mikudagur 21. oktober 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
16
nr. 201 • 21. oktober 2009
og var mikil fagnaðarrómur,
tá teir hittust, føroyingar og
Fagranesmmenn, væl kendir
sum teir vóru frá árunum framm
anundan. Henda ferð í landi eydn
aðist væl og dvøldist manningin
á Fagranesi út á kvøldið. Síðan
varð róð umborð og siglt til miðis
um tíggjutíðina. Stutt var at sigla
og nógvur fiskur, men hann var
smærri her enn á djúpum vatni.
Einki óvanligt
hent á túrinum!
Hesi viðurskifti hildu áfram alt
summarið og gekk tað í sátt og
semju hjá báðum pørtum. Fýra
ferðir fóru teir á “Riddaranum” í
landi har og keyptu ein og tveir
seyðir hvørja ferð. Flett varð
beinanvegin komið varð umborð.
Tað byrjaði at treingjast í last
ini, bæði skipari og manning vóru
væl nøgdir. Fiskað hevði verið í
umleið 67 vikur, og skipið var
fullfermt. Nú nærkaðist til heim
ferð, og menn vóru væl nøgdir
við, at einki óvanligt var hent.
Til bóndan at rokna av
Sunnudagin 25. september fór
skiparin at umhugsa heimferð.
Siglt var nú undir Fagranes, og har
ætlaði skiparin nú undan heimferð
ini at gjalda bóndanum fyri seyðin,
hann hevði fingið um summarið.
Hann var hvassur vindur av
landnyrðingi hendan dagin, og
hugsaði skiparin um at fáa góðan
byrð heim. Tá komið var undir land,
var linari veður. Ikki varð siglt so
nær landi hesa ferð. Seglini lógu
niðri og maskinan hevði ikki nóg
mikla kraft um komast skuldi skjótt
frá landi um neyðugt. Har skipið var
nú, vóru 4 vindstig av landnyrðingi,
og tá so nógvur vindur var, varð
avrátt at seta stóra skipsbátin út og
fara í land við honum.
Skiparin átti frívakt hendan
morgunin, og hann álegði stýri
manninum at fara í land, og fáa
sær sjey menn av síni vakt við í
land. Teir sjey noktaðu allir sum
ein at fara í land. Klokkan fýra um
morgunin var vaktarskifti, og nú
var tað skiparin og hansara menn,
sum vóru á vakt.
Tá skiparin var komin upp á
dekkið, undrast hann á, at stýri
maðurin og hansara menn gingu
har, og spurdi hann, hvat hetta
hevði at týða. Stýrimaðurin tók
nú skiparan einsæris burtur frá,
og segði honum, at menninir vóru
hvørki til at høgga ella stinga í,
og teir vildu ikki í land við honum.
(Okkurt bendir á, at teir hava havt
okkurt ringt ánilsi.)
Skiparin mátti
sjálvur í land
Skiparin avráddi tá sjálvur at fara
í land. Hann tók sjey mans við
sær av síni vakt, og vóru teir allir
fúsir at fara. Kl. 7,30 fóru teir frá
skipinum. Hann trilkaði gulið, og
nú vóru um 5 vindstig (811 m/s,)
men tað helt ikki skiparanum
aftur frá at fara í land.
Tá teir høvdu róð um hálvan
annan tíma, vóru teir komnir heilt
nær lendingini á Fagranesi. Men
beint útfyri er grýtut við stórgróti.
Hetta merkti at ringt var at koma
at landi, og tað var ikki heilt kyrt.
Skiparin bað nú menninar snúgva
bátinum upp í vindin, meðan hann
kannaði, hvar best var at lenda.
Tætt við lendingina lá ein boði,
men beint nú var hann undir,
meðan flóðin var. Skiparin visti
væl um hann. Nú var báturin
komin nærri boðanum, men skip
arian kom ikki til hugs, at nakar
vandi var á ferð, tá háflóð var enn.
Tá kemur eitt brot...
Bráðliga, meðan báturin var
innanvert við boðan, reis alda
seg sum eitt skot. Skiparin bað
tá menninar um at rógva skjótt
móti landi. Meðan teir tóku fyrsta
áratakið, grunnbreyt á boðanum,
og sjógvurin holvdi yvir bátin og
hvølvdi hann.
Sjey av manningini lupu fyri
borð undan brotasjógvinum, tí teir
vildu ikki liggja undir bátinum.
