Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 202 - 22. oktober 2009 15 Andlát og jarðarferðir nøvn Randi Petersen and­ aðist á Akershus Uni­ versi tetssykehus í Oslo 18. oktober, 61 ára gom ul. Jarðarferðin verð ur frá Høybråten Kirke fríggjadagin 23. ok tober kl. 11.30. Torsteinn Kristinsson, vanliga nevndur Steyni, maður Fridu Petersen, andaðist í Reykjavík týsdagin, 77 ára gamal. Jarðarferðin verður mánadagin 26. oktober klokkan 13 í Reykjavík. Kurt Nielsen, fyrr ver­ andi trúboðari á Sand­ oynni, andaðist í Odense týsdagin, 87 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Andlát og jarðarferðir Hann var trettan ára gamal og liðugur at ganga í skúla, tá Óli Horn ein dagin, á kaiini í Vági, meðan menn riggaðu skipini til, bað Paula koma við sum messu­ drongur við Skt. Jacques til Grøn­ lands. Fyri Paula var tað einki ivamál, men foreldrini og fosturforeldrini høvdu ein trupulleika, Pauli var bara trettan ára gamal, men tey kláraðu ikki at halda honum aftur. Pauli fór við sum messudrongur. Men messudrongur var Pauli ikki leingi, tí tá Skt. Jacques kom á fiskileið, og Pauli sá tann nógva fiskin á dekkinum, tá var Pauli ikki messudrongur longur. Hann fór á dekkið at hjálpa til, tí tað var tað hann hevði hug til, og sjómaður hevur hann verið síðan. Pauli fór niður at læra til maskin­ ist og sigldi eina tíð við coustara, men so fór hann við einum snurr­ voddara í Esbjerg. Tað var tann kaldasti veturin nakrantíð í Danmark, veturin 1955­ 56, kuldin kom heilt niður á 28 kuldastig, og ísurin á sjónum lá langt úr landi. Pauli var tá 19 ára gamal, og einsamallur maður á dekkinum, meðan skiparin var í stýrihúsinum. Pauli skuldi hava ein enda frá trolinum har frammi frá og aftur um vantrið. Báturin var yvirísaður, og tá Pauli steig á lúnningina, fyri at koma afturum vantrið við endanum, gleið hann av ísinum og fór fyri borð. Skiparin stóð í stýrihúsinum, men hann sá ikki Paula fara fyri borð. Tá skip­ arin hugdi út, var Pauli ikki á dekk­ inum. Hann hugdi seg um, og sá tá topphúgvuna hjá Paula í sjónum nakað aftan fyri bátin. Skiparin gjørdi skjótt av, slóg bakk og kast­ aði bjargingarkransin út. So heppi var tað, at bjargingarkransurin kom beint niður yvir høvdið á Paula. Tað seinasta Pauli mintist, var at hann smoygdi armarnar inn í krans­ in, tá hevði hann fingið klov­ styvlarnar av beinunum, og hann royndi at pressa kragan á olju­ dansinum um hálsin fyri at halda sær uppi. Pauli varð tikin inn og lagdur í koyggjuna við ongum viti. Fýra tímar seinni raknaði hann við aftur, tá vóru teir á veg til lands til Esbjerg. Pauli kom á sjúkrahús, men mein fekk hann ikki av at hava ligið í tí ísakalda sjónum, helst tí hann var í føroyskum undir klæð­ um. Pauli var sjómaður og bert sjó­ maður, fiskur var alt, og havsins gap var hansara vinur, og mangan mundi hann berjast við brotini og skúmandi aldur, ja, sum oftast einsamallur á báti. Fisk fekk hann altíð. Hvussu ofta Pauli var í lívsvanda á sjónum, ber ikki til at siga frá í fáum orðum. Tað eru ikki nógv ár síðan, at hann fór fyri borð á Loprans firði, men tá var hann ikki einsamallur, og bjargaður varð hann. Men seinast hann var í lívs­ vanda og ikki ivaðist í, at nú var stundin komin, tað var fyri heilt fáum árum síðani. Pauli skuldi til útiróðrar einsa­ mallur klokkan fimm um morgunin. Tá Pauli steig niður á stokkin á bátinum, fór báturin undan, og Pauli fyri borð. Men aftur hesuferð hevði hann eydnuna við sær, hann fekk fatur í einum línuenda, sum hekk niður við kaikantin, og hann hálaði seg so mikið upp, at høvdið var yvir vatnlinjuni, og so setti hann fast um skøvningin. Har hekk hann. Deyðakvirt var á kaiini henda stilla morgunin, og Pauli hekk har einsamallur í einum klønum enda og hugdi út í kaihylin, men hann visti, at menn vóru í einum skúri, og so byrjaði hann at rópa, og hesi rópini hoyrdi Mikkjal, sum var farin út úr skúrinum at fáa sær fríska luft, og