mikudagur 21. oktober 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 201 - 21. oktober 2009
13
KRIS tykist vera heltikið av
at læra øll børn í Føroyum,
at einhvør vaksin er ein
møguligur misbrúkari;
at børn ikki longur
kunna líta á vaksin
N
ú tá ið Jan Jacobsen, formaður
í KRIS, heilt óoriginalt vil
hava okkum at kortleggja pedofilar
og soleiðis avhenda rættindi og
ábyrgd til ein støðugt altumfatandi
stát, er tað mær ein gáta, hví hann
er nøgdur við bert at herma eftir
dønum. At nationalsosialistiskir
danir, ið halda seg vera liberalir,
prísa slíkan politikk, tekur meg
ikki á bóli, men tað er mær ein
gáta, at vit enn eru so pedantisk at
halda, at politisk hugskot fáa eitt
meirvirði bert við at vera donsk.
At síggja til tykist tilmælið, upp
runaliga ein innblástur úr Amerika,
ið pliktar politiið at ávara teg, um
ein pedofilur flytur til ella býr í
grannalagnum, ikki at vera annað
enn vanligt skynsemi. Í 1994 var
Megan Kanka, ein sjey ára gomul
genta úr New Jersey, lokkað inn í
heimið hjá nábúgvanum, Jesse
Timmendequas, við at bjóða henni
at síggja hansara hvølp. Hann
neyðtók hana í fleiri dagar áðrenn
hann kvaldi hana við eini reim.
Í kjalarvørrinum á sváru sorgini
kom fram, at Timmendequas áður
hevði verið sakfeldur í dómi fyri
barnayvirgang. Mamma Megan
gjørdist forfard av ikki at hava
verið kunnað um hetta, og setti í
gongd eitt átak, har løgreglan við
lóg hevði skyldu til at ávara
familjur, tá ið ein pedofilur flytur
inn í grannalagið. Eg meini, kann
nakar tala at slíkum lógaruppskoti?
Jú, tí veruleikin er ikki altíð heilt
so einfaldur, tó at politikarir elska
lóggávu, ið er ókeypis og fær fólk
at fara á føtur, og “Megansa lóg”
sendir bara uppaftur fleiri børn í
føvningin á pedofilum.
H
evði Jan Jacobsen tímað —
og helst áðrenn hann fór í
holt við at tosa humbukk í Eygsjón
— at hugt at próvtilfarinum, og
sum er í yvirflóð, hevði hann alt
fyri eitt sæð, at sovorðið sum
kortlegging av pedofilum, og at
kanna hvønn Hanus og Janus, sum
hevur samband við børn og ung,
ber við sær, at talið av
pedofiloffrum fer skarpliga
uppfrá. So heldur enn at verja
lítlar gentur sum Megan, vil
lógin, kallað upp eftir henni, økja
um talið av gentum og dreingja
børnum, ið verða misbrúkt.
Nei, ístaðin mælir formaðurin í
KRIS, ráðgeving fyri seksuelt
misbrúkt, so evindaliga banalt og
óumhugsað til at kortleggja
pedofilar so at minka um teirra
“rásarúm”. Men tað er júst hetta
rásarúm, sum hasi, ið halda børn
vera eiggilig, hava tørv á. Rása
rúmið ger, at hugurin at hava sex
við børn, verður verandi ein
hugur—tað, ið hindrar tað óvirkna
at gerast virkið. Hin mega bróður
parturin av pedofilum eru nevniliga
einstaklingar, sum, jú, heilt and
styggiligani, men kortini lutfalsliga
skaðafrítt, nøkta sín tørv á alnótini.
Tað er fyrst, tá ið hesi kenna seg
hótt sum úrslit av eini konstantari
forfylging, hvat ein kortlegging í
fúlasta mát er, at tey, um tú vilt,
“realisera seg” og verða veruligir
pedofilar.
Sum við narkomanum mugu vit
viðurkenna, at pedofilar altíð hava
verið her, og altíð fara at vera her,
og at ein moralsk heksajagstran
einans fer at verra støðuna. Og
hvat pedofilum viðvíkur, er
avleiðingin sostatt, at tey, ið hava
hug at børnum, flyta seg frá heima
telduni og út í veruliga lívið.
