hósdagur 22. oktober 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 202 - 22. oktober 2009
Samstarva um veðrið
Forsetarnir í USA og Kina, Barack Obama og Hu Jintao, hava
lovað at arbeiða saman fyri at tryggja, at nakað munagott skal
spyrjast burtur úr altjóða veðurlagsráðstevnuni í
Keypmannahavn seinni í ár. Tað samdust teir báðir um í einari
telefonsamrøðu, sigur ein talsmaður fyri Hvítu Húsini. Barack
Obama og Hu Jintao hava eisini nóg mikið at tosa um, tá tað
snýr seg um útlát, tí júst USA og Kina eru tey londini, sum
lata mest CO2 út í luftina. Men sambært talsmanninum hjá
Hvítu Húsunum eru teir báðir forsetarnir til reiðar at taka
munagóð stig í sambandi við ráðstevnuna í Keypmannahavn.
Vorðið sum lønarlækking
Stjórarnir í teimum stovnum og fyritøkum, sum fáa fíggjarliga
hjálp frá amerikonsku stjórnini, fáa onga lønarhækking í ár.
Tvørturímóti hevur Barack Obama, forseti, gjørt av at skarva nógv
av lønini hjá teimum, sum nú liva av pengum frá tí almenna.
Avgerðin hjá forsetanum ber millum annað í sær, at stjórarnir í
Bank of America og General Motors og 175 aðrir stjórar kunnu
missa heilt upp í 90 prosent av teirri løn, sum teir nú hava.
Avgerðin hjá forsetanum hevur samband við, at nógvir
amerikanarar hava verið sera misnøgdir við, at stjórarnir varðveittu
ta góðu lønina, hóast fyritøkurnar máttu fáa almenna hjálp.
Danski serlæknin í
almennum medisini,
Claus Hancke,
hevur í donskum
miðlum ávarað um,
at koppsetingin inni
heldur kyksilvur,
sum er heimsins
mest eitrandi,
ikkiradioaktiva,
nervaeitur. Statens
Serum Institut
sigur hinvegin, at
kyksilvurinnihaldið
er »mikroskopiskt«
H1N1
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Tað eru ikki bert føroyskir
kommunulæknar, sum eru
ørkymlaðir um koppset
ingina móti H1N1.
Í einum sjónvarpsinn
slagi í tíðindunum hjá Dan
marks
Radio
tann
23.09.2009, ávarar danski
serlæknin í almennum med
isini, Claus Hancke, um at
koppingarevnið
móti
H1N1, Pandemrix, inni
heldur kyksilvur.
Hann vísir á, at av logist
iskum orsøkum er kopp
ingarevnið konserverað við
Thimerosol, sum er 58 pro
sent kyksilvur. Hann vísir
eisini á, at kyksilvur er tað
mest potenta ikkiradio
aktiva nervaeitrið, og at tað
upphópar seg í kroppinum
og verður verðandi 20 til
30 ár, og at kyksilvurinni
haldið fullkomiliga broytir
indikatiónsøkið, tí tað nú
eisini skal takast hædd fyri
hesum hjáárininum.
Ein skal ongantíð geva
eina viðgerð, ið er verri
enn sjúkan, og fyribyrging
skal vera við so lágum
títtleika av hjáárinum, at
hetta verður uppvigað av
fyrimununum við fyri
byrgingini, sigur Claus
Hancke í einum responsum
um koppsetingina.
Sum lækni verði eg
noyddur at síggja koppset
ingina sum sjúkufyribyrg
ing til einstaklingar og
ikki sum fráverufyribyrg
ing til samfelags og fram
leiðslumaskinaríið.
Eg
kann tí ikki úttala meg um
samfelagsbúskaparligu
ávirkanina av at lata vera
við at koppseta, staðfestir
hann.
