hósdagur 22. oktober 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 202 - 22. oktober 2009
Til London at lokka føroyingar
Fríggjakvøldið fer Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, at royna at lokka føroyskar
førleikar í Bretlandi til Føroyar. Hetta er partur av eini ætlan hjá Tórshavnar kommunu at
lokka fleiri borgarar við góðum útbúgvingum til kommununa. Sambært kommununi er
ætlanin at lokka skattgjaldarar úr Evropiskum metropolum til Havnar. - Kommunan hevur
sett sær fyri at kappast við útlendsku metropolarnar um ta best útbúnu arbeiðsmegina, og
um talentini við teimum bestu royndunum og størstu drívmegini. - Kommunan vil hava
fatur á so nógvum borgarum, sum tilber, ið kunnu vera við til at menna nýtt vinnulív og
skapa nýggj arbeiðspláss, sigur Tórshavnar kommuna. Heilt konkret er ætlanin, sambært
kommununi, at borgarstjórin skal tosa við útisetar í London, tá úrslitini frá útisetakanning
millum føroyingar í London og Keypmannahavn, verða løgd fram har fríggjakvøldið.
Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu verður eisini røðari á útisetatiltakinum í London.
Frelsunarherurin 85 ár
Fríggjadag 23. okt.
Kl. 20
Hátíðarmøti í Eysturskúlanum
Kl. 23
Sang Café í Frelsunarherinum
v/ Siggi Ingimarsson
Leygardag 24. okt.
Kl. 12
Valby Musikkorps spælir
á torginum í SMS
Kl. 15
Vígsla av Herberginum
byrjað verður í Sali Frelsunarhersins
almenn móttøka á Dalavegi 1 fram til kl. 18
Kl. 20
Møti í Eysturskúlanum
Kl. 23
Syngið Við í Eysturskúlanum
Sunnudag 25. okt.
Kl. 11
Møti og Sunnudagsskúli
í Eysturskúlanum
Kl. 16
Konsert við Valby Musikkorps
í Eysturskúlanum
Kl. 19
Møti í Eysturskúlanum
Luttøka av leiðslu Frelsunarherins í Noregi,
Íslandi og Føroyum, Valby Musikkkorps v.f.
Øll eru vælkomin
Frelsunar-
herurin
85 ÁR
kommunulæknar
Ráðgeving & tænastuR
til virkisleiðslur innan:
Fíggjarstýring
Rakstrarætlan
Bókhald og MVG-uppgerð
Prosjektleiðslu
Marknaðarkanningar
Kundakanningar
Dali Consulting sp/f
Tel. 21 73 66 & 50 82 34
steinbjorn@dali.fo
Vit hava meira enn 30 ára royndir innan
tær tænastur vit bjóða, bæði frá privata
vinnulívinum og tí almenna sektorinum
hann til, at tá fólk hava havt
eina sjúku, hevur kroppurin
longu ment antievni móti
sjúkuni, og at tað tískil ikki
skuldi verið neyðugt at
koppsett.
Eitt av argumentunum
fyri at koppseta, er at sjúkan
møguliga
kann
mutera
seinni, og eisini hetta heldur
Jenis av Rana vera heldur
bíligt.
- Um H1N1 muterar, so
er tað jú líka mikið, tí tá
virkar henda koppsetingin
als ikki, so tað nyttar einki
at koppseta móti at hon
møguliga
kann
mutera,
vísir Jenis av Rana á.
Oyðsla koppseting
Eitt annað, sum nógv eisini
verður tosað um millum før-
oyskar kommunulæknar, er
hví danska Heilsustýrið
mælir til tvær koppsetingar,
tá
Heimsheilsustovnurin
undir ST, WHO, mælir til
eittans prik.
- Koppsetingin er mangul-
vøra í løtuni, og er tað so, at
bert eitt prik er nokk, so
sum WHO mælir til, so
kunnu vit koppseta alt fleiri
fólk við teirri mongdini,
sum vit fáa, vísir Jenis av
Rana á.
Hann heldur eisini, at um
ein kundi ávíst við eitt nú
eini blóðroynd, at viðkom-
andi longu hevur havt sjúk-
una, og harvið hava anti-
evnið í kroppinum.
- Vit burdu fingið avklár-
að, um hetta ber til. Hetta
hevði so eisini kunna spart
okkum fleiri túsund kopp-
setingar, Jenis av Rana dent
á.
Hann sigur tó eisini, at
hetta eru ting, sum hann als
ikki hevur kannað enn, um
tað ber til, men heldur eru
tankar hjá honum sjálvum.
Einki garanti
Eitt annað evni, ið hevur
fylt nógv í prátinum lækn-
anna millum og í miðlum
uttanlands, er, at framleiðar-
arnir ikki vilja standa inn
fyri at koppsetingin virkar,
ella at teir kunnu stillast til
svars fyri møgulig hjáárin.
Hetta hava teir, sigst,
fingið allar keypararnar at
skriva undir upp á, áðrenn
teir kunnu keypa koppset-
ingina. Orsøkin skal vera,
at neyðuga tíðini ikki hevur
verið til at gera nóg gjøgn-
umførdar kanningar.
- Hetta tykist mær sera
ódámligt, staðfestir Jenis
av Rana.
Føroyskir kommunulæknar
eru ørkymlaðir av
handfaringini av
koppsetingini móti H1N1
tilvildarlig mynd