hósdagur 22. oktober 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 202 - 22. oktober 2009
17
tíðindi
Lisbeth Berg-
Hansen, sum fyrr í
vikuni bleiv tilnevnd
fiskimálaráðharri í
Noregi, hevur drúgvar
royndir í vinnuni,
og hon hevur eisini
fingið væl burturúr
Noreg
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Tað kom ikki óvart á norð
menn, at Jens Stoltenberg
valdi ein nýggjan fiskimála
ráðharra, nú stjórnin bleiv
umskipað aftan á valið her
fyri. Tað kom heldur ikki
óvart á nakran, at hann aftur
valdi eina kvinnu at umsita
fiskivinnuna.
Men kortini slær Finans
avisen fast, er tann nýggi ráð
harrin, Lisbeth BergHansen,
ikki sum hini í stjórnini. Hon
hevur havt fleiri álitisstørv í
vinnuni, og so hevur hon ogn
ir, hvørs virði sambært
almennum upplýsingum ligg
ur um 50 milliónir norskar
krónur. Metingin hjá Finans
avisen er grundað á tað, sum
Lisbeth BergHansen eigur í
norðurnorsku
alifyritøkuni
Sinkaberg Hansen AS og
úrslitunum, sum fyritøkan
hevur havt tey seinastu árini.
Fyritøkan, sum hevur 141
fólk í arbeiði, hevði 25 milli
ónir krónur í avlopi í fjørv og
eina eginogn oman fyri 200
milliónir krónur.
Millum álitisstørvini hjá
Lisbeth BergHansen er ein
nevndarsessur í Aker Sea
foods. Men alt hevur ikki
við fiskivinnuna at gera, tí
ráðharrin er eisini nevndar
limur í hjálparfelagsskapin
um SOSBarnebyer Norge.
Hon er heldur ikki tann ein
asti ráðharrin har, tí tann
nýggi fíggjarmálaráðharrin,
Sigbjørn Johnsen, er eisini
nevndarlimur í SOS Børne
byer Norge.
Múgvandi kvinna skal umsita
norsku fiskivinnuna
Tann 46 ára gamla Lisbeth Berg-Hansen hevur fyrr verið ráðgevi í fiskimálaráðnum og skrivari í
forsætismálaráðnum
Mynd: Aftenposten
Borgarstjórin í Tórs-
havnar Kommunu
hittir føroyingar í
Bretlandi, tá útiseta-
kanningin verður
viðgjørd í London
fríggjakvøldið
FØrLeIKI
UTTANLANDS
Tíðindaskriv
Tórshavnar
Kommunan
arbeiðir við eini stórari
ætlan, sum skal skapa nýggj
arbeiðspláss og fleiri skatta
krónur og harvið styrkja
trivnaðin og vælferðina í
kommununi og landinum
sum heild.
Ásannandi, at nýggjar og
globaliseraðar tíðir krevja
nýggjar og globaliseraðar
strategiir, arbeiðir kommun
an saman við vinnuni, pørt
unum á arbeiðsmarknaðin
um og vitanarstovnum mið
víst við at gera høvuðsstaðin
enn meira dynamiskan, so
hann gevur teimum, sum
longu búgva her, góðar um
støður at arbeiða og stovna
virksemi, samstundis sum
hann megnar at draga tal
entini til sín uttan úr heimi.
Kommunan hevur sett sær
fyri at kappast við útlendsku
metropolarnar um at ta best
útbúnu arbeiðsmegina og
um talentini við teimum
bestu royndunum og størstu
drívmegini. Evnini at kapp
ast á altjóða marknaðunum
gerast alsamt meira tengd at
dagførdari vitan, nýggjum
hugskotum og góðum skap
anarevnum. Hetta krevur
fólk við nógvum ymiskum
førleikum. Kommunan vil
hava fatur á so nógvum
borgarum, sum tilber, ið
kunnu verða við til at menna
nýtt vinnulív og skapa nýggj
arbeiðspláss.
Nógv teirra trívast best í
dynamiskum
stórbýum.
Hóast føroyski høvuðsstað
urin er ein Dávid móti Goli
ath í kappingini um talent
ini, so metir kommunan
ikki, at tað slepst undan at
taka kappingina upp við
Keypmannahavn,
Århus,
Stockholm,
Reykjavík,
London og aðrar metropolar,
har nógvir føroyingar trívast
og hava góðar yrkisleiðir.
Eins og góðar kreftir
heima eru tær skapandi kreft
irnar
millum
útisetarnar
týdningarmiklir leikarar í
hesum høpi. Kanningarnar
vísa, at nógv teirra ikki
ynskja at flyta heimaaftur.