SSI sigur tað øvuta
Statens Serum Institut
heldur hinvegin ikki, at
tað er nakar sum helst
vandi við at nýta koppset
ingina. Á heimasíðuni
skriva tey, at thiomersal
inniheldur eina kyksilvur
binding, (ethylkyksilvur)
sum er øðrvísi frá tí, tú
fær í matinum (methylkyk
silvur). Munur er á hvussu
hesi bæði verða niður
brotin í kroppinum, í
hvønn mun hesi verða
upptikin í heilavevnaðin
um og í hvønn mun tey
verða
niðurbrotin
til
óorganiskt kyksilvur.
SSI vísir eisini á, at
hetta evnið hevur verið
nýtt í koppsetingum í
umleið 60 ár, og at mongd
in í Pandemrix er munandi
minni enn eitt fólk vanliga
fær úr matinum gjøgnum
eina viku.
SSI sigur eisini, at kopp
ingin skal gevast tvær
ferðir, við minst trimum
vikum
millum
báðar
sproyturnar.
Niðurstøðan hjá Statens
Serum Institut er tí, at
koppingarevnið er vanda
leyst at nýta, og at eingin
orsøk er at óttast kyksilv
urinnihaldið í Pandemrix.
Serfrøðin
ósamd um
koppsetingina
H1N1
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Føroyskir kommunulæknar
eru sannførdir um, at H1N1
– fyrr kallað svínakrím –
veruliga er úti millum føroy
ingar, og at tað eru sera nógv,
sum hava havt sjúkuna.
Hetta er tó ikki nakað, ið
gevur heilsuverkinum høv
uðbrýggj, tí tað er leingi
síðani heilsuverkið gavst at
taka laboratoriiroyndir av
øllum teimum, ið vísa sjúku
tekin, og bert tekur sær av
teimum, sum eru í vanda
bólkunum.
Fatanin
millum
flestu
kommunulæknar er tó, at
H1N1 blómar hesa tíðina,
og at tað eru nógv fólk sum
hava sjúkuna og leggjast
sjúk við fepri í tríggjar til
fýra dagar við teimum
sjúkueyðkennum, sum eru
fyri sjúkuna.
Tað er tó ikki útbreiðslan
av sjúkuni, sum ørkymlar
føroyskar kommunulæknar,
men hinvegin koppsetingin
og ætlanirnar við koppset
ingini móti H1N1.
Bílig argument
Sambært Jenis av Rana, pol
itikara og kommunulækna,
er tað ringt at fylgja argu
mentunum fyri at koppseta.
Tað eru deildar meining
ar um koppsetingina, og eg
havi ringt við at fylgja argu
mentunum hjá landslækn
anum. Eitt nú sigur hann, at
tað er neyðugt at koppseta
fyri at halda samfelagshjól
unum koyrandi, men tað
keypi eg altso ikki. Tað er
for bíligt. Tað plagar at
skula vera medisinsk argu
ment fyri at koppseta, og
ikki samfelagslig, vísir Jen
is av Rana á.
Hann heldur eisini, at ætl
anin at koppseta øll eftir
tilbúgvingarætlanini, sjálvt
tey longu hava havt sjúkuna,
er burturvið.
Eg havi ilt við at skilja
hví mann eisini skal kopp
seta tey, frísk fólk, sum
kanska longu hava havt
sjúkuna, tí tey hava longu
fingið ta bestu koppseting
ina, ein kann fáa, sigur
Jenis av Rana. Her sipar
H1N1 ørkymlar
Mótstríðandi upplýsingar um koppsetingina
móti H1N1 og ógreið argument fyri
at koppseta øll, eisini tey, sum longu
hava havt sjúkuna, ørkymlar føroyskar
kommunulæknar. Harafturat vil fram
leiðarin ikki standa inn fyri virknaði ella
hjáárinum av koppseting. Ódámligt, sigur
Jenis av Rana, kommunulækni
Jenis av Rana, kommunulækni, heldur at argumentið fyri at
koppseta móti H1N1, um at halda samfelagshjólini malandi,
er for bíligt. Hann eftirlýsir medisinskum argumentum fyri
at koppseta
Savnsmynd