hósdagur 22. oktober 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 202 - 22. oktober 2009
Í
1924 doyr tann bert 21
ára gamla Anna Poulsen
av Velbastað, og hon
verður jarðað í gamla
kirkjugarði. So syrgiligar
vóru tíðirnar tá, at hon var
jarðað millum fleiri av
sínum javnaldrum.
Tað eru 41 fólk jarðað í
kirkjugarðinum í 1924.
Aldurin settur á 28 teirra.
Tølini vísa, at fýra teirra
eru upp til 9 ára gomul,
seks upp til 19 ára gomul,
12 upp til 29 ára gomul, 16
upp til 49 ára gomul og 23
upp til 69 ára gomul. Av
hesum 28 eru bert fimm,
sum er 70 ár og eldri.
Um Onnu vita vit ikki so
nógv. Skúli er bygdur á
Velbastað í 1905. Sjálv er
hon fødd í 1902, so her
hevur hon gingið í skúla.
Anna er helst farin í skúla í
1909. Bette Simonsen á
Teigum var hennara fyrsti
lærari. Í 1910-12 var
Julianna Petersen av Hús-
um, lærari, 1913-15 var tað
tann kendi sjálvstýrispoli-
tikkarin Louis Zacharias-
sen, og frá 1915 til 1918
var Eirikur Eliassen av
Kirkju lærari.
Anna verður konfirmer-
að í Havn 3. oktober 1915
saman við gott 30 øðrum
konfirmantum. Ein av
teimum var rithøvundurin
Jørgen Frants Jacobsen. Tá
var tað eitt sindur ymiskt,
um genturnar vóru í svørt-
um ella hvítum kjólum,
men Anna var so í hvítum
kjóla.
Ættin veit ikki nógv um
Onnu, uttan at hon doyði av
landfarssótt. Tað er tó tað
løgna, at sambært amts-
læknafrágreiðing fyri 1924,
gekk eingin deyðilig land-
farssótt í 1924. Tað gekk tó
ein influensa í tveimum
umførum. Tann fyrra kom í
hæddina í apríl við um 500
sjúklingum. Hetta kann væl
hóska við, at Anna er deyð
seinast í apríl. Influensan
gekk bert í Norðoyggjum
og Suðuroy.
Tey í ættini vita, at Anna
fór til Suðuroyar at ferðast
saman við eini vinkonu. Tá
er tað, at influensan gongur
har. Tær báðar koma norð-
ur aftur, og fara í karan-
tenu, sum ofta varð gjørt,
tá slíkt gekk. Anna verður
sjúk og doyr, meðan vin-
konan ikki er smittað.
Borghild, systir hennara,
fortaldi, at hon minnist
systir sína fara niðan Bøllu-
brekku á veg til Havnar av
Velbastað at fara í karatenu,
og hon sá hana ikki aftur.
Eingin mátti heldur
koma til hana orsakað av
ræðsluna fyri smittu. Hon
hevur tískil verið frísk
fyrstu dagarnar, er so
blivin sjúk og er so deyð.
Anna er so jarðað í
Havn, kanska eisini í
ræðslu fyri smittuvanda.
Annars vórðu fólk á Vel-
bastað jarðað í Kirkjubø.
Her kann skoytast uppí,
at tað vóru ikki færri enn
40, sum doyðu av tuberkl-
um hetta árið. Afturat hes-
um komu allar skipsvan-
lukkurnar hetta árið. Hetta
hevur verið ein syrgilig tíð.
Ættað av Steinum
Anna var ættað av Stein-
um. Pápi hennara var
Dánjal Poulsen (1866-
1938), ættaður úr Sakra-
stovu í Hesti. Hann tók við
garðinum, tí eingin var at
taka við festinum í ættini,
sum var á garðinum.
Dánjal var beiggi Hans í
Sakrastovu, sum saman við
soninum Johannes Paula
gekk burtur við fyrra báti-
num tann stóra skaðadagin
í Hest í 1919, sum Ingi-
bjørg Hansen úr Hesti fyri
kortum greiddi frá í
Miðvikuni.
Beiggi Dánjal, Poul í
Sakrastovu, fekk eisini ein
dramatiskan deyða. Hetta
var tann 2. juni 1894, tá
hann sjálvur fimti fóru út
um oynna at fleyga lunda.
Hesum greiðir Jóan Krist-
ian Poulsen frá í Hestsøgu.
Fýra fóru uppá land, og
ein var eftir í bátinum.
Uppgongdin var sera ring,
og har tað var ringast,
máttu teir høgga sær spor.