Næstan allir dugdu at svimja, og
heilt stutt var í land.
Ein maður var eftir í bátinum.
Og var tað Petur Nielsen, sum
var elsti maður, hóast hann ikki
var meira enn gott 40 ár. Báturin
holvdist yvir Petur, og fekk hann
deyðatakið um toftubekk.
Undir bátinum var nú lufttómt,
og Petur var leingi í iva, um hann
skuldi halda takinum ella sleppa.
Men hann hugsaði við sær sjálv
um: “Eg dugi ikki at svimja og
sleppi eg takinum, so er deyðin
mær vísur. Eg velji heldur at
halda mær, meðan eg kann, og
er tað meira lívsvón í tí. Eg eri
hjálparleysur, hvar eg eri verði
vilji Guds”.
Sum hann hugsar, hoyrdi hann
rødd skiparans, sum var komin á
kjøl saman við øllum bátsfeløgun
um. Nú hoyrir hann Mortan
skiparan siga: “Hvar er Petur?”
Tá søgdu allir hinir sum við ein
munn: “Eg veit tað ikki.” Petur
var útlúgvaður og kraftarleysur,
og fekk ikki orðið fyri seg og tíans
heldur fekk hann ikki sagt nakað.
Aftur eitt brot
Stutt eftir kom aftur boðabrot,
sum sópaði allar menninar á
kjølinum á sjógv og breyt bátin
í helvt. Hálvi báturin, sum Petur
hekk í, lyftist nú upp, og kom tá
meira luft undir bátsrovið. Hann
fekk nú drigið ondini, og varð eitt
sindur betri fyri enn áður.
Langt og hart stríð, og óenda
liga leingi vísti tað seg fyri Peturi
at hanga undir bátsrovinum upp
undir akslar í sjógv. Men tað var
jú púra meiningsleyst at hugsa
um tað í løtuni. Men ein endi
mátti koma á hesum bardaganum
fyri lívinum, antin lív ella deyði.
Fekk fast undir fótum
Aftaná at hava hingið undir
bátsrovinum ógvuliga leingi,
verður hann varur við, at hann
hevur fast undir fótum. Hetta
var honum til mikla gleði og
fekk hann lívsvónina aftur. Síðan
kom triðja boðabrotið og vendi
bátsrovinum, so kjølurin nú
vendi niðureftir. Bátsrovið var
komið niðan í grýtuta grótlendið
í fjøruni. Hann royndi nú at gera
seg leysan av bátsrovinum, og
eydnaðist tað loksins. Millum
stórgrótið í fjøruni var nú roynt
at fáa fast undir fóti, men har er
heilt djúpt millum klettarnar. Ofta
fór hann heilt undir kav í fjøruni á
veg niðan í fjøruna.
Brimið var vaksið nógv frá
tí, at báturin holvdist, men tað
merkiliga hendi, at meðan Petur
stríddist við at koma niðan frá,
var tað blikalogn. Tá Petur var
komin so langt niðan frá, at
sjógvurin ikki náddi honum, tveitti
hann seg útlúgvaðan og hjálpar
leysan av møði niður á helluna.
Hoyrdi málið í
bóndanum
Knappliga hoyrdi hann málið
á onkrum, og nú var bóndin á
Fagranesi komin saman við einum
av arbeiðsmonnunum, og vóru
teir ríðandi á tveimum hestum.
Teir vóru farnir til fjals at hyggja
eftir seyði, og haðani høvdu
teir sæð, tá báturin holvdist við
lendingina. Teir riðu oman til
strandar, so skjótt teir kundu.
Nú teir nærkast, hoyrir Petur
bóndan siga við felaga sín um at
skunda sær. Petur var skjótur at
reisa seg upp á albogarnar. Hann
var so útlúgvaður, at tað var við
neyð og deyð, at hann slapp upp
á føturnar. Hann var blivin sera
kaldur, og kroppurin var nærum
stirðnaður. Bóndin tók nú Petur
uppá hest sín, og tvísporaðu teir
heim til Fagranes, sum er stutt frá
lendingini.
Komin higar sá
bóndin, at “Ridd
arin” var komin heilt
Aftaná kirkjugarðin var farið í kirkju. Ferðalagið fylti nógv í kirkjuni
Jarðarferðin 6. oktober í 1927
➘
Kórið sum sang so yndisliga í kirkjuni, og sum gjørdi sítt til at gera løtuna so
hátíðarliga