Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 202 - 22. oktober 2009 tíðindi VETRARHALD: Vetrarfundurin, har øll starvsfólk hjá Landsverki í vetrar haldinum hittast fyri at brynja seg til arbeiðið í vetrarhálvuni, er júst farin aftur um bak. Høvuðsevnið á fundi num hesaferð var umskipan og uppstiging av vetrar­ haldinum KOYRILÍKINDI Tíðindaskriv frá Landsverki Koyrilíkindini frá Lands­ verki eru eftirhondini so undir húðini á Føroya fólki, at tað næstan kann saman­ berast við kvøðuljómarnar ella klassiska tónleikin fyri mid dag. Men nú verður frá­ boðanin um koyrilíkindir broytt og fer at ljóða og virka øðrvísi. Orsøkin til broyt ingina er, at koyri lík­ ind ini nú stavabeinleiðis frá veður støðum, sum Lands­ verk hevur sett upp kring landið. Neyvari koyrilíkindir allan sólarringin Møguleikarnir at fáa koyri­ líkind i ni ella upplýsingar um veðrið frá Landsverki gerast alsamt fleiri, og er hetta ein natúrlig gongd, nú vit skjótt seta fótin inn í ár 2010. Í dag fært tú upp­ lýsingar um koyrilíkindini frá Landsverki umvegis fleiri ymiskar miðlar, t.d. av heimasíðuni landsverk. fo, í útvarpinum, beinleiðis í fartelefonina umvegis sms ella wap­tænastuna hjá Lands verki. Upplýsingarnir um koyri­ líkind ini, sum verða varpað­ ir út gjøg­ num hesar ymsu miðlar, stava nú frá veður­ støðunum hjá Landsverki kring landið. Gamla skipan­ in hevur virkað væl øll árini, men er vetrarhaldið kom ið til enn eitt vegamót, har tøknin bjóðar av. Fleiri slík vegamót hava verið í vetrar haldssøguni hjá Lands verki. Til dømis vóru frá boðanir um koyrilíkindi frammanundan vetrinum 1978/79 meiri tilvildarligar. Veturin 1978/79 var ein ser liga ringur vetur, og vuksu krøvini til fráboðan um koyrilíkindi hendan vetur in so mikið, at neyðugt var at fáa í lag eina meira mið vísa fráboðanartænastu um koyrilíkindi. Tá gjørdist tað møguligt hjá øllum fyri fyrstu ferð at ringja á høvuðs skrivstovuna á Lands verki, har ein telefon­ s varari segði frá, hvussu koyri líkindini vóru. Hetta var eitt stórt framstig tá. Síðan tann veturin hevur vetrar haldið á Landsverki arbeitt soleiðis, at vegmenn 3 ferðir um dagin hava koyrt vegastrekkini ígjøgn­ um, og hava mett um líkind­ ini at koyra. Upplýsingarnar hava verið savnaðar saman á høvuðsskrivstovuni, sum so aftur hevur sent boðini víðari til útvarp, tele fon­ svara ra og seinnu árini eisini til tekstvarp, heima­ síðu og sms­skipan. Nú er so alt hetta broytt aftur – bæði tað operativa vetrar­ haldið og sjálv frá boðan ar­ tænastan, sum nú varpar upp lýsingar út beinleiðis frá veðurstøðum kring land ið. Ísbilur fann kaldastu vegastrekkini Veðurstøðirnar eru ikki settar á tilvildarligum støð­ um. Landsverk hevur sett veðurstøðir á teimum støðum, har frost fyrst legst á koyribreytina, tá broyt­ ingar eru í veðrinum. Kaldastu vegastrekkini eru funn in við einum so nevnd­ um ísbili, sum er útgjørdur Veðurstøðirnar boða nú frá koyrilíkindum – Landsverk tekur nýggja tø