so kom hjálpin. Heldur ikki hesuferð kom Pauli í váta grøv. Pauli skundaði sær heim at skifta klæðir, og so fór hann til útiróðrar, hann læt ikki sjóvarfallið bíða eftir sær. Ikki ber til at taka alt við, sum Pauli avrikaði gjøgnum lívið, hans­ ara evnir altíð at betra um um ­ støðurnar hava altíð givið úrslit, men stórt var skuffilsið, tá hann landaði fyrstu lastina frá Saturn 3. Tað var fyrsta kassalastin, og fyrsta floks fiskur, og úrtøkan í flaki, var 17% hægri. Tá spurdi Pauli varis­ liga, um hann so ikki fekk nøkur oyru meiri fyri kiloið. “Nei, tað kemur ikki uppá tal”, var svarið, “tí so koma hinir og vilja hava tað sama”. Hann hevði eitt serligt sinnalag, ja, líka so harðligur hann kundi blíva, tá tað gekk ímóti, líka so hjartakærur og mildur, kundi hann vera, við sínum blíða smíli, tá hann hevði viðrák. Órættvísi og óerligheit var hansara størsti fíggindi. Og gávu mildur var hann. Vágsbygd er vorðin eina býarmynd fátækari. Útslitin eftir 60 árum á sjónum, fór Pauli spakuliga at vikna í vár, og nú til endans vóru dagarnir tald­ ir, men vegurin var eisini valdur. Pauli visti hvønn veg tað bar. Fyri Grethu er missurin stórur, Pauli var maðurin í húsinum, og tí verður saknurin at rísa upp við millumbilum. Pauli og Gretha fingu seks børn, sum góvu teimum nógv ommu­ og abbabørn og langabbabørn, sum Pauli setti stóran prís uppá og vísti teimum, hvussu góður hann var við tey. Hesi børn hava nú mist sín besta vin, og tað verður tí stórur saknur hjá teimum, at koma vestur í Bø og síggja tann tóma stólin hjá abbanum við vindeyga. Ei altíð vit vistu hvar tú var, ei altíð vit vistu hvat tú gjørdi har, um tú so var nær ella fjar. Ei altíð vit vistu nær tú kom heim, ei heldur um tað var við gleði og gleim. Ei altíð tú aktaði faðir og móðir, men altíð tú var vár bróður. Nú hvílur tú í døggari mold, borðin av tíggju monnum her frá fold. Friður veri við minninum um Magnus Paula Lassen. Mathias Til minnis um Paula Lassen f. 31. juli 1936 – d. 14. oktober 2009 Dagurin 22. oktober. Cordula. Hon var ein av teimum 11.000 moyggjunum, sum vórðu umtalaðar 21. oktober. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) 70 ára føðingardagur Týsdagin 20. okt. verður Harry Jacobsen, Toftir, 70 ár. Dagurin verður hildin heima hjá Harry og Solveig á Lýðars vegi 20, tann 24. okt. frá kl. 19. Øll eru hjartaliga vælkomin. 75 ára føðingardagur Onsdagin 21. okt. fyllir Jensa Poulsen, Sumba, 75 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 24. okt. kl. 19 í dansi­ stovuni í Sumba. 80 ára føðingardagur Hósdagin 5. nov. verður Sámal Christiansen, vanliga nevndur Sámal hjá Barbu, Klaksvík, 80 ár. Dagurin verð­ ur hildin í Skálanum leygardagin 7. nov. Opið hús er frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. 90 ára føðingardagur Leygardagin 24. okt. verður Karin Breiðaskarð, Fugla­ fjørð, 90 ár. Dagurin verður hildin í Vestmanna frá kl. 17. Silvurbrúdleyp Mánadagin 2. nov. hava Óluva og Jónfríður Nielsen, Saltangará, verið gift í 25 ár. Tey eru burturstødd. Silvurbrúdleyp 30. nov. hava hjúnini Alberta og Eirikur Magnussen, Tórshavn, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygar­ dagin 28. nov. í HB­Húsinum kl. 19. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga fra á tlf. 216324 (Alberta) ella 214456 (Eirikur) innan 14. nov. Gullbrúdleyp Sunnudagin 1. nov. hava Kristina og Hans Andrias Jacob­ sen, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin 7. nov. í Bøgøtu 3, Klaksvík. Vælkomst verður frá kl. 19. Tey, ið ynskja at heilsa uppá Kristinu og Hans Andrias, kunnu siga frá á tel. 456737 ella 458625. Gullbrúdleyp 28. nov. hava hjúnini Tóra og Ólavur Nolsøe Olsen, Fugla fjørður, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygd­ a r húsinum í Leirvík leygardagin 5. des. kl. 18. Tey ið vilja halda dagin saman við okkum, kunnu siga frá á tlf. 444159 ­ 737751 ella toraolavur@gmail.com áðrenn 20. nov.