Poul var av allarraskastu
bjargamonnum og sigur
við hinar: “Tað skulu tit
minnast til, at hetta eru tey
ringastu spor, ið eg havi
stigið.” Tá ið teir eru komn-
ir upp á skrædnar bergið,
og tað fer at leypa. Poul og
ein annar fara til sjós.
Dagin eftir fara teir at
leita eftir líkunum vitandi,
at vandi kundu vera fyri
nýggjum lopum. Tað eydn-
aðist at bjarga líkini, men
beint eftir leyp aftur.
Mamma Onnu var Sus-
anna Katrina f.Dalsgaard
(1868-1967) úr Skálavík.
Anna átti 10 systkin, og
tey vóru:
Poul Dion (1895-1971),
sum tók við festinum. Hann
var giftur við Mariu Müller
(1898-1944) úr Kvívík. Tey
fingu tvey børn.
Hans Olavus (1897-
1983). Giftist við Katrinu
Malenu Dalsgaard (1898-
1967) úr Gerðinum í Skála-
vík. Hann var timburmað-
ur, og tey vóru búsitandi í
Havn. Tey fingu trý børn.
Jóannes (1898-1967).
Var ógiftur og búði á
Velbastað. Jóannes var
skiparalærdur og førdi
Hero í 1927. Annars sigldi
hann sum bestimaður og
maður, til hann vegna
sjúku legðist uppi. Jóannes
las nógv, var vitugur og
sera skemtingarsamur. Sagt
var, at hann var millum tey,
ið læntu flest bøkur av
landsbókasavninum.
Vilmund (1900-93).
Giftist við Hannu Jacobsen
(Tórgarð) (1902-1999) úr
Havn. Vilmund arbeiddi
við at stoypa hús, inntil
hann varð grótlagari burtur-
av. Tey fingu tvær døtur.
Astrid (1904-1991).
Hon var smyrjibreyðs-
jomfrú, arbeiddi eina tíð í
Danmark og seinnu árini á
Hafnia í Havn. Ógift.
Gunnhild (1905-99).
Gift við Johannes Dals-
gaard (1893-1991), bónda í
Dalsgarði í Skálavík. Tey
vóru barnleys.
Niels Pauli (1908-1985)
fekk sær eftirnavnið av
Steinum. Hann var bóndi á
Heyggi í Kollafirði og gift-
ist við Jensiu Clementsen
(1912-82) av Sandi. Tey
fingu seks børn.
Helfred (1909-2002).
Giftist í 1933 við Jógvan
Heinesen (1900-89) á Viða-
reiði. Tey fingu fýra børn.
Thorvald (1912-99).
Thorvald var búsitandi í
Havn, har hann hevði urta-
garðsbrúk. Við testamenti
stovnaði hann Grunn Thor-
vald Poulsens av Steinum
ungum listafólki at frama.
Her verður býtt út á
hvørjum ári.
Borghild (1914-99). Gift
við Olrik Christiansen
(1913-94) frá Gjógv. Tey
vóru barnleys, men ætt-
leiddu eina gentu.
Ein týðandi kelda til hesa
grein er bókin Fólk og hús á
Velbastað, skrivað av Leon
Andreassen. Hann doyði
bert 56 ára gamal í 2001.
Leon var eitt skilafólk og
ein fróðarmaður. Tað var
spell, at hann ikki fekk gjørt
meira við hesa søgu.
Anna á Steinum gjørdist bert 21 ár
Ofta verður sagt, at á einum kirkjugarði finnast fólk í øllum aldrum. Men hetta er sjálvsagt enn
meira galdandi fyri ein gamlan kirkjugarð, har tey ungu ofta hava yvirvág
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
ANNA KATRINA SOFÍA
POULSEN
VELBASTAÐ
FØDD 25. AUGUST 1902
DOYÐI 2. MAI 1924
EG LIVI
Anna gjørdist bert 21 ára gomul
Á Steinum, haðani Anna var ættað, skúlin og fremst til høgru,
undir Gørðum
Dánjal á Steinum, pápi Onnu
Brøður Onnu, Vilmund og Jóannes
Komandi partur
Komandi hósdag verður
greitt frá Fridu Samuel-
sen, sum bert gjørdist
13 ára gomul. Omma
hennara Inga í Króki
var millum fyrstu før-
oysku konufólkini “til
lands” í Íslandi. Tann
ókendi maðurin á mynd-
ini í seinasta parti var
Hans Jacob Simonsen,
sonur Onnu Katrinu og
Johannes Simonsen