Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. oktober 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 201 - 21. oktober 2009 Landsstýrið skyldar okkum eitt greitt svar: Verða vit partar av granskingarsam­ starvinum hjá ES, ella er verða vit ikki? Landsstýriskvinnan í granskingarmálum vísir til eitt møguligt time out, ímeðan uttanríkisráðharrin heldur fast í, at sáttmálin skal undirskrivast. Hvørgin teirra hevur tryggjað neyðuga peningin. Beint undan heystfrítíð­ ini viðgjørdi Løgtingið ein fyrispurning frá undirrit­ aðu til Helenu Dam á Neystabø um føroyska luttøku í ES­granskingar­ samstarvinum. Svørini frá landsstýriskvinnuni vóru beinleiðis í andsøgn við tað, landsstýrismaðurin í uttanríkismálum fleiri ferðir hevur boðað frá: At Føroyar fara at undirskriva sáttmálan við ES, og harvið vera fullgildugir limir í samstarvinum. Orka ein møguleiki Bakgrundin fyri spurning­ um var at ES júst hevði boðið út spennandi gransk­ ingarverkætlanir innan orku ­ hvussu orku­avbjóð­ ingarnar kunnu loysast bæði sæð í stutttíðar­ og langtíðarhøpi, menning av tøkni til orkuveiting, ymisk­ ar varandi orkukeldur, um orkusparandi bygging og so frameftir. Hetta eru alt øki, sum eru sera relevant hjá føroy­ ingum at vera við til at granska í. Samstundis eru Føroyar væl egnaðar til pilot­projektir, og uttan iva kundu fleiri ES­lond verið áhugað í at samstarva við okkum um menning av varandi orkukeldum og orkutøkni. Í hesum høpi kundi granskingarsam­ starvið verð ein góð lopfjøl. Við fullgildugum atlima­ skapi í 7. rammuskránni kunnu føroyskir granskarar luttaka á jøvnum føti og við hesum fáa atgongd til fígging, netverk og vitan. Limaskapurin gevur eisini møguleikan at átaka sær at samskipa og standa fyri evropiskum granskingar­ verkætlanum. Tað kostar tó eisini fitt av peningi at vera við í samstarvinum – eitt stað millum 9 og 10,5 milliónir árliga. Eingin freist, eingir pengar Eisini varð spurt nær sáttmálin um føroyskan atlimaskap í ES­gransking­ arsáttmálanum verður lagdur fyri Løgtingið, og hvussu nógvir pengar eru settir av fram til 2013. Landsstýriskvinnan segði, at tað ikki er heilt klárt at undirskriva kortini, og ikki dugdi hon at siga, nær sáttmálin verður lagd­ ur fyri Løgtingið. Og hvørki hesin ella hin lands­ stýrismaðurin hava tryggj­ að pening til endamálið. (sí spurningar og svar á log­ ting.fo, skrivligur fyri­ spurningur 12/09). Eri so sára samd við Vinnuhúsinum og øðrum, sum hava ført fram, at hetta luktar av óseriøsum granskingarpolitikki. Hvussu kann landsstýrið melda út, at nú er alt klárt, tá landsstýrið skilliga als ikki hevur nakrar ætlanir um at pengar skulu vera til granskingarsamstarvið? Í øllum føri er ikki ein einasta króna sett av á fíggjarlógini fyri 2010. Í kjakinum kring fyrispurningin tosaði landsstýriskvinnnan til eitt møgulig “time out”. So er bert at vóna, at svarið frá ES ikki: Over and out! Time out ella over and out fyri ES-granskingarsamstarv? Løgtingskvinna Bjørt SamuelSen Var eitt tiltak, ið veruliga gav okkum nakað at hugsa um, hvat framtíðin hjá Klaksvík og Norðoyggjum viðvíkur. Niðurstøðan var, at tað er innan fiskivinnu­ na, ið vit skulu menna okk­ um frameftir. Men innan eina broytta fiskivinnu, ið eigur at seta fokus á Klaks­ vík sum ein matvørufram­ leiðara. Almennar eins væl og privatar útbyggingar og íløgur eiga at savna seg um hetta fokus. Ikki alt til øll Fyri fleiri árum síðan, tá ið tað sá út sum um oljuvinn­ an fór at taka seg upp, valdi Klaksvíkin at satsa á fiskivinnuna. Tað ið væntar