mikudagur 21. oktober 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 201 - 21. oktober 2009
Altjóða fíggjar
kreppan gjørdi, at
fyrireikararnir ikki
vóru heilt vísir í,
um FaroEXPO varð
veruleiki í ár, men
endin gjørdist, at
fleiri luttakarar eru
við í ár enn í fjør
FAROEXPO
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Rannvá Troest er ein av
fyrireikarunum til Faro
EXPO, og vit spurdu hana,
hvussu tilmeldingin hevði
verið til ráðstevnuna í ár.
Hon hevur verið betri
enn væntað. Tá vit byrjaðu
at arbeiða við ráðstevnuni
fyri í ár, so var nógv tos um
fíggjarkreppuna, sum herjar
um allan heim, og tí
hugsaðu vit nógv um, hvørt
tað mundi fara at bera til at
gera eitt partneriat í ár ella
ikki. Men tað vísti seg, at tá
avtornaðí høvdu tríggjar
fleiri fyritøkur meldað til í
ár, so vit hava havt ein
støðugar vøkstur øll fimm
árini, sigur Rannvá Troest.
Hon dylir tó ikki fyri, at
málið er at koma upp á eitt
stað millum 70 og 100
fyritøkur í framtíðini.
Samlaða talið av lut
takarum í ár er 53, og av
teimum eru 35 føroyskar og
hinar 18 so útlendskar.
Tað hevur verið eitt sind
ur av broyting í tilmeldingini
í ár. Tað hevur verið ett sind
ur torførari at fáa tær don
sku fyritøkurnar at melda
til í ár, sjálvt um tær hava
átt størsta talið av útlend
skum fyritøkum og eiga tað
enn, sigur Rannvá Troest.
Hon viðgongur, at tað
hevur verið truplari í ár at fáa
ráðstevnuna av bakkastokki,
men hinvegin hava tey so
fingið ein nýggjan marknað.
Tað eru fýra íslendskar
fyritøkur við í ár umframt
íslendska útflutningsráðið,
so tað er spennandi, sigur
Rannvá Troest.
Hon hevur eisini sína
meting um, hví íslendskar
fyritøkur hava valt at verið
við á FaroEXPO á fyrsta
sinni í ár.
Tað er uttan iva støðan í
Íslandi í løtuni, sum ger
tað. Teir royna at finna
nýggjar
marknaðir
og
nýggjar samstarvspartnarar.
Teir kenna seg tryggjar á
føroyska marknaðinum og
millum
føroyingar
sum
heild, sigur Rannvá Troest.
Drúgv fyriskipan
Ráðstevnan er skipað sum
eitt partneriat, á sama hátt
sum eitt nú Travel Mart.
Tað gongur fyri seg á
tann hátt, at fyritøkurnar
gera avtalur um stuttar fund
ir saman, einar 20 minuttir
ella so. Hendan ráðstevnan
er kortini eitt sindur breiðari
enn til dømis Travel Mart,
sigur Rannvá Troest.
Men allar slíkar stevnur
krevja drúgva fyrireiking.
Tað gongur ein vika
eftir at ráðstevnan er endað,
so halda vit ein eftirmet
ingarfund í stýrisbólkinum
aftan fyri FaroEXPO, sum
er samansettur av umboðum
fyri Runavíkar kommunu
og Eysturoyar Vinnulívs
felag. So verður sett út í
kortið, nær næsta stevna
skal verða og taka avgerðir
um
framtíðina,
sigur
Rannvá Troest.
Tað fyrsta, sum verður
farið í holt við, er at fáa
stuðlarnar upp á pláss.
Síðani verður send kunn
ing út til tær fyritøkurnar,
sum vit vænta kunnu verða
við komandi ár, so arbeiðið
við FaroEXPO fer fram alt
árið, sigur Rannvá Troest.
Tað er kortini ikki fyrr
enn frá apríl mánað og út
eftir, at tað veruliga merkist
á arbeiðsplássinum, at ar
beitt verður við FaroEXPO.
Hetta sum nevnt fimta
árið, at Virkisráðgevingin
skipar fyri FaroEXPO.
Tað er jú greitt, at vit
sum árini eru gingin eru
vorðin betri til at skipa fyri,
og tað hevur gingið ótrúliga
væl síðani vit byrjaðu. Tað
hava næstan ongar broyt
ingar verið í skránni, og tað
merkir, at vit eru vorðin
betri at seta tingini saman,
sigur Rannvá Troest.
