Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-22, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 202 - 22. oktober 2009 19 tíðindi við tólum, sum m.a. máta vind, hita í luftini og hita á koyribreytini. Útgerðin er bundin í eina teldu, sum skrá setur upplýsingarnar. Eisini er ísbilurin útgjørdur við einum GPS’ara, sum vísir, hvar bilurin er stadd­ ur. Mátingar eru gjørdar á øllum landsvegum í landi­ num. Sum dømi kann nevnast, at mátingar eru gjørdar á vegastrekkinum av Hálsi í Tórshavn til maskin miðstøðina hjá Lands verki í Kollafirði. Mát ing arnar vístu, at stórur munur kann vera á hitanum í luftini og á hitanum á koyri breytini. Á Sundi var hitin í luftini t.d. máldur til 6 hitastig, og koyri breytin til 0 hitastig. Hetta sigur so mikið sum, at eingin trygd er fyri, at hálka ikki kann vera á veg­ num, sjálvt tá ið hitið er í luft ini. Við nýggju tøknini ber til at geva neyvari frá­ boðan ir um koyrilíkindi ymsa staðni í landinum, av tí at veðurstøðirnar máta hitan á sjálvari koyri breyt­ ini. Landsverk hevur nú samanlagt 21 veðurstøðir kring landið, sum veita upp lýsingar um m.a. hita, vind, ætt og hvirlur hvørt 10. minutt alt samdøgrið. Av teimum 21 veður støðu­ num hava 9 nú eisini vev­ myndatól, soleiðis at til ber at síggja støðuna á vegnum á heimasíðuni landsverk.fo ella í fartelefonini, um ein nýtir nýggju wap­tænastu­ na. Tøkniliga menningin hev ur nógvaferð á, og hevur Landsverk lagt seg eftir at hava fingurin á pulsinum. Arbeitt hevur verið miðvíst fram ímóti at fáa eina betri kunn ing um veðrið í vetrar­ hálvuni. Málið hevur verið og er framhaldandi, at øll, sum hava veðurupplýsingar fyri neyðini, skulu fáa fatur á hesum so skjótt og lætt sum yvirhøvur til ber, og nær á samdøgrinum, tað skal vera. Her og nú kunning um veðurlíkindini Setur tú teg í bilin árla á morgni ein kaldan vetrardag við Gjógv, áðrenn útvarpið er byrjað, og ert tú í iva, um tað man vera hált um Gjáars skarð (ein veðurstøð við vevmyndatóli verður nú sett upp her), ja so ber tað nú til at fáa at vita, hvussu koyri líkindini eru um Gjáars skarð, um tú hevur eina fartelefon hjá tær við net sam bandi. Tú skrivar bara www.lv.fo/m/, og fær síðani koyrilíkindini frá veður støðini við Gjáarskarð bein leiðis inn á fartelefonina um vegis wap­tænastuna hjá Lands verki. Tað sama, um tú skalt til útróðrar ella á sjógvin, so kanst tú fáa aldu mát ingar umvegis somu wap­tænastu. Ella kanska tú ert staddur í Kastrup floghavn og vilt vita, hvussu floglíkindini eru vesturi í Vágum. Tá kann veðurstøðin á Vatn s­ oyr um siga tær ætt og vind­ megi, og enntá vísa tær vev mynd av veðrinum á Vatns oyrum. Tænastan er sostatt óheft av tíð og staði í dag, umframt at upp lýs­ ing arnar eru neyvari, aktuellari og lætt at komu­ ligari. Altíð neyðugt at hugsa sjálvur – fyrr sum nú Sambært Landsverki er nýggja fráboðanin um koyri líkindini minst líka á lít andi sum tann framman undan, um nakar skuldi ivast í tí. Hon er bara øðr visi. Nú fært tú vita n um koyri lík i nd ini á einum ávís um staði og ikki fyri eitt strekki ella alt landið samlað, sum fólk eru von við at fáa. Bilførarar mugu nú, sum fyrr, taka ábyrgdog sjálvir meta um støðuna mill um veðurstøðirnar og lesa vegin av, so at skilja, at verður boðað frá ávísum koyri líkindum á einum staði, har veðurstøðin er, so kann hetta vera umboðandi fyri eitt størri øki/strekki, men skalt tú sjálvsagt ongan tíð bara líta á tað. Umskipan av vetrar­ haldi num: Vinterman hevur kalda yvirlitið Eitt er, hvussu Landsverk boð ar Føroya fólki frá koyri líkindum. Nakað ann­ að er, hvussu alt tað opera­ tiva handan leiktjaldið fer fram, t.e. hvussu vetrar­ h a l d i ð h j á Landsverki øll hesi árini hevur arbeitt fyri at halda vegirnar farbarar sum longst. Tað er ikki bara sjálv fráboðanartænastan, sum nú aftur stendur við eitt vegamót, men eisini sjálvt vetrarhaldið, sum nú er umskipað, trimmað og nú tímans gjørt. Ein arbeiðsbólkur hevur í eitt tíðarskeið arbeitt við at um skipa vetrarhaldið hjá Lands verki, so at hetta ar beiðið verður effektivi­ ser að og moderniserað. Drúgvu royndirnar, nýhugs­ an og fjølbroytta serfrøðin í arbeiðsbólkinum skal trygg ja eitt álítandi og fram skygt vetrarhald. Higar til hevur verðið arbeitt so leið is í vetrarhaldinum, at fólk eru farin til arbeiðis kl. 5 á morgni og hava í mong um førum arbeitt til kl. 21. á kvøldi. Lands­ vegir nir hava veriðhildnir far bar ir