Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. oktober 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 201 - 21. oktober 2009 19 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Ragnfríð Dahl, Klaks­vík, andaðist á Landssjúkra­ húsinum sunnudagin, 77 ára gomul. Farið verður úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi heim í Christi­ anskirkjuna mikukvøldið kl. 18. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni hósdagin kl. 13. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Ragnfríð, kunnu lata eina gávu á konto í Føroya Banka. Bjarki Ols­en av Tvøroyri, búsitandi á Frederiksberg, andaðist 14. oktober, 72 ára gamal. Jarðarferðin verð­ ur frá Samuelskirkjuni í Thorsgade hósdagin 22. okt. kl. 13. Andlát og jarðarferðir Skaldið Henrik Ibsen búði í fleiri ár í Rómverjaborg, og har skrivaði hann millum annað meistaraverkið “Brand” ið kom út í 1866. Tað var eftir eini vitjan í Petur­ kirkjuni at hann byrjaði at skriva “Brand”. Hann umrøður millum annað deyð­ an og tað, ið hendir hareftir vil fylgj­ andi orðum: “Inn í náttina, gjøgnum deyðan. Hinumegin skoða vit morgunroðan.” Hesi orð runnu mær í huga týs­ morgun 29. september í ár, tá eg sat við grøvina hjá Hansu og Osvaldi og hugdi út yvir kirkjugarðin, har fleiri av familju mínari og vinum nú liggja. Tað er henda sæla vónin, ið uggaði meg, har eg sat sorgtungur og undr­ andi henda heystmorgun. Morgun­ roðin bar mær boð um, at ein dag hittast vit aftur heima hjá Harranum, har hvørki deyði ella sjúka er meira. Fáar dagar seinni fór eg til Róm­ verjaborg í embætisørindum. Ein av døgunum har hugdi eg at húsinum har Henrik Ibsen búði, tað liggur tætt við Sponsku Trappuna, og síðani fór eg inn í kaffistovuna hann dag­ liga vitjaði, har mynd av honum enn hongur í einum av salunum. Meðan eg fekk mær ein kaffimunn, mintist eg aftur til løtuna eg sat við grøvina hjá Hansu og Osvaldi og hugsaði um, hvussu baldrut og trup­ ult lív menniskjans kann verða. Osvald misti konuna Hansu 30. august 2008, og tað gingu bert 10 mánaðir, so fór hann eisini. 24. februar í ár doyði svigarsonurin Gunner Grønbæk, so ikki kann sig­ ast annað, enn at síðsta árið hevur verið trupult fyri familjuna. Osvald var føddur í Havn 7. mars 1922, og aldist upp í Tróndargøtu. Foreldrini vóru Poulina, fødd Joen­ sen úr Kollafirði og Ole Sofus Han­ sen úr Havn. Systkini vóru fleiri: Elly, Mary og Sólbjørg, allar búsitandi í Danmark. Mina, ið flutti til Noregs, og Paula og Daisy búðu í Havn. Har afturat var systurin Ruth, ið doyði sum smá­ genta, og bróðurin Denhard, ið doyði 14 ára gamal. Sum ungur arbeiddi hann hjá Poul á Kirkjuvegi við fyrifallandi gravi­ arbeiði, og frá 1948 – 57 arbeiddi hann sum skorteinsreinsari í Havnini. Hetta arbeiði hevði faðirin áður havt. Í 1957 fór hann at arbeiða hjá Frants Restorf, og har var hann til hann fór frá í 1992 vegna heilsu­ brek. Í 1945 keypti hann trøð sína við Dalavegin, og tá hann giftist við Hansu í 1952, hevði hann bygt hús síni á trøðni, har hann hevði bæði kúgv og seyð. Tey fingu børnini Gunnleyg og Óla Regin. Gunnleyg giftist við Gunner sála, og Óli Regin við Jenny. Abbabørnini eru 6 og langabbabørnini 3. Sum ungur spældi hann við HB, og hann var eisini við í hornorkestri Frelsunarhersins og seinni við Havn­ ar Hornorkestri. Nú Osvald er farin, takka vit hjún­ uni fyri mangar góðar løtur vit hava havt saman. Tú var ein góður og holl­ ur vinur at hava og gjørdi ikki nógv um teg. Vit minnast