“Men barnið í telduni, hvat við
tí, er tað kanska ikki eisini veru
ligt,” hoyri eg onkran rópa. Jú,
sjálvandi er tað tað, so at skilja, at
tað er á lívi... enn. Men her kemur
nyttulæran inn: tí tað er væl betur,
at eitt barn, so synd og ræðuligt tað
eisini er fyri tað, at tað verður
“teldumisbrúkt” av einum ólekrum
manni afturat, enn at hesin ger seg
kropsliga inn á eitt annað barn.
Av hesum er tað, at rættvorðni
libertianarin í mær er fyri “rættin
um at hava barnaporno”. Av nyttu
ávum, av tí at rætturin, so óglæsi
ligur hann enn er, rætt og slætt
merkir færri verulig offur.
F
yri ordiliga at skilja hetta, mást
tú lurta eftir teimum, ið dagliga
arbeiða við pedofilum. Pamela
Welsh, ein fangavørður, ið hevur
drúgvar royndir á økinum, greiðir
frá: “Tað er, tá ið hesi fólk kenna
seg avbyrgd og vinaleys, at vágin
fyri at endurtaka brotsgerðina er
størstur. Tey føla, at um verðin
hugsar um tey sum skrímsl, kunna
tey eins væl bera seg at sum eitt.”
Men Megansa lóg ger, at ein
leysgivin pedofilur endar í slíkari
støðu. Og tað er hetta, Jan Jacob
sen vanlukkuliga mælir til. Heldur
enn at kunna finna sær eitt arbeiði,
nøra vaksnamanna vinarbond og
fáa hjálp at standa ímóti myrkum
freistingum, verða teir blakaðir í
eitt kolandi heitt bað av haturi.
Sjálvandi, teir ógvusligastu pedo
filarnir eiga, eftir mínum tykki, ikki at
sleppa leysir, sjálvt um teir vera tað,
serliga í prinsippfátæka Danmark.
Hinir eiga sjálvandi aftur at sleppa
síggja dagsljós, og gera tað eisini.
E
itt álvarablað í Amerika, Times
HeraldRecord, dokumenteraði
ávirkanina av Megansa lóg á New
burgh, ein lítil býur í noðurparti
num av New Yorkstatinum. Tá ið
ein pedofilur, John Duck Jnr, bleiv
royndarleyslatin við boðum um at
búgva hjá sínum gomlu foreldrum,
blivu grannarnir ávaraðir av
myndugleikunum. Teir tríggir
familjulimirnir fingu dagligar
deyðshóttanir. Ein geylandi riðil av
tilkomnum fólki, nøkur við
børnum, stóðu eitt langt og eitt
breitt uttan fyri húsini við kravin
um “Duck, far út nú!”—ætlandi til
ein dularfullan stað við ongum
børnum. Hann fekk ikki frið, og
teir fáu grannarnir, ið dittaðu sær at
práta við hann, blivu eisini hóttir
við lívinum.
Eg havi trupult við at ímynda
mær eina støðu meiri sannlík at fáa
ein pedofil at detta afturáaftur og
oyðileggja enn eitt barnalív. Hetta
er hví, at talið av barnaneyðtøkum
og morðum er vaksið í mestsum
øllum statum í Amerika, ið hava
viðtikið Megansa lóg.
Ein lóg, sum kriminaladvokatar
í Amerika skíra “ineffective”, men
ein lóg, sum KRIS nú vil innflyta.
Ikki tí, har eru ivaleyst ein ør
grynna av stuttskygdum skilafólki
við sama ynski. Tað er bara tað, at
Jan Jacobsen, umboðandi økið, átti
at vitað betur.
M
en við at mæla til at barna
kanna vaksin, steðgar for
maðurin í KRIS ikki so. Og eisini
her átti hann at vitað betur, tí enn
einaferð hava vit við eitt fullvegis
høpisleyst uppskot at gera.
