mikudagur 21. oktober 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 201 - 21. oktober 2009
10 milliónir í fongsli
Umleið 10 milliónir fólk sita í fongsli kring heimin, og
hjá teimum flestu eru umstøðurnar av slíkum slagi, at
altjóða samfelagið eigur ikki at góðtaka tær. Tað stendur
í einari frágreiðing, sum ST-aðalfundurin hevur fingið.
Manfred Novak, sum hevur skrivað frágreiðingina,
mælir ST til at orða eina samtykt, sum skal áseta rættind-
ini hjá fólki, sum sita í fongsli. Harafturat skal sam-
tyktin verja tey ímóti píning, ringari viðferð og heilsu-
skaðiligum viðurskiftum í fongslinum, sigur hann. Í ST-
frágreiðingini sæst, at USA og Kina eru tey lond, sum
hava flest fólk í fongsli, ávikavist 2,3 og 1,5 millión.
Sambandsfólk tosa um tunlar
og politisku støðuna
Í kvøld fara Kaj Leo Johannesen, løgmaður og Bjørn Kalsø, løgtingsamaður, at
greiða frá politisku støðuni, um tunlar og um lokalpolitkk á fundi, sum Føroya væl
skipar fyri tann 21. oktober. Føroya Væl er valfelag Sambandsfloksins í Suður-
streymoy. Tey hava limafund í kvøld, mikukvøldið klokkan 19:30 í hølum Starvs-
mannafelagsins J. H. Schrøtergøta 9, Tórshavn. Løgmaður fer at greiða frá um ta
politisku støðuna, og Bjørn Kalsø fer at greiða frá sínum sjónarmiðum um tunlarnar
norður um fjall og um møguliga flytan av Vinnuháskúlanum. - Sjálvt um talan eru
um ein limafund, so eru øll sambandsáhugað vælkomin á fund, sigur Jóhan Petur
Johannesen, formaður, sum eisini heilsar, at nýggir limir kunnu tekna seg.
FaroExpo
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eli Lassen, stjóri á ASB,
Atlantic Supply Base, sum
er oljuútgerðarhavnin í Salt-
angará, er eisini hesaferð
við á FaroExpo.
Ein av uppgávunum hjá
honum er at vísa oljufel-
øgum og øðrum, sum hava
tilknýti til oljuvinnuna á,
hvørjar møguleikar útgerðar-
havnin og basin hjá ASB í
Saltangará hevur.
Í aðrar mátar hevur Eli á
FaroExpo havt høvi at hitta
fleiri føroyskar veitarar,
sum eru partur av hansara
konsepti, tá leitiboringar
fara fram á føroyska land-
grunninum.
Liggja framvið
Nú olja er funnin so tætt
uppat føroyska sjómarkin-
um, er tað ikki minst áhuga-
vert hjá ASB at greiða teim-
um, sum eiga og leiða virk-
semið á hesum leiðum, frá
lutfalsliga stutta teininum,
sum er millum oljuútgerðar-
havnina og nýggju oljuøk-
inum hinumegin markið.
Hóast tað eftirhondini
eru nøkur ár, síðan fyrsti
brunnurin varð funnin stutt
hinumegin markið, hevur
ikki eydnast ASB at koma
upp í part við munandi veit-
ingum til hesi øki.
Sjálvur væntar Eli ikki,
at nakað munandi virksemi
fer at spyrjast burtur úr før-
oyskum veitingarvirksemi,
fyrr enn olja í rakstrarverd-
um nøgdum verður funnin í
føroysku undirgrundini.
Hann sigur, at fyrispurn-
ingar kortini eru úr eitt nú
Aberdeen, og tí ræður um
hjá oljuútgerðarhavnini og
ASB at vera úti um seg alla
tíðina.
- Líka so skjótt, sum olja
í rakstrarverdum nøgdum
verður funnin í føroysku
undirgrundini, vita feløgini,
hvar ASB er, og hvørjar
tænastuveitingar vit kunnu
bjóða, sigur Eli.
Styttri sigling
Argumentini hjá ASB eru,
at teinurin úr Saltangará og
út á oljuøkini beint hinu-
megin markið er 97 fjórðing-
ar, meðan teinurin av olju-
økjunum og til eitt nú Aber-
deen er 240 fjórðingar.
- Aftrat hesum kemur, at
umstøðurnar á bryggjuni í
Saltangará eru nógv betri
enn í Aberdeen, har bryggj-
an er smøl, og lítið pláss er
uppi á landi. Útgerðin, sum
kemur upp í Aberdeen og
skal flytast út til oljuøkini,
eitt nú rør og annað, verður
goymd uttanfyri býin. Hetta
krevur so eisini eykaflutn-
ing, sigur hann.
Góð ummæli
Eli Lassen hevur tó eina
vón um, at ASB møguliga
sleppur upp í part, tá teir
fara at útbyggja feltið hinu-
megin markið.
- Ummælini, sum vit hava
fingið frá teimum olju-
feløgum, ið vit hava veitt
tænastur til, meðan tey hava
arbeitt í føroyskum øki, eru
góð, og hesi feløg sleingja
ikki bara hvat sum helst út í
skrivum. Tey fegnast eisini
um, at eingin vanlukka er
hend í sambandi við okkara
tænastu-og
veitingarvirk-
semi. Oljufeløgini seta krøv;
tey vilja hava greið boð, og
tey góðtaka ikki hvat sum
helst. Tey eru eisini ógvuliga
umhvørvis-fokusera, leggur
hann aftrat.
Tað ger ikki kappingar-
støðuna hjá ASB verri, at
felagið er vorðið ISO 9000
góðkent.
Nýggj leitiboring
Nú italska oljufelagið ENI
sum høvuðsfelag fer at bora
undir Føroyum til várs, hev-
ur ASB fingið veitingarsátt-
málan um tænastuveitingar,
meðan boringin fer fram.
Eli sigur, at ein partur av
útgerðini til hesa boring
langt síðan er komin til
landið, men enn vanta eitt
nú rør í ávísum støddum og
annað til komandi virk-
semi.
- Enn vita vit ikki ítøki-
liga, nær ENI fer at seta
borin í, men sum vit hava
skilt, verður tað einaferð til
várs, sigur hann.
Vit fara at venda aftur til
Eli Lassen og ASB, Atlantic
Supply Base, í aðrari grein
teir næstu dagarnar.
ASB heldur
lív í vónini
um veiting
- Líka so skjótt, sum olja í rakstrarverdum nøgdum verður funnin
í føroysku undirgrundini, vita feløgini, hvar ASB er, og hvørjar
tænastuveitingar vit kunnu bjóða, sigur Eli Lassen, stjóri í Atlantic
Supply Base
Atlantic Supply Base roynir at sannføra oljufeløg um, at teinurin
úr Saltangará, har ASB hevur sínar veitingar og veitingarhavn,
út til nýggju oljuøkini hinumegin markið, er nógv styttri enn
teinurin til Aberdeen
Mynd: ASB