teg sum ein sera vinsælan, hugnaligan og skemtiligan mann, ið var sera góður við familjuna. Nú aldurin kom, og bæði Hansa og svigarsonurin fóru, var lívsgøtan ein sera brøtt brekka at ganga fyri teg. Vinmaðurin Mourits Mohr Joen­ sen hevur skrivað frálíku yrkingina: Lívið er handað. Í ørindinum 2 og 4 skrivar hann: Træið har stendur við bløðum um fót, breiðir út berar hendur. Lívið er tagnað og følnað er rót, er farið til ævigar strendur. Vit altíð teg minnast við gleði og gleim, og sorg í sál skal linnast. Eitt ljós tú vart við tykkar heim, vit goyma í hjartanum innast. Harrin vælsigni familjuna og minnið um okkara kæra Osvald. Erna og Njál Minningarorð um Osvald Hansen Dagurin 21. oktober. 11.000 moyggjar. Halgisøgurnar siga frá, at ein kongsdóttir úr Bretagne, Ursula av navni, varð trúlovað enskum kongssyni. Tey gera av at hittast í Køln, men fyrst skal hon gera pílgrímsferð til Rom. Hon fer avstað, og henni fylgja 11.000 moyggjar ­ men hetta talið er helst skrivað skeivt fyri 11 moyggjar. Tá ið tær skulu fara til Køln, legði ein heiðin skari av Húnalondum eftir teimum, og teir neyðtóku tær og drupu tær. Í fyrsta umfari var Ursula spard, men tá ið hon ikki vildi lovast heidna húnakonginum, fekk hon somu lagnu. A.C. Evensen doyði hendan dagin í 1917 (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Okkara kæra Randi Petersen fødd 5. mai 1948 svav stillisliga inn í deyðan á Akershus Univesitetssykehus í Oslo 18. oktober. Jarðarferðin verður frá Høybråten Kirke fríggjadagin 23. oktober kl. 11.30. Ann-Mari Vaagen og Idar Petersen 70 ára føðingardagur Týsdagin 20. okt. verður Harry Jacobsen, Toftir, 70 ár. Dagurin verður hildin heima hjá Harry og Solveig á Lýðarsvegi 20, tann 24. okt. frá kl. 19. Øll eru hjartaliga vælkomin. 75 ára føðingardagur Onsdagin 21. okt. fyllir Jensa Poulsen, Sumba, 75 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 24. okt. kl. 19 í dansistovuni í Sumba. 80 ára føðingardagur Hósdagin 5. nov. verður Sámal Christiansen, vanliga nevndur Sámal hjá Barbu, Klaksvík, 80 ár. Dagurin verður hildin í Skálanum leygardagin 7. nov. Opið hús er frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Silvurbrúdleyp Mánadagin 2. nov. hava Óluva og Jónfríður Nielsen, Saltangará, verið gift í 25 ár. Tey eru burturstødd. Silvurbrúdleyp 30. nov. hava hjúnini Alberta og Eirikur Magnussen, Tórshavn, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 28. nov. í HB­Húsinum kl. 19. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga fra á tlf. 216324 (Alberta) ella 214456 (Eirikur) innan 14. nov. Gullbrúdleyp Sunnudagin 1. nov. hava Kristina og Hans Andrias Jacobsen, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin 7. nov. í Bøgøtu 3, Klaksvík. Vælkomst verður frá kl. 19. Tey, ið ynskja at heilsa uppá Kristinu og Hans Andrias, kunnu siga frá á tel. 456737 ella 458625. Gullbrúdleyp 28. nov. hava hjúnini Tóra og Ólavur Nolsøe Olsen, Fugla­ fjørður, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdahúsinum í Leirvík leygardagin 5. des. kl. 18. Tey ið vilja halda dagin saman við okkum, kunnu siga frá á tlf. 444159 ­ 737751 ella toraolavur@gmail.com áðrenn 20. nov. merkisdagar Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæri maður, faðir, verfaðir og abbi og langabbi Erland Jacobsen andaðist fríggjadagin, 16. okt. 2009. Kistan fer úr kapellinum fríggjakvøldið kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni leygardagin kl. 13.30. Familjunnar vegna Poula