nú, er ein miðvísur politisk­ ur innsatsur, frá almennari síðu, har vit taka avgerðina og leggja okkum eftir at menna Klaksvík sum eitt fiskivinnu og matvørufram­ leiðandi øki. Henda avgerð krevur, at vit poltiskt av­ gera, at tað, ið hoyrir fiski­ vinnumenning og matvøru­ framleiðslu til, skal vera í Klaksvík. Henda avgerðin inniber, at vit ikki spjaða stovnar v. m., ið hoyra við til at menna fiskivinnuna og matvøruframleiðsluna, ymsastaðni í landinum, men veruliga satsa upp á Klaksvíkina. Taka vit ikki eina greiða støðu hesum viðvíkjandi verður úrslitið, at virksemi verður spjatt, eitt sindur her og eitt sindur har við tí úrsliti, at ongin fær nakað verðuligt burturúr. Ikki av tilvild Í Klaksvík hava vit Sjó­ mansskúla, Tekniska Skúla, Húsarhaldsskúla, HF og Trygdarmiðstøðina. Allir hesir skúlar eru staðsettir her, tí tað lokala initiativið var drívmegin. Tað er ikki av tilvild, at tað júst vóru hesir skúlar, ið norðoyingar stríddust fyri. Allir hava nakað við fiskivinnuna og at menna teir førleikar, ið arbeiðs­ megin í hesum økinum hevði fyri neyðini at gera. Tey bæði gymnasialu beinini HF og HT eru eisini ein týdningarmikil partur í hesi framtíðar­ menning. HF hevur til endamáls at útbúgva til­ komin, ið hava verið eina tíð á arbeiðsmarknaðinum, so tey kunnu fáa ein hægri almennan førleika, ið ger tey før fyri at taka miðal­ langar og hægri útbúgving­ ar. Ongastaðni í Føroyum hev ur HF virkað so væl, samsvarandi sínum endamáli, sum í Klaksvík. HT útbúgvingin, er tann útbúgving, ið leggur dent á tøkniligan førleika í orðs­ ins breiðasta týdningi. Tøkniligar førleikar innan, el, maskin, timbur, miðlar og matvøru. HT leggir seg sostatt eftir at menna førleikar almennar eins og tøkniligar, ið skulu geva økinum møguleika at fáa hægri útbúgvin fólk innan júst tey tøkniøkir, ið skulu vera við til at menna okkum víðari á leiðini. Maritimur depil Eri púra samd við lands­ stýriskvinnuni í mentamál­ um, tá ið hon í framsøgu­ røðu síni í samband við fíggjarlógina segði: ”Eg meti sjálv, at tað hevði verið skilagott, at ein mari­ timur depil var staðsettur í Klaksvík... Finna vit semju um bygnaðin og at menna maritima útbúgvingarvirk­ semi í Klaksvík, so er játt­ an sett av til at fara undir at gera eina byggiskrá og til projektering”. Eri vís í, at landsstýris­ kvinnan fær undirtøku fyri hesum hugsannum. Men vil mæla henni til at finna hesa semju eisini við atliti til framtíðina hjá Klaksvík sum matvøruframleiðara. Hetta krevur, at hugsað verður breiðari enn mari­ timt, sum vit vanliga fata tað, nevniliga bert tær útbúgvingar, ið Vinnu­ háskúlin og Sjómansskúlin hava í dag. Vit eiga at hugsa tað maritima, eisini sum eina menning av rávør­ uni. Tí eiga bæði útbúgv­ ingar og gransking innan hetta øki at vera ein natúr­ ligur partur av maritima umhvørvinum í Klaksvík. Norðoya skúladepil ein fjølbroyttur og sterkur depil Halda vit okkum til veru­ leikan nú og her, so er norðoyaøkið undir trýsti, bæði tá ið tað snýr seg um framleiðslu, almenn arbeiðspláss og útbúgving­ armøguleikar. Vit kunnu ikki lata eyguni aftur fyri, at ein stórur Skúladepil í Marknagili fer at seta útbúgvingarnar úti um landið undir trýst um ikki rætt verður atborið. Tí eiga hesar útbúgvingar at verða savnaðar í sterkar deplar við somu fortreytum, sum Skúladepilin í Marknagili. Fortreytir, ið eg hugsi um, eru felags leiðsla, samlest­ ur, gagnnýtsla av lærara­ kreftum og eitt spennandi skúlaumhvørvi til næmingarnar. Fyri Norðoyggjar eigur hetta at merkja, at allir skúlar aftan