Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. oktober 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 18 nr. 201 • 21. oktober 2009 Var staddur undir Langanesi henda dagin Henda frásøgnin er úr Suðuroyatíðindi 22. august 1982. Poul Johannes Stenberg, Poul undir Hamri, í Sumba segði frá, at hann var staddur undir Langanesi hendan lagnudagin hjá Riddaranum. Hann sigur, at teir eisini vóru vanir at keypa seyð frá Skøríksbóndanum á Fagranesi. Poul Johannes greiddi eisini frá, at fyri teir, ið lógu undir Langanesi, var tað havódn, so har var ikki talan um at fara í land. Men Fagranes er heilt fitt frá Langanesi. Seinni gjørdist slíkt illveður, at øll skipini, sum krokaðu undir Langanesi, vórðu noydd til at leggja til havs. Poul Johannes var við H. M. Stanley úr Vági. Skiparin á Stanley, Dánjal Petur Jacobsen, var ættaður úr Sumba, hagani mamman hansara var. Teir sóu Riddaran, og flaggaði hann á hálvari stong. Teir sigldu uppá prei og fingu so hesa sorgarsøguna at hoyra. Stýrimaðurin á Riddaranum, og nú skipari, var Petur Anthonius­ sen, sum var ættaður av Morskra­ nesi. Hann var giftur við konu úr Sumba men búði á Tvøroyri. Erling Poulsen segði um Petur, at hann vaskaði sjálvur øll líkini og legði tey í lastina, har ein “flagermús”, innilokað petroleumslampa, var sett at lýsa yvir deyðu skipsfeløgunum. Søgan um armin Í frásøgnini verður greitt frá, at líkið av skiparanum Mortani ikki varð funnið. Men seinni verður armurin funnin. D. J. við Heyggj hevði í Dimmalætting 10. oktober 1987 hesa frásøgnina um, hvussu hetta bar á: Mortan hevði tikið tvey børn úr Íslandi heim til Sunnbiar til fostur, gentuna Gudrun, hvørs móður sat einkja við fleiri børnum, og ein drong, sum æt Steffan. Eina tíð eftir vanlukkuna kom Mortan í dreymi til móður Gudrunar og frambar soljóðandi ørindi: Undir køldum unnarsteini aldan rekur náin thar sem Steinbjørn legði beinin hvílir Mortan dáin. Hon lat boðini (dreymin) til Steffan, sum tá var tilkomin og aftur búsettur í Íslandi. Steffan fór á nevnda stað, og har fann hann armin av fosturpápanum! Frásøgnin hjá Páll Nolsøe Páll Nolsøe umrøður eisini hend­ ingina í Siglingarsøguni. Hann sigur, at hendingin fór fram, eftir at teir høvdu verið í landi, men hetta kann neyvan vera rætt, so nágreinilig íslendska frásøgnin er. Men Páll greiðir frá, at skiparin hevði sagt teimum, sum vóru eftir, at teir helst fóru at koma umborð aftur um tvey tíðina. Tá báturin ikki kom aftur til ásettu tíðina, gjørdust teir ótolnir umborð á “Riddaranum” og fóru at sigla aftur og fram við landinum, men bát sóðu teir ongan. Teir vóru varugir við tveir menn inni á landi, sum veittraðu og róptu til teirra at sigla á Finnafjørðin nærindis, og komnir hagar frætta teir, hvussu vorðið var. Sumbingar dansaðu pening inn til einkjurnar Hetta sama árið í 1927 vóru sumbingar í Danmark fyri fyrstu ferð á dansuferð, og teir hugsaðu sjálvandi um tey, sum sótu einsamøll heima. Tað eina kvøldið, tá dansað var á Kongaliga Teatrinum í Keypmannahavn, bóðu sumbingar um at fáa ágóðan av hesum kvøldi til frama fyri tey, sum eftir sótu. Hetta var teimum játtað og gav hetta kr. 700 til tey eftirsitandi hjá hvørjum manni. Hetta vóru nógvir pengar tá, tí tað var ein rættiliga góður maður, ið forvann kr. 600 um árið. Men eisini hetta sýnir áhugan hjá sumbingum, har komu kr. 4.900 inn eitt kvøld. Minningarhald Í 2002 ætlaðu ættarfólk hjá teimum, sum umkomust við Ridd­ aranum, at hava minningarhald Seyðisfirði í sambandi við, at 75 ár vóru liðin síðan vanlukkuna. Síðan skuldi farast á Fagranes at síggja staðið, har vanlukkan hendi. Henda ferðin kom tó ikki uppí lag fyrr enn árið eftir. Tá var fyrst minningarhald í kirkjuni, síðan var farið í kirkjugarðin, har kransar vóru lagdur. Prestur tá var tann sami sum hesa ferð, nevniliga Cecil Haraldsson. Við til minningarhaldið var eisini Julia Imsland, sum var abbadóttir bóndan á Fagranesi, sum skuldi vitjast hendan feigdardagin. Hon og maður hennara hjálptu eisini til at fyriskipað minningarhaldið og ferðina út á Fagranes. Pápi Juliu var føddur á Fagra­ nesi í 1914, so hann mintist væl hendan tilburðin. Men stutt eftir vanlukkuna flutti tey av bóndagarðinum. Dagin eftir minningarhaldið varð farið út á Fagranes, og blómur vóru tveittar á sjógv, har vanlukkan hendi. Hetta var so enn eitt klípi til lagnusøguna hjá føroyskum fiskimonnum og um lagnufelags­ skapin hjá føroyingum og íslend­ ingum. Tað gingu aðrar munnligar søgur í samband við vanlukkuna, men tað verður ikki tikið við her. Ragnar og Julia Imsland vóru við í 2003. Julia er abbadóttir bóndan á Fagranesi. Tey hjálptu væl til at at fáa ferðina í 2003 í lag Hetta er fjørðan, har vanlukkan hendi Her síggja vit leivdirnar av rennistronginum og spælinum á Fagranesi Komandi partur Í komandi parti hava vit enn eina frásøgn úr Íslandi. Her verður eisin greitt frá, hvussu Einarsson navnið kom til Rituvíkar