Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. oktober 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 201 • 21. oktober 2009 A v hesum sjey monnunum eru fimm teirra jarðaðir her. Minning­arhaldið var 30. septemb­ er, júst 82 ára dag­in fyri, at lík­ini k­omu til Seyðisfjarðar at verða jarðað. Greitt er long­u frá hesum hátíð­ arhaldi í Sosialinum. Her sk­al henda syrg­ilig­a søg­an lýsast í síni heild g­rundað á frásag­nir, sum í 2002 og­ 2003 vóru í FF­blaðnum Tann mest útg­reinaða frásøg­nin stóð í íslendsk­a blaðnum Sjón & Sag­a í 1963. Hjalmar Waag­ Høg­nesen í Klak­svík­ g­jørdi FF­blaðn­ um tann beina at týða g­reinina til til føroysk­t. Her verður sag­t: Føroying­ar hava g­jøg­num lang­ar tíðir søk­t fisk­imið Íslands. At byrja við var tað mest við deyðsig­larum, har vindurin jú var avg­erandi fyri ferðini. Seinni fing­u teir hjálpimotor, so nú vóru seg­lini ik­k­i einasta álit eins og­ áður. Hesar sluppirnar byrjaðu á íslandsmiðum beint fyri aldamótið. Sluppirnar vóru fyri tað mesta úr Ong­landi, men nak­að seinni vóru nak­rar k­eyptar úr Íslandi. Riddarin Ein av teimum, ið leing­i hevði roynt við Ísland, var “Riddarin” úr Trong­isvág­i, sum var merk­t TG 308. Hon var smíðað úr eik­ í Plymouth í Ong­landi umleið 1885 og­ var 90 bruttotons. Hon var deyðsig­lari til 1927, men tá fek­k­ hon ein 60 hesta Tuxham motor. Sk­ipið var k­eypt stutt eftir aldamótið av partafelag­num J. Mortensen. Hendan fyritøk­an átti 12 aðrar sluppir, og­ høvdu nak­rar av teimum hjálpimotor. Í 1935 seldi J. Mortensen “Riddaran” út á Toftir. Síðan varð hon seld til Miðvág­s, bleiv umbyg­d og­ fek­k­ aðra mask­inu, sum mang­ar tá í tíðini, og­ k­undi hon tá sig­la við 10 míla ferð. “Riddarin” er enn (tá) í Vág­um. Riddarin endaði sínar dag­ar hjá Símun Johansen av Strondum. Riddarin var eitt sera g­ott sjósk­ip. Eins og­ so nóg­var aðrar sluppir var “Riddarin” á fisk­iveiði á Eysturlandinum í 1927. Tað hevði g­ing­ið væl, og­ fisk­aríið var so nøk­urlunda. “Riddarin” tók­ umleið 350 sk­ippund (á 160 k­g­, 56 tons) av saltfisk­i. Til hendan fisk­ brúk­tu teir umleið 45 t. av salti, sum teir høvdu við úr Føroyum. Hetta var triði túrur hjá teimum hetta árið. Tann fyrsta vóru teir mest á Suðurlandinum og­ vestur í Jøk­uldýpið. Næsti túrur var frá 12. juni og­ juli út. Tá varð mest fisk­að á Vesturlandinum og­ Norðlandinum. Menn høvdu ikki hug at fara avstað aftur Stutt eftir heimk­omu av næsta túri var farið at hug­sa um Eystur­ landstúrin. Nak­rir av monnunum, sum høvdu verið við hinar báðar túrirnar, løg­du ik­k­i í at fara hendan seinasta túrin. Tað var so nóg­v heima, sum bíðaði, sum hoyg­g­ing­ og­ k­ríatúr, sum teir máttu tak­a sær av. Tessveg­na k­om at vænta fólk­ hendan túrin. Ik­k­i g­ek­k­ so væl at fáa manning­ til túrin, men blivu teir tó fullmannaðir til endan. Sk­iparin á “Riddaranum var Mortan Nielsen, maður um 40 ára aldur úr Sumba. Har búðu umleið 400 fólk­ tá, í dag­ umleið 475. Sk­iparin Mortan átti son, sum æt Johan, sum hevði sig­lt úti í trý ár og­ hevði sig­lt næstan øll heimshøv. Pápin vildi hava hann við hendan túrin. Men sonurin var trek­ur, tí hann ætlaði sær á stýrimanssk­úla í Danmark­ sama heyst. At enda slak­aði hann og­ játtaði at k­oma við. Sk­ipið varð nú g­jørt k­lárt til Íslandstúrin, og­ ætlanin var sum sag­t at fara á Eysturlandið og­ Norðlandið. Síðan var farið av Trong­isvág­i og­ vestur móti Lítlu Dímun. Ferðin g­ek­k­ væl, og­ tað var av besta veðri alla tíðina. Gott samband við bøndurnar Bøndurnir við Eystfirðirnar k­endu væl sk­iparan Mortan. Hann var mang­an k­omin har á land og­ k­eypti seyð øll tey 20 árini, hann hevði verið sk­ipari á sluppunum. Hann hevði nú á orðið um at fara upp til Fag­ranes næsta vik­usk­ifti at k­eypa seyð, sum hann var vanur. Fag­ranes var nak­að innarlag­a á Lang­anesi Bak­k­aflóðarmeg­in. Seyður var ofta g­oldin við k­oli og­ salti ella aðrari vøru, men ong­antíð við pening­i. Hildið var, at onnur vøra var best at g­jalda við. Føroying­ar g­uldu heldur aldri við brennivíni. Tað var heldur ik­k­i at finna umborð, uttan í medisink­istuni til heilivág­. Har vóru so altíð tvær fløsk­ur umborð á hvørjari slupp. (Tað er hug­alig­t at hava fing­ið slík­t ummæli øðrum enn føroying­um sjálvum.) Hildið varð áfram at fisk­a nak­rar dag­ar, og­ hendi eink­i stórveg­is ta tíðina. Um vik­usk­iftið varð sig­lt inn á Fag­ranes fyri at fara á land til umrøddu ørindi. Róð varð í land í tí stóra sk­ipsbátinum Sjóvanlukkan við »Riddaranum« Ein av teimum kenslubornu løtunum á ferðini við Norrønu til Íslands seinast í september var á kirkjugarðinum á Seyðisfirði, tá luttakararnir mintust teir sjey menninar av Riddaranum, sum umkomust í 1927 Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Odmar Hansen hevur lagt krans á grøvina hjá teimum, sum fórust við Riddaranum. Kona Odmar er abbadóttir skiparan Mortan. Á myndini er eisini presturin Cecil Haraldson Jákup Mikal Mikkelsen av Toftum lesur Faðirvár við grøvina. Tað gjørdi hann eisini í 1999 í fjøruni nærindis Grindavík, tá minningarhald var hildið um teir, sum doyðu við Onnu í 1924. Pápi Jákup Mikal var ein teirra ➘