Frammanundan er sambandið,
vaksin og børn, kringað av einum
ómátaligum paranoia. Og frælsis
stjalandi uppskotið hjá KRIS, at
kanna vaksin, ið hava samband við
børn, fullger paranoiaið og økir um
eitt longu yvirkannanð og kon
trollerandi samfelag.
Uppskotið bæði speglar og
stimbrar mistrúnna á vaksin. Tað
sipar til, at einhvør vaksin er ein
potentiellur pedofilur, og má
stemplast “tryggur” áðrenn tey
hava nakað samvirkni við børn.
Um KRIS fær sín vilja, merkir
hetta, at tað, at skula vera við børn
um, ið ikki eru tíni egnu, gerst ein
serstøk mannagongd við kravi um
státsliga avgreiðsluváttan, heldur
enn ein vanligur partur av tí at vera
ein vaksin borgari. So við og við
fer hetta ósvitaliga at hava eina
eitrandi ávirkan á sambandið
millum ættarliðini.
Sambært KRIS hava tey ókann
aðu einki at gera í námind av børn
um. Um tey ikki pilla av, fáa tey
vitjan av løgguni. Tað vil siga,
farvæl til lokalar eldsálir og eitt
hvørt óformligt samband millum
vaksin og børn.
Spell, tí tað eru nevniliga veldig
ir fyrimunir við samveru millum
vaksin og børn, ið ikki er reguler
að. Børn eru ikki bert uppdrigin av
familjum og lærarum. Vaksin fólk í
einum samfelagi hava altíð verið
saman um ábyrgdina at hava um
sorgan fyri komandi ættarliðum.
Talan er um óskrivaðar semjur og
skyldur, avtalaðar millum grannar,
vinir og vinir hjá vinum. Men
politikkur, ið snýr seg um at
barnakanna tilkomin, fer at
bureaukratisera óformlig bond.
H
erma vit eftir dønum, og upp
skotið gerst veruleiki, tá verður
tað eisini uppaftur truplari at útvega
fólk ímillum ungdómin, at fáa sjálv
boðin at hjálpa til hjá skótunum, at
hjálpa til í staðbundna hondbólts
felagnum, av tí at tey kanska eru eitt
sindur løgin ella bara, sum eg, ikki
finna seg í at blíva kannað.
Hetta er fakta frá teim londum,
ið hava góðtikið ráðaríka og manna
fíggindaliga uppskotið hjá Jan
Jacobsen. Aðalendamálið við at
íðka hondbólt, til dømis, verður
ikki longur nakað so vilt sum at, ja,
læra at spæla hondbólt, men at
syrgja fyri, at barnið kemur heim
ómisbrúkt!
Linjan, “jú, men um tú einki
hevur at fjala, hvat er tá problem
ið”, er bara so autoritaristisk. Vit
hava faktiskt nakað, sum eitur
privatlív. Trupulleikin, at landið í
tíð og ótíð, í einum og øllum, kann
kanna teg.
Sum við Megansa lóg tekur upp
skotið, at barnakanna vaksin, ikki
hædd fyri tí sannroynd, at børn
kenna seg munandi tryggari, og eru
tað eisini, um vaksin kenna seg
føran fyri at ansa eftir børnunum hjá
hvørjumøðrum. Um nakað, verður
talan um ein falskan tryggleika, og
kann tað lættliga hugsast, at slík lóg
fer at verða brúkt at krógva og
umskylda seg við—fyri ikki longur
at brúka vanligt vit og skil.
E
g veit, at tey smáborgarligu og
vinstravendu hava eitt fantast
iska mystiskt álit á státin og tess
kommunur og fylgjandi myndug
leikar at ordna alt fyri seg, har
ímillum nakað so íborið sum menn
iskjaligar relatiónir. Men stóri
beiggi skal slettis ikki leggja seg
uppí privat viðurskifti, sosum
hvussu tilkomin velja at skipa sín
gerandisdag saman við øðrum, ella
hvønn eitt áhugafelag setur í starv
ella loyvir at hjálpa til.
