Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. oktober 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 201 • 21. oktober 2009 MIÐvIkaN 17 tætt at landi, og eyðsæð var at manningin var farin at leita eftir skipsbátinum, men einki sást til nakað. Á Fagranesi varð hitað mjólk, sum konjak varð latið í. Hetta varð givið Peturi at drekka, samstundis sum hann fór úr vátu klæðunum. Hann fekk turr klæði at fara í, og síðan varð han lagdur í eina song í einum øðrum rúmi. Bóndin legðist nú hjá honum í seingini fyri at fáa hann heitan. Petur ernaðist skjótt eftir hesa viðgerð og alt hjálpsemið, ið víst varð honum, og hann sovnaði skjótt. Hevði hingið 4 tímar undir bátinum Tá ið hann vaknaði aftur, var dagur at kvøldi komin. Bóndin var heima, men abeiðsfelagi hansara hevði gingið í fjøruni. Nú spurdi bóndin Petur, nær teir vóru farnir frá skipinum, og helt Petur tað vera um 7,30, og báturin holvdist hálvan annan tíma seinni ella um 9 tíðina. “Á, Gud almáttugi,” helt bóndin fyri, “tú hevur hingið undir bátinum í fýra tímar, tí hann rak upp á land um 1 tíðina.” Sjálvur hevði Petur onga hugmynd, hvussu tíðin gekk, men hann helt, at tíðin var ótrúliga long. Bóndin segði nú Peturi frá, at fýra lík av bátsmanningini vóru rikin uppá land. Petur spurdi nú, ikki sørt rørdur, um lík Mortans skipara var rikið á land. “Nei” svaraði bóndin, “lík hansara er ikki komið uppá land. Men bróður hansara og sonur hansara eru millum líkini og so tvey onnur, eg kennist við bæði.” “Hvørjir eru teir?” spurdi Petur. “Annar sær út til at vera Sigurður vélstjóri og hin eitur Páll”, svaraði bóndin. Ógvuliga løgið tykir mær, svarar Petur, at Sigurður og Johan báðir skulu vera druknaðir, teir sum vóru av allarbestu svimjarum og so stutt til lands. Bóndin svaraði, at høvuðskalli Sigurðar var illa farin, og ein av bátsmanningini hekk á fótum hans. Somuleiðis helt ein av bátsmanningini í føtur Johans. So fast vóru hendurnar kreptar um fótleggin, at tað var næstan ómøguligt at fáa tær leysar. Seinni rakk enn eitt lík av bátsmanningini upp á land, men hini bæði líkini komu ongantíð aftur, hóast nógv var leitað og ofta gingið í fjøruni. Hin vegin so rak høgra hond av Mortani skipara á land í fjøruni við Fagranes í november mánaði. Navn hansara stóð í ringinum, sum hann hevði á lekifingri. Seinni varð leitað eftir hinari helvtini av bátinum, sum ongantíð rak á land, men einki av rovunum varð nakrantíð funnið. Lækni varð boðsendur at koma til Petur, tí bóndin var bangin fyri, at hetta var meira enn hann toldi, og kundi hetta elva til lungnabruna. Men læknin helt, at Petur var hóast alt væl fyri, aftaná at hann hevði havt ein so harðan umgang á sjónum og í fjøruni. Tó helt læknin, at nervarnir til hjartað høvdu fingið skaða og blivu ongantíð aftur tað, teir høvdu verið. Hjartað var overvað av trupulleikunum undir bátinum, har Petur eisini hevði fingið ov lítið av luft. Metingin hjá læknanum helt, tí Petur gjørdist ikki sami maður aftur og fór ikki burtur aftur. Jarðarferð á Seyðisfirði Líkini vóru reidd á hestbaki til Fagranesar og løgd har í eitt hoyggjhús. Avrátt varð at flyta líkini umborð á “Riddaran” sama kvøldið, og var stýrimaðurin tá komin í land í lítla skipsbátinum. Petur varð nú spurdur, um hann vildi fara við aftur “Riddaranum”. Tað stóð upp til hansara, um hann gjørdi tað, ella hann varð fluttur á hestbaki til Seyðisfjarðar. Hann valdi heldur at fara við skipinum. Síðan var farið umborð á vanlukkustaðnum niðri í fjøruni við líkunum. Fólkið á Fagranesi fylgdi monnunum, heilsaðu teim­ um og ynsktu teimum góða ferð og alt tað besta. Bóndin roknaði við at síggja teir aftur við jarðar­ ferð teirra druknaðu á Seyðisfirði. Síðan varð róð út til “Riddaran” og farið avstað. Fyri at koma út fyri Langanes, var neyðugt at sigla “bidevind”. Men sum áður sagt, gekk “Riddarin” seint bara við maskinorku, og tí var meira litið á seglini. Táið komið var út um Langanes var bæði ringur sjógvur og storm­ ur, og tað var við neyð og deyð, at teir kláraði Nesið. Hevði maskin­ an ikki verið komin í skipið, kundi hetta verið teirra seinasti túrur, og skip og manning høvdu lagt beinini har. Teir høvdu fult á maskinuna, og teir komu snikka­ leysir fram, hóast brotasjógvar vóru. Annars gekk tað væl til Seyðisfjarðar, og komu teir hagar 30. september. Á Seyðisfirði vóru kistur smíðaðar til teir sjólátnu, og vórðu teir jarðaðir 6. oktober. FF­blaðið hevði úr blaðnum á Seyðisfirði “Hænir” hesa frásøgn um jarðarferðina: “Stór mannfjøld av Seydisfirði, manningin á Riddaranum og øðrum skipum, sum lógu inni, fylgdu. Í kirkjuni talaði sóknarpresturin grípandi og væl og tók til yrking Sig. Eggertz “Alfaðir ræður”. Aftaná taluna var sungin sálmurin “Alt eins og blomstrið eina.” Kisturnar vóru prýddar við kransum og blómutyssum frá Seyðisfirðingum, og býráðsfor­ maðurin hevði eftir samtykt býráðsins sent krans býarinnar vegna. Frá vagnunum, sum fluttu kisturnar til kirkjugarðin, veittr­ aðu fløggini á hálvari strong. Hetta var sár og hátíðarlig stund, tá frændir okkara soleiðis vóru fluttir til teirra seinasta hvíldarstað í íslendskari mold.” Hvørt flagg á stong heima Dagin eftir jarðarferðina fór “Riddarin” avstað av Seyðisfirði beinleiðis heim til Føroya. Teir fingu ringt veður heim og vóru leingi um ferðina. Endiliga komu teir á Trongisvág og var brúgvin stúgvandi full av fólki. Flaggað varð á hálvari stong á hvørjari flaggstong í bygdini. Sama dag fóru átta av manningini við einum 8 tons motorbáti til Sumbiar og komu hagar um kvøldið. Eisini har var hvørt mansbarn í fjøruni. Bryggjan er lítil, ein hella sum sker út í sjógvan, har sum stoypt er niðurvið og omaná. Í Sumba bíðaðu fólk óttafull eftir hesi skipsmanning aftaná ringu óeydnisferð teirra. Eisini har blaktraðu fløgg á hálvari stong. Teir sum umkomust vóru: Mortan Nielsen, skipari, 40 ár, 5 børn Johan Nielsen, sonur skiparans, 21 ár. Niklas Nielsen, bróður skiparans, 38 ár. Sofus Kristiansen, 21 ár. Poul Kjærbo, Eystan Á, 31 ár, giftur, 2 børn Tummas Stenberg í Jóanstovu, 20 ár Sigurd Hansen, 24 ár, giftur, 2 børn, annað varð føtt eftir at hann fórst. Allir vóru úr Sumba uttan Sigurd, sum var av Tvøroyri. Sagt varð um Tummas, at hann var stórur maður og av sterkastu monnum, tiltikin at bera. Hann kláraði at hiva stórseglið, har vanliga tríggir mans skuldu til. Sorgin var stór eftir hesa van­ lukku, og var hon ein ógvusligur skelkur fyri eina lítla bygd sum Sumba. Talið av einkjum og faðirleysum børnum vaks í stórum í lítlu føroysku bygdini, og foreldur mistu einkarsynir. Lív sjómansins er hættisligt, og altíð fær Ægir yvirlutan. Tað hava hesir sáligu og stillu føroyingar ringar royndir av, ikki minni enn aðrar tjóðir. Hørð lagna Tað finst annað tilfar um hesa hending og um umstøðurnar hjá teimum eftirsitandi. Her skal fyrst verða trivið í minningarorð, sum vóru skrivað um Aksal Mohr Sunnborg, tá hann doyði í 1997, 76 ára gamal. Hansara søga lýsir sera væl, hvussu umstøðurnar kundu laga seg hjá føroyskum húski tá í tíðini. Aksal var yngsti sonur Mortan Nielsen ­ Mortan hjá Stóranum, skiparan, sum doyði við “Riddar­ anum” og konu hansara Elspu Sofíu Vestergaard hjá Jenisi úr Skemmuni í Hørg, sum eins og maðurin var úr Sumba. Ta ferðini misti Aksal eisini beiggja sín Johan, og longu árið eftir doyði mamma hansara á Bróstsjúkrahúsinum í Hoydølum, so Aksal var bert 7 ára gamal, tá hann hevði mist bæði foreldrini. Mortan, skiparin á Riddaranum, var giftur tvær ferðir, og fyrra kona hanara doyði eisini blaðung. Beiggin Martin fekk eisini eina harða lagnu. Hann fór úr Føroyum í 1934 sum 21 ára gamal niður á sjómansskúla og síðan út í verðina at sigla. Men tíðliga undir krígnum fekk hann tuberklar. Hann lá fyrst fýra ár á sanatorium í Seattle í USA, og eftir kríggið kom hann til Danmarkar, har hann andaðist í 1951 ber 36 ára gamal. Tá hevði hann ligið á sjúkrahúsi í 10 ár so gott sum út í eitt. Eftir at foreldrini vóru farin, hevði Aksal nú bert 17 ára gomlu systir sína Fíu eftir í Sumba. Hon giftist við Johan (Samuelsen) hjá Dánjali Michael á Liða ­ seinni sjómansskúlalærari í Havn, og forstraðu tey Aksel upp. Hann fór so út í heimim at sigla, so hetta við útlongsli man vera nakað, sum hevur ligið í blóðinum. Hann sigldi við bretum undir krígnum, og fekk hann tískil tíðliga krígspensjón. Eitt summar Aksal var í Føroyum, setti hann saman við øðrum lýsing í bløðini og kallaði áhugað til fundar í Havn. Hetta var nokk ein tann fyrsti neistin, sum setti gongd á ta kendu krígspensjón, sum nógvir føroyingar hava havt gleði av. Niels Peter Nielsen, Petur í Lopra, var tann einasti sum bjargaðist. Men tað stóð nógv á hjá honum Skiparin Mortan hjá Stóranum. Bestamansvaktin vildi ikki fara í land. Tí fór hann við síni vakt Sonur skiparan, Johan, hevði stórar ætlanir um at fara út í heim at sigla. Hann gjørdi pápanum tann beina at fara við bert hendan túrin, sum gjørdist hansara seinasti ➘ Henda takkarlýsingin var í Hænir, blaðnum á Seyðisfirði