á miðnám verða savnaðir í ein depil. Okkara vørumerki verður tað maritima og tað al­ menna/tøkniliga. At hava ein so fjøltáttaðan depil er ein fortreyt, havandi í huga, at Klaksvík er næst størsti býurin í landinum, og tí at vit satsa upp á at menna okkum sum fiski­ vinnuhøvuðstaður við denti á menning av matvøruframleiðslu. Nú verður nógv tosað um kommunusamanlegging, eftir at eitt upprit er komið til løgtingið við tilmæli um hóskandi kommunu­ byggnað. Viðvíkjandi kommunun­ um í Sandoyar sýslu hevur oftað verið talan um at leggja saman, síðan sýslan fór sundur í smærri komm­ unur í 1928 og 1930. Eg minnist væl í yngri árum, tá sagt varð, hvussu nógv tað hevði at týða, at bygdirnar fingu studning frá løgtinginum til lending­ ar, men høvuðsendamálið var líka nógv arbeiðsinn­ tøkan við at gera arbeiðið, sum nyttan av útbygging­ ini, tí henda útbygging var so lítil í vavi hvørja ferð, at tað tók ein mansaldur at fáa eina líkinda lending! Nógv er broytt síðan tá. Havi í mong ár verið heitur talsmaður fyri at leggja hetta økið í eina kommunu, men frá fleiri síðum hevur verið víst á við spurningin­ um, hvønn týdning "vit" ­ okkara kommuna­fáa av hesi samanlegging. T.v.s stuttskygdur politikkur hevur forðað fyri viðgerð av meiri víðgongdari sam­ felagsmenning, og hesin stuttskygdi politikkur hevur verið grundarlagið undir verandi politiskum meirilutum í kommunustýr­ unum í oynni alt ov leingi! Nú er talan um, annað­ hvørt sandoyggin skal vera ein sjálvstøðug kommuna, ella leggjast skal saman við Tórshavnar kommunu. Fleiri frægir frøðingar hava verið frammi og víst á, at sandoyarøkið er ov lítið at vera ein kommuna, tí fólkataðið er ov lítið, hóast undirlendið er nóg stórt, og serliga verður víst á gongdina viðvíkjandi broytingini í samansetingi av aldurslutfallinum ung arbeiðsfør og eldri, óvirkin á arbeiðsmarknaðinum. Sjálvur eri eg ikki so vísur í, hvussu nógv stødd­ in á einum øki hevur at týða fyri at klára sína uppgávu sum eitt avmark­ að øki við ávísum upp­ gávum og skyldum, men tað sum nú hendir í okkara oyggj lokalpolitiskt sigur mær greitt, at hetta økið ikki hevur nakran møgu­ leika at standa á egnum beinum! Talan er ikki um fólkatal, heldur ikki um fíggjarliga orku, men stutt og greitt, at hetta samfelag verður so illa handfari politiskt innanhýsis, at tú fær onga samlaða eind, og tí heldur ikki tað mest avgerandi: Eitt samfelag við einari sannførandi sál! Nú hoyrdi eg í sjónvarpi­ num í kvøld, at borgarstjór­ in á Sandi hevur fingið áheitan frá stillarum til seinasta val um ikki at fara úr stjórastarvinum, og her verður heitt á Brand Sand­ oy um at taka stuðul sín til minnilutan í kommunu­ stýrinum aftur, og antin stuðla Páll, ella vera "uttanveltaður". Um stillararnir eru so meðvitandi, so undrar tað meg, at teir ikki áður hava átalað Páll í kommunala virki hansara! Ella eru ákærurnar frá Brandi um arbeiðsførslu borgar­ stjórans ikki rættar??? Havi áður víst á, at Páll fór eins og áður at fáa so nógvar áheitanir, at "sam­ vitskan" forðaði honum at fara frá. Eisini er her talan um rættuliga týðandi fíggjarligar avleiðingar fyri borgarstjóran! Viðvíkjandi nýggjum ella øðrum borgarstjóra á Sandi, so vísa frásagnirnar, sum eg havi fingið endur­ givnar úr Oyggjatýðindi um kommunustýrislimir á Sandi, at ongin er borð­ barur! So er meðni bert eitt at gera: Leggið saman við Havnar kommunu og góðkenni fremmandavald! Klaksvík í fokus Løgtingskvinna eyðgunn SamuelSen Sandoyggin saman við Skúvoy ein kommuna? eyðun mohr Viderø viðmerkingar