Eginliga skuldi stóribeiggi held
ur koyrt sær ein túr niðan á renni
breytina hjá Heðini og klænka seg
eitt sindur, og soleiðis, so sera
hóskandi, hildið seg av tramanum
til frá fullvaksnum fólki. Við til
mælinum tykist KRIS vera heltikið
av at læra øll børn í Føroyum, at
einhvør vaksin er ein møguligur
misbrúkari; at børn ikki longur
kunna líta á vaksin.
Eitt tilmæli, ið áleggur øll hasi,
ið á onkran hátt eru saman við
børnum, at verða kannað út í æsir,
og har sjálvt ein hissini illgruni hjá
okkara politistum verður skrásettur
og brúktur sum “próvtilfar”, kann
ikki annað enn syndra sambandið
millum vaksin og børn, og harum
framt mata undan førleikan hjá
vaksnum at vera við í barnsins
vælferð.
H
vat kortlegging av pedofilum
um ræður, veit Jan Jacobsen
fullvæl, at tað slettis ikki er neyð
ugt hjá honum at fara til Amerika
at kanna ógvusligu prógvini um,
hví tað er heilt burturvið at ávara
grannar um, at ein pedofilur er á
veg; serliga tá ið aðrir framferðar
hættir vísa framúr úrslit. Í Englandi
koyrir ein glógvandi verkætlan
undir leiðslu av Thames Valley
Police, har leysgivnir pedofilar fáa
eitt stuðlandi netverk við profess
jonellum “vinum”, sum teir kunna
ringja til 24/7 til tess at endur
byggja sítt lív, men eisini, um teir
kenna á sær, at teir eru í ferð við at
detta útí aftur. Ikki ein hin einasti
av teimum 48 fólkunum í verkætl
anini hevur forbrotið seg aftur.
Nokkso speisamt er tað, og lat
tað vera mítt skikkaða git, at
foreldrini, ið ansa minst eftir sínum
børnum og geva sær minst far um
tey, óivað eisini eru tey, sum rópa
harðast um at fáa eina pedofil
ávaring í lag og kanna øll vaksin,
ið ansa teirra børn — hasi, tey hava
evstu ábyrgd og umsiting av.
Eg skjóti ikki endiliga upp, at
okkara børn skula liva eina
fongsulstilveru, og soleiðis fáa
fólkafobi, men um tú sum foreldur
ikki hoyrir ella sært børnini, tá
eigur tú sum minsta krav at vita,
hvar og hjá hvørjum tey eru. Kort
ini vitna vit alt ov nógv børn og
tannáringar, sum valtra á miðjari
nátt, tað veri seg á havnargøtum
ella í onkrum forkunnugum
kjallara, púrasta óansað og óvard.
Tesvegna, um kortlegging av
pedofilum veruliga snýr seg um at
verja børn, skuldi KRIS heldur
lenað seg at próvtilarinum og bjóð
að pedofilum, sum av sonnum vilja
betur, víðfevndan stuðul og viðgerð
til tess at tempra sína grimmu
girnd.
Tað harmar meg tí at gera av, at
tilmælini hjá Jan Jacobsen, at
almannagera navn og bústað hjá
øllum pedofilum og barnakanna
vaksin, treyðugt snýr seg so nógv
um “barnsins trygd”, sum vitanar
skerdi KRISformaðurin vil vera
við, men heldur um kenslupolitikk.
Ein politikkur grundaður á,
hvussu andstyggilig tey vaksnu
halda pedofilar eru, og í hesum
brúka børnini sum amboð í teirra
haturi til hesar óndsinnaðu seksual
frikar, “at gera lívið uppaftur trupl
ari hjá teimum”, sjálvt um hetta fer
at merkja fleiri offur, fleiri mis
brúkt børn.
Í besta føri, KRIS, er hetta
ótilætlað sjálvsøkni, í ringasta... ja,
strika ótilætlað.
Hví KRIS eitrar sambandið
millum børn og vaksin
Tíðargreinin
tíðargreinin
Agga Niclasen
meining@meyl.fo