. Tað byrjaði við “lítlum” – einum tanka og far hetta meg at hugsað um orðini úr Halgubók “Tí hvør fer at vanvirða dagin, tá ið byrjað verður við lítlum!” Í so máta er Korndalsbýlið heldur ikki nakað undantak. Eiðis bygdaráð hevði 3. februar 1997 til viðgerðar skriv frá borgara, har hesin “luftar” nakrar tankar við­ víkjandi støðu teirra eldru í kommununi. Eg vil í hesum sambandi takka táverandi bygdaráð­ num fyri, at avgerð varð tik­ in um, fara til verka, so­ leiðis, at ovara hædd við 10 plássum, varð tikin í nýtslu á heysti í 1999. Sjálvur hevði eg ta gleði at sita í bygginevndini sam­ an við Hans J. Í Kollsbyrgi, sum tá var borgarstjóri, Knúti Vesturdal, bygdaráðs­ limi og Ronald Poulsen, sum var ráðgevi og hevði eftirlitið um hendi. Nøkur ár seinri varð so útbygt við fimm plássum í kjallaranum. Hetta átak – og onnur – er eitt prógv um, at tað ber til hjá eini so at siga lítlari kommunu at fremja í verki dygdargóðar umstøður til borgaran. Tað velst um prioritering! Og hesar umstøður gera, at borgarar hava møguleika fyri at verða í heimbygdini og heimligum umhvørvi, eisini tá árini eru vorðin mong og hjálpandi hendur mega taka fatt. Tá Malla Reynbú, sum búleikaðist her heiminum, fylti 100 ár fyri nøkrum árum síðan, fortaldi hon mær frá ommu sínari Siggu Katrinu, sum var fyrsti før­ oyingur, sum varð bedøv­ aður. Hon var vorðin sjúk í hondini, og neyðugt var at taka hondina. Komin til Havnar á sjúkrahúsið hitti hon seks eiðismenn, sum vóru farnir eftir lækna. Hes­ um monnum segði Sigga Katrina farvæl, tí hon væntaði ikki at fara at vakna aftur, eftir at hon varð bedøvað. Men so bleiv ikki – tvørturímóti. Meðan skurðviðgerðin fer fram, tá merkir læknin, at onkur klípir seg í lærið. Jú, mín sann, tá er tað Sigga Katrina sum er vaknað! Læknin ætlaði so beinanvegin at geva meiri bedøvilsi, men tá mótmælti omman. Hetta mátti hon bíta í seg, og sjálvandi kendi hon pínu – og serliga meint varð tað, tá sagin fór ígøgnum mergin. Hetta sigur ikki so lítið um harðføri, tol og úthaldni! Ommusystir Mallu, Jóhanna Poulsen, búði á Eiði. Eisini hon var undan­ gongukvinna. Hon varð fyrsta føroyska kvinna, ið fór til Danmarkar at læra til jarðarmóðir. Tey, sum búleikast, her hoyra til tað ættarlið, hvørs dagligdagur varð og er merktur av nøgdsemi og Gudsótta. Neyvan hevur nakað ættarlið megnað at lyfta tey eftirkomandi so væl upp á hægri støði sum tykkara ættarlið. Tit løgdu lunnar undir hetta samfelag: Talan er um einstaklingar, sum vegna aldursbroytingar og sjúku, tá brekkan gjørdist ov tung, eru komin her at vera. Ábyrgd starvsfólkanna er at veita neyðuga hjálp væl kryddað við kærleika og umsorgan. Av royndum tori eg at siga, at við tí fakliga før­ leika og hjartalag, ið starvs­ fólkið hava sýnt og sýna, er Korndalsbýlið vorðið eitt trygt og fjálgt stað hjá bú­ fólki at búgva og hjá av­ varðandi at koma til. Aftaná hevði leiðarin Her­ frid Poulsen frágreiðing um gerandisdagin á heiminum, og so hugnaðu øll sær við einum góðum drekkamunni. ó. Korndalsbýlið á Eiði 10 ár Tordur vísti á, hvussu eldra ættrarliðið bygdi hetta land Emma Hansen sang sera vakurt Millum gestirnar vóru Jóannes Klein og Asbjørn Djurhuus Tvær av teimum sera skilagóðu kvinnunum á heiminum, javnaldrarnir Sigrid Samuelsen og Sanna Andreassen Sonja Klein t.v. er økisleiðari fyri eldrarøktini og Kristbjørg Toftegaard er leiðari á Mørkini í Streymnesi Herfrid Poulsen er leiðari á heiminum Dupultkonsert í Perluni Fríggjakvøldið 23. oktober klokkan 22 verður dupultkonsert í nýggju Perluni í Tórsgøtu. Edvard Nyholm Debes og Uni Debes fara á pallin at spæla saman, og harumframt spælir Claude Chichon kendar franskar klassikarar og egið tilfar. Claude Chichon er fransmaður, sum er føddur og uppvaksin í París og nú býr í Danmark. Hann hevur fleiri útgávur á baki og spælir nógv kring alt Danmark og aðrastaðni við. Á konsertini fer hann at spæla egið tilfar og kendar franskar tónar, sum millum annað Edit Piaf hevur sungið.Edvard Nyholm Debes og Uni Debes eru hvør í sínum lagi kendir og viðurkend­ ir fyri sín tónleik. Edvard er sera fjøltáttaður bassistur, sum spælir alt frá jazz til klass­ iskt; bróðursonurin Uni Debes er ein av okkara mest eyðkendu guitarleikarum.