Spent upp á um stevnan bleiv
Barrosso vil hava Hedegaard
Næsta ár leggur danski ESkommiserurin, Mariann Fischer Boel,
frá sær, og danskir fjølmiðlar hava havt fleiri boð uppá, hvør kann
metast sum møguligur avloysari. Men tað eru ikki bara danir, sum
hugsa um tann komandi kommiserin. Berlingske Tidende skrivar í
dag, at formaðurin í ESnevndini, Jose Manuel Barroso, vil hava
Connie Hedegaard, veðurlags og orkumálaráðharra til nýggjan
kommiser. Frá keldum í Bruxelles hevur blaðið frætt, at Barroso
hevur sagt Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra, at hann vil
fegin hava Connie Hedegaard til kommiser í veðurlagsmálum.
Kommunufundur á alnótini
Í næsta mánað fáa grønlendskir bygdaráðslimir kring alt landið
høvi til at hittast á alnótini til at umrøða kommunupolitikk. Tað
er kommunufelagið KANUKOKA, sum stendur aftan fyri til
takið, sum er ein beinleiðis avleiðing av, at fleiri smáar komm
unur eru lagdar saman. Svend Møller, ráðgevi hjá kommunu
felagnum, sigur við kringvarpið KNR, at endamálið við skipan
ini er at menna og varðveita nærdemokratiið, uttan at fólk noyð
ast at ferðast til fundirnar. Í løtuni verður kannað, hvussu nógv
ir av teimum 106 bygdaráðslimunum hava egna teldu og
atgongd til alnótina.
Icetrade, sum er
íslendska útflutn
ingsráðið, er, saman
við fýra íslendskum
fyritøkum, við á Faro
EXPO á fyrsta sinni
FAROEXPO
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Íslendingar eru við á Faro
EXPO í ár, og stjórnin hevur
eisini sent umboð fyri út
flutningsráðið við til Føroya.
Mín uppgáva er at tosa
við føroyskar fyritøkur fyri
at vita, um eg kann hjálpa
til við handli báðar vegi
millum Føroyar og Ísland.
Tú kanst siga, at Føroyar í
løtuni eru okkara einastu
vinir í heiminum, og vit
vilja fegin hava gott sam
band við øll tykkum og við
fyritøkur, sum hava handlað
við íslendskar fyritøkur,
sigur Elsa Einarsdóttir frá
Icetrade.
Hetta er sum nevnt aðra
staðni fyrstu ferð, at íslend
skar fyritøkur eru við til
FaroEXPO.
Eg havi við mær fýra
íslendskar fyritøkur, og tær
eru innan ymisk virkisøkir,
vindeygu, hurðar, marine
teknikk og so er ein fyritøka,
sum áður hevur handlað her
í Føroyum við olju, smyrji
olju og líknandi, sigur Elsa
Einarsdóttir.
Hon heldur, at tað verður
spennandi at síggja, hvat
kann koma burtur úr hesari
ráðstevnuni fyri íslendsku
fyritøkurnar.
Hon ætlar at nýta roynd
irnar frá í ár at arbeiða fyri,
at fáa fleiri íslendeskar fyri
tøkur at koma við á Faro
EXPO komandi ár.
Menna ferðavinnu
Íslendingar eru í løtuni í
ferð við at umleggja útflutn
ingsráðið (Icetrade) til at
spenna víðari.
Ja, Altingið
hevur
viðgjørt málið um at broyta
Icetrade soleiðis sum tað
sær út í løtuni, so at markn
aðarføring av ferðavinnu
eisini kemur at liggja undir
útflutningsráðnum. Tá fer
virkisøkið hjá okkum at
umfata annað og meira enn
bara útflugning og innflutn
ing, sigur Elsa Einarsdóttir.
Ferðavinna er ein stórur
partur av íslendsku inntøk
unum, og tí má stórur dentur
leggjast á at draga enn fleiri
útlendingar til Íslands.
Roknað verður við
500.000 ferðafólkum í ár,
og tað er eini 1012% fleiri
enn framman undan. Tey
koma fyri at síggja landið,
sjálvandi, men eisini fyri at
handla, tí íslendska krónan
er so lág fyri tíðina, sigur
Elsa Einarsdóttir.
Tá vit tosaðu við umboðið
fyri íslendska útflutnings
ráðið var stevnan ikki rætti
liga gomul, men kortini lat
hon væl at.
Tað sær út til at virka
ógvuliga væl. Teir fundir,
sum tey hava fyriskipað,
eru heilt framúr. Hetta virk
ar munandi betri enn ein
messa, har tú situr í tínum
bási og bíðar eftir fólki.
Takk skulu tey hava fyri at
skipa fyri einari so góðaru
ráðstevnu,
sigur
Elsa
Einarsdóttir, umboð fyri
Icetrade.
Tit eru okkara einastu vinir
Elsa Einarsdóttir er við á FaroEXPO, umboðandi Icetrade
Mynd: Vilmund Jacobsen
Fyrireikararnir av FaroEXPO eru sera
væl nøgdir við stevnuna, og halda, at
hon hevur hepnast ógvuliga væl
Mynd: Vilmund Jacobsen