Serliga kvinnurnar, tey sjálv
støðugt vinnurekandi og
fólk í privatu vinnuni annars
hveppa seg við at flyta heim.
Tey flestu, sum umhugsa at
flyta aftur til Føroyar, vilja
bert búgva í høvuðsstað
num.
Tórshavnar
Kommuna
hevur tí verið við til at skipa
fyri JobMatch á Norður
bryggjuni
og
teimum
báðum útisetakanningunum
í ávikavist Keypmannahavn
og London.
Heðin Mortensen, borgar
stjóri, fer saman við øðrum,
sum samskipa vakstrarætl
anina hjá høvuðsstaðnum,
at tosa við útisetar í London,
tá úrslitini frá útisetakann
ingini verða løgd fram har
fríggjakvøldið, eins og tey
vóru, tá samsvarandi danska
kanningin varð løgd fram á
Christiansborg fyrr í ár.
Heðin Mortensen verður
eisini høvuðsrøðari á tiltak
inum í London.
Høvuðsstaðurin á talentveiðu
Heðin Mortensen skiftir orð
við útisetar í Keypmannahavn
á ráðstevnu á Christianborg
fyrr í ár
ÚTBÚgVINg
Tíðindaskriv
Útisetakanningin »Førleiki
í
útlegd«
verður
nú
almannakunngjørd. Tað er
Sendistovan í London og
Tórshavnar
Kommuna,
sum í felag hava tikið stig
til at lata hesa kanning
gera. »Førleiki í útlegd« er
útisetakanning, sum við
gerð hugburðar, samleikar
og framtíðarætlanir hjá før
oyskum útisetum í Bret
landi. Higartil hava upplýs
ingar um føroyingar uttan
fyri Føroyar verið so fáar,
at ábendingar sum henda
kanning kann geva, eru
áhugaverdar.
Endamálið við kanning
ini var fyrst og fremst at fáa
til vega vitan um føroysk
lesandi uttanlands og úti
setum sum heild. Og síðani
at varpa ljós á hvørja fatan
lesandi og útisetar hava av
føroyska vinnulívinum og
samfelagnum sum heild.
Kanningin leggur serligan
dent á at lýsa hvørjar
høvuðsorsøkir eru til, at
summir
føroyingar
ikki
hava ætlanir um, ella hug
til, at flyta aftur til Føroya
eftir at hava búð uttanlands
í eina tíð, og hví aðrir ætla
at flyta heimaftur.
Ein av niðurstøðunum
er, at hugburðurin viðvíkj
andi
framtíðarætlanum
hjá útisetum er merktur av
tvílyndi. Útisetar síggja
bæði fyrimunir og vansar
við at búgva í Føroyum.
Sum heild verða Føroyar
mettar at vera eitt lokkandi
stað at búgva, men hin
vegin minni lokkandi fyri
tey, sum eru framsøkin
viðvíkjandi
yrkisleið.
Ábendingar eru eisini um
at manglandi samskifti og
kunning um vinnumøgu
leikar í Føroyum eru orsøk
in til hesa fatan av vant
andi starvsmøguleikum í
Føroyum.
Til tess at kunna um
vinnumøguleikarnar í Før
oyum hevur Sendistovan í
London saman við Vinnu
húsinum, MFS og Stuðuls–
stovninum sett á stovn eina
yrkistænastu, eitt sokallað
»careers service«, í Føroy
um. Tænastan skal betra
um
samskiftið
millum
útbúnar føroyingar og før
oyskt vinnulív og vísa á
teir møguleikar sum eru á
føroyska arbeiðsmarknað
inum.
Útisetakanningin hevur
haft breiða undirtøku og
stóran áhuga ímillum við
komandi
áhugapartar.
Kanningin er stuðlað av
m.ø.
Vinnuhúsinum,
Mentamálaráðnum,
Eik,
Stuðulsstovninum, Megin
felag Føroyskra Studenta,
Føroyingafelagnum í Lond
on og Atlantic Airways.
Í sambandi við, at kann
ingin
verður
almanna
kunngjørd skipar Sendi
stovan í London fyri lestr
artiltaki í London har ið
samfelagsfrøðingurin
Rógvi Absalonsen, sum
stóð á odda fyri kanningar
arbeiðinum, luttekur sam
an við Heðin Mortensen,
borgarstjóra í Tórshavnar
Kommunu.
Kanningin »Førleiki í
Útlegd« er tøk á www.mfa.
fo
Nýggj útisetakanning
»Førleiki í útlegd«