mikudagur 21. oktober 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 21. oktober 2009
Tey fæstu mundu so frægt
sum minnast navnið, fyrr
enn í gjárkvøldið. Men
við útisigri á verjandi
meistarunum langaði
russiska Rubin Kazan
sítt navn í europisku
fótbóltssøgubøkurnar
Eingin ivi er um, hvør stóra sensa
tiónin var í Champions League í
gjárkvøldið.
Barcelona eru verjandi meistarar,
og í sponsku liguni eru meistararnir
byrjaðir í somu øði, sum teir gjørdu
tað í fjør.
Men í gjár komu teir so syngjandi
niður á jørðina. Dysturin var bara
góðan minutt gamal, tá Ryazantzev
langaði eitt dundurskot í spanska
málið, og hóast Barcelona hevði
yvirvág, so gekk striltið at sleppa
framat russiska málinum.
Tað tóktist tó ganga rætta vegin,
tá Zlatan Ibrahimovic skoraði beint
eftir steðgin, men heldur ikki hetta
var nóg mikið. Eitt stórt korter fyri
leiklok skapti Gokdeniz
sensatiónina, og so munnu tey
flestu kennast við Rubin Kazan.
Full ferð á
Rubin Kazan er søgan um eitt lítið
felag, sum brádliga er byrjað at
spæla millum tey stóru.
Fram til 1997 livdi felagið eina
tilverju millum tey trið og fjórð bestu
í Russlandi. Og tað eru bara seks ár
síðani, at liðið fyri fyrstu ferð spældi í
bestu russisku deildini, og við einum
bronsumerki staðfestu teir alt fyri eitt,
at teir ikki ætlaðu sær einki.
Næsta árið gekst einki serligt,
men síðani tá hevur Rubin Kazan
støðugt verið partur av odda stríð
num, og í fjør gav hetta úrslit, tá teir
vunnu sítt fyrsta russiska meistara
heiti. Eitt bragd, sum ikki verður
minni, tá hugsað verður um, at
talan bert er um triðja meistaran,
sum ikki er úr Moskva.
Í Europa hevur tó gingið minni væl.
Í 2004 varð ligið varð liðið sligið út
longu í næsta undan kapp ingar um
farinum. Í 2006 komu teir eitt umfar
longur, og í Intertoto í 2007 komu teir
ikki víðari úr bólka spælinum.
Sum russiskir meistarar komu teir
tó beinleiðis í bólkaspælið í Champ
ions League, og her hevur so sanni
liga bragdað. Fyrsta dystin taptu teir
á útivølli móti Dynamo Kiev, men
síðani hevur talan verið um heiður
ligan javnleik móti Inter fyri síðani
at skapa sensatiónina í gjár.
Trýstið á
Benitez
økist
Fyri fyrstu ferð í 22 ár
hevur Liverpool tapt
fýra dystir á rað, og tað
fellur ikki í góða jørð á
Anfield
Pallurin og trýstið verða
neyvan størri enn tað sama.
Rafael Benitez hevur sum
venjari havt góð úrslit í Liver
pool, men við fýra tapum á
rað merkir hann nú av álvara
trýstið frá bæði áskoðarum og
eigar um. Enntá nøkrum
eigarum, sum ikki alla tíðina
hava bakkað eins treytaleyst
upp um væl lýdda venjaran.
Sunnudagin klokkan 14
líkist tað einum doordie hjá
Beni tez, tá Liverpool á
heimavølli tekur ímóti
arvafíggindunum og
meistarunum úr Manchester
United.
Í gjár var tó lítið, sum bendi
á, at Liverpool skuldi tapa
dystin. Hóast fráveru av Torres,
og ein um Gerrard, sum
noyddist skaddur út eftir bert
25 minutt um, so sat Liverpool
tungt á tí mesta fyri steðgin, og
tað var fult uppiborið, at
Benayoun skoraði til 10, hóast
málið sá heldur tilvildarligt út.
Eftir steðgin fall korthúsið tó
saman. Gonalons javnaði fyri
gestirnar, og í yvirtíðini avgjørdi
innskifti Delgado dystin eftir
kontraálop.
Atfinningarnar hava verið
harðar í ensku miðlunum. Ser
liga viðvíkjandi avgerðini at
brúka Steven Gerrard. Men
Benitez lurtar ikki eftir hesum.
Gerrard vildi spæla, og hann
hevði vant við fullari ferð. So vit
hildu hann vera til reiðar. At
hann so verður skaddur, er
svartasta óhapp.
Tey fýra tapini
29.09 FiorentinaLiverpool 20
04.10 ChelseaLiverpool
20
17.10 SunderlandLiverpool 10
20.10 LiverpoolLyon
12
mørk
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Rubin hvat
Fagnaðurin var øgiligur, tá Henry og hinar stjørnurnar á heimavølli máttu leggja rygg til sensationelt tap móti Rubin Kazan
Úrslitini í gjár
Bólkur E
DebrecenFiorentina 34
LiverpoolLyon 12
Bólkur F
BarcelonaRubin Kazan 12
InterDynamo Kiev 22
Bólkur G
RangersUnirea Urziceni 14
StuttgartSevilla 13
Bólkur H
AlkmaarArsenal 11
OlympiakosStandard Liege 21
Dystir í kvøld
Bólkur A
BordeauxBayern München
JuventusMaccabi Haifa
Bólkur B
CSKA MoskvaManchester
United (TV2 Sport)
WolfsburgBesiktas
Bólkur C
ZürichMarseille
Real MadridAC Milan (3+)
Bólkur D
ChelseaAtlético Madrid (TV2
Sport)
PortoApoel Nicosia
FAKTA