mikudagur 21. oktober 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 201 - 21. oktober 2009
Flestu lesa Sosialin
Pulsurin á Portalinum hevur seinastu dagarnar spurt fólk,
hvat blað tey lesa oftast. Um hálvgum ellivutíðina í
morgun høvdu 6.140 fólk svarað – og av teimum lesa 51%
oftast Sosialin, 39% lesa oftast Dimmalætting, 8% lesa
oftast Norðlýsið og 2% lesa oftast Oyggjatíðindi. Hendan
kanning skal sjálvandi lesast við øllum teimum
fyrivarnum, sum eru tá tað snýr seg um quick-poll
kanningar á interentinum – men tær vísa tó ofta ein
týðuligan tendens…
Vilja síggja hval
Hvalaskoðan er við at gerast ein týðandi partur av
íslendsku ferðavinnuni. Altsamt fleiri ferðafólk vilja sleppa
at síggja livandi stórhval. Morgunblaðið skrivar, at felagið
Norðursiglingar hevur ongantíð havt so nógv at gera sum í
ár, og tað sama sigur eitt annað felag, sum eisini siglir við
ferðafólki, sum vilja sleppa at eygleiða stórhval á sjónum.
Tey bæði feløgini høvdu átta skip og bátar siglandi í
summar, og annað teirra hevur gjørt av at keypa eitt skip
afturat til siglingina næsta ár. Tíðin at skoða stórhval í
Íslandi er frá hálvum apríl til hálvan oktober.
Millum fýra føroysk
ar elfyritøkur, sum
hava bjóðað seg fram
á FaroExpo, er El
Teknik í Leirvík, sum
hevur røtur aftur til
1991. Í dag hevur fyri
tøkan 9 fólk í arbeiði
FaroExpo
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fyritøkan El Teknik í Leir-
vík hevur fyri triðju ferð
verið við á FaroExpo.
Tað er Jákup Tróndheim,
sum eigur og rekur fyritøk-
una, sum hann legði lunnar
undir í 1991.
Sjálvur var hann fyrsti
lærlingur
hjá
Jóannesi
Thomsen í Fuglafirði, sum
er maðurin, ið byrjaði el-
fyritøkuna, sum í dag kall-
ast JT-Electric.
Í løtuni eru 9 níggju fólk
knýtt at El Teknik í Leirvík,
men fyrr í ár vóru tey 13.
Minkandi virksemi hevur
gjørt tað neyðugt at minkað
um talið av arbeiðsfólki.
- Vit kunnu ikki siga, at
vit enn merkja nakað til, at
virksemið í landinum er
við at koma í gongd aftur,
men vit vita, at gongd fer at
koma á aftur, sigur Jákup.
Hann letur tó ikki illa at,
men vísir á, at neyðugt er
at tillaga seg broyttu um-
støðurnar.
Stórt og smátt
El Teknik hevur verið við í
nógvum ymiskum verkætl-
anum, bæði við nýbygging,
umbygging og umvæling-
um.
- Vit eru veitarar av inn-
stalatiónum til ídnaðin,
fiski-og alivinnuna, men
vit arbeiða eisini fyri eitt
nú kommunur og kommun-
alar felagsskapir. Hinvegin
arbeiða vit ikki umborð á
skipum og bátum.
Jákup vísir á, at felagið
eitt nú hevur gjørt eina stóra
og framkomna skipan fyri
vatnviðurskiftini í Runa-
víkar kommunu, har tilber
at síggja og stýra vatnverk-
unum kring um í kommun-
uni úr eini miðstøð í
Saltangará.
- Her ber til yvir netið
eitt nú at steingja ella lata
upp ventilar – alt eftir vatn-
støðu og ynski.
Hann sigur, at við í hesi
verkætlan er vatnskipanin
uppat Saltangará við, men
eisini skipanin á Skála,
Skálafirði og Lamba.
- Ein stórur partur av
hesum er programmering,
og her hava vit dugnalig
fólk í fyritøkuni til slíkt
arbeiði, leggur hann aftrat.
Jákup Tróndheim sigur,
at samstarvið við Runavíkar
kommunu um vatnskipan-
ina hevur koyrt í fleiri ár.
- Enn er útjaðarin í komm-
ununi ikki við, eitt nú tær
smærru
bygdirnar,
sum
seinnu árini eru vorðnar
partur av kommununi. Men
kommunan ætlar, at hesar
eisini skulu koma við, sum
tíðin gongur, leggur hann
aftrat.
Størri arbeiði
Tey størri arbeiðini, sum El
Teknik annars hevur fingist
við seinnu árini, er umbygg-
ingin hjá IRF í Leirvík,
Tekniska skúla í Klaksvík
og Fiskivinnuskúlan í Vest-
manna.
- Vit hava havt uppgávur
kring alt landið. Soleiðis
hevur ikki bara verið nú í
kreppuni, men gjøgnum
øll árini, sigur Jákup.
Sum partur av virksemin-
um hjá El Teknik, hevur fel-
agið eina sonevnda agent-
avtalu við norska stórfelagið,
Akva Group, har fyritøkan í
Leirvik umboðar útboðið
hjá norsku fyritøkuni.
- Akva Group er veitari av
øllum til aling, eitt nú
fóðurskipanum, kameraskip-
anum, aliljósum og flakum,
umframt el-instalatiónum.
Jákup sigur, at El Teknik
eisini veitir tænastu fyri
norsku fyritøkuna í Føroy-
um.
- Vit hava soleiðis sølu
og tænastu fyri Akva Group
í Føroyum, leggur hann
aftrat.
Við sær á básinum á
FaroExpo
hevur
Jákup
Tróndheim havt ein norð-
mann,
sum
umboðar
norsku fyritøkuna.
Á vinnustevuni í Runa-
vík í gjár og í dag hevur El
Teknik havt umleið 10
fundir við bæði útlendskar
og føroyskar útbjóðarar.
El Teknik ger upp-
gávur um alt landið
Sum partur av virkseminum hjá El Teknik í Leirvík, hevur felagið eina sonevnda agent-
avtalu við norska stórfelagið, Akva Group, har fyritøkan í Leirvik umboðar útboðið hjá
norsku fyritøkuni. Myndin er tikin á básinum hjá El Teknik og innast høgrumegin situr
Jákup Tróndheim Mynd: Vilmund Jacobsen
Umstøðurnar í Saltangará eru góðar. Her er gott uppland og nógv betri umstøður enn í
Aberdeen, haðani tær nógvu veitingarnar til oljuøkini hinumegin markið koma
Mynd: Runavíkar kommuna
- Ummælini, sum vit hava fingið frá teimum
oljufeløgum, ið vit hava veitt tænastur til, meðan
tey hava arbeitt í føroyskum øki, eru góð, og
hesi feløg sleingja ikki bara hvat sum helst út í
skrivum, sigur Eli Lassen, stjóri í ASB, Atlantic
Supply Base
Mynd: Vilmund Jacobsen