millum kl.07.00 og 21.00 yrkadagar og millum kl.08.00 kl.21.00 sunnu­ og halgi dagar. Í serligum før­ um hava vegirnir eisini ver­ ið saltaðir og ruddaðir fyri kava eftir kl. 21. Tað hevur t.d. verið í sambandi við neyðsynjarørindi ella aðrar ser ligar umstøður. Lands­ verk hevur í hvørjum ein­ støk um føri mett um, hvørt um støðurnar hava verið so leiðis háttaðar, at neyðugt hev ur verið at skipa fyri salt ing ella kavarudding í úr tíð. »Vit eru komin til enn eitt vegamót í vetrar halds­ søguni, har tøk­ nin aftur bjóðar okkum av«, segði Finn leif Durhuus, rakstrar­ leiðari á vegadeildini, á vetra r fundinum, sum sipaði til eina nýggja fyri sit ing ar­ liga skipan í vetrarhaldinum, kall að »Vinterman«, sum vænt andi verður tikin í nýtslu í januar í komandi ári. »Vetrarhaldið skal skipast so leiðis, at tað tænir sam­ felagnum best við atliti at trygd og framkomuleika.« So leiðis ljóðar visjónin fyri vetrar haldið hjá vega deild­ ini, og arbeitt verður mið­ víst eftir at røkka hesi visjón. Í londunum kring okk um hava tey í fleiri ár nú nýtt »Vinterman« skipan ina í vetrarhaldinum, og lata tey væl at. Ísland fekk eina tílíka skipan fyri 8 árum síðani. Nú er so fyri reik ingar­ arbeiðið fariðí gongd her heima. »Vit vænta, at skipan in kemur upp at koyra 1. januar 2010, um alt gongur, sum ætlað. Nýggj ar mannagongdir skulu gerast, og fólk skulu eisini læra at umsita skipan­ ina o.s.fr.,« sigur Heini Eystur oy, deildarleiðari á vega deildini á Landsverki. Nýggjur bygnaður er gjørd­ ur isv. skipanina, og eru tað nú økisleiðarar, sum seta eina vaktarskipan upp fyri allan veturin og seta fólk í vakt eftir tørvi. Nýggi bygnaðurin fyri vetrar haldið á Landsverki skal tryggja eitt gott og effek tivt vetrarhald. »Vinterman« skipanin, sum økisleiðararnir skulu stýra, skal nýtast til plan­ legg ing og uppfylging av vetrar arbeiðinum. Tá verður eisini vetrarhaldið hjá Lands verki meira »auto­ mat i serað«, og tað verður lættari at leita fram hagtøl og dokumentatión. Saltstrategi og vegaflokking Í sambandi við umskipanina og effektiviseringina av vetrar haldinum eru salt­ strategi ir eisini gjørdar. Vegir eru nú býttir í 4 ymiskar vegaflokkar alt eftir, hvar flest bilar koyra og hvønn týdning farleiðin annars hevur í sambandi við vinnuna, skúlar og fyri landið sum heild. Greiðar mannagongdir eru gjørdar fyri, hvussu saltast skal í ymisku vegaflokkunum. Hesar broytingar fara tó ikki at merkjast komandi vetur. Tað liggur longri frammi í tíðini. Um manna­ gongd ina í sambandi við salt ing er at siga, at Lands­ verk roynir altíð at salta so væl, at ferðslan gongur so trygt, sum til ber. Roynt verður altíð at halda vegir­ nar farbarar sum longst. Komandi vetur er ætlanin hjá Landsverki at royna nýggjar saltingarhættir, t.d. við at nýta fuktað salt og saltlaka. Hesum hava tey góð ar royndir við í granna­ londunum. Serliga tá ið tú hevur bæði hálku og vind, kunnu fyrimunir vera við at nýta saltlaka, ið heftir meira at vegbreytini enn leyst salt, ið kann blásast av vegnum, áðrenn tað fær bast hálkuni. Saltlaki roynist eisini betri í sambandi við svarthálku. Ferðslutrygd ­ felags ábyrgd At enda enn ein áheitan til allar bilførarar. Landsverk ger sítt fyri at tryggja fram­ komu leika og veita neyðuga kunn ing til fólkið, men nytt ar hetta alt einki, um fólk ikki fyrst og fremst taka ábyrgd sjálvi, og eitt nú skøða bilin væl í góðari tíð, koyra varliga eftir um støðu n um og fara frá hús um í góðari tíð. Tað eru alt ov mong, ið taka kjansir í koyring á vetri og bíða ov leingi at fáa vetrardekkini á. Tað er heldur ikki bara hálka, sum elvir til ferðslu­ óhapp um veturin, men eisini regn og myrkur. Høvuðs orsøkin er tá nógv skerda sýnið. Á Landsverki vóna tey, at fólk altíð royna at kunna seg væl um koyri­ líkindini. økni í brúk í vetrarhaldinum Góð ráð í vetrar ferðsluni • Far altíð heimanífrá í góðari tíð • Kanna altíð koyrilíkindini (www.lv.fo/m/) • Fá røttu dekkini til veturin á í góðari tíð • Minst til fartelefonina og syrg fyri, at hon er lødd • Skava kava og ís av bilrútum, speglum og lyktum, áðrenn farið verður avstað • Koyr altíð varliga • Halt frástøðu til bilar frammanfyri • Koyr í bilsporunum á vegunum • Hav báðar hendur á róðrinum. Tað er lættari at rætta bilin upp, um tú glíður • Hav altíð eitt teppi við í bilinum. Um bilurin verður fastur í kavanum, er altíð gott at kunna halda seg heitan, til hjálpin er á staðnum