hósdagur 22. oktober 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 202 - 22. oktober 2009
Sum altíð, tá fyrilestr
ar verða hildnir, oysa
fyrilestrarhaldararnir
av sínum egnu roynd
um. Tað gjørdi Nels
Christian Nolsø eisini
á FaroEXPO í gjár
FAROEXPO
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Niels Christian Nolsø var
ein av fyrilestrarhaldarun
num á FaroEXPO 2009, og
hann hevði fingið eina
bundna yvirskrift at tosa út
frá.
Mær var tillutað eitt
evni, sum eitur rættar av
gerðir, og tá eg so hugsaði
um, hvat eg skuldi siga um
tað, kom eg til ta niðurstøðu,
at sga søguna, sum eg kenni
best, og tað er um fyritøk
una, sum eg eri stjóri fyri,
Elektron, sigur Niels Christ
ian Nolsø.
Stjórin á Elektron sigur,
at hann valdi at siga søguna
um Elektron og um at taka,
um ikki rættar avgerðir, so
avgerðir, ið hava verið neyð
ugar at tikið, tí at kringu
mstøðurnar hjá fyritøkuni
hava broytt seg dramatiskt.
Og tað var so tað, ið eg
røddi
um,
sigur
Niels
Christian Nolsø.
Hann hevur verið stjóri á
Elektron í fleiri ár, so
hvussu eru umstøðurnar
broyttar hesi árini.
Tey nógvu fyrstu árini
var tað eitt framhald av tí,
sum var undan, at eg
gjørdist stjóri í 1995. Men
hesi seinnu árini hava vit
arbeitt við at finna eina
alternativa loysn fyri pen
ingastovnarnar, sum standa
fyri helminginum av okkara
umsetningi, og tann loysnin,
sum vit eru komin fram til
er, at teir flyta sítt virksemi
til Skandinavisk Datacenter
í Ballerup, sigur Niels
Christian Nolsø.
Og hetta, heldur hann, setir
teir yvirfyri einari stórari
avbjóðing, og tað er hetta,
stjórin á Elektron greiddi frá
í sínum fyrilestri.
Fleiri aspektir
Men hvønn týdning heldur
stjórin á Elektron at ein slík
ráðstevna sum FaroEXPO
hevur fyri Føroyar og før
oyskt vinnulív, serliga við
atliti til, at fleiri útlendskar
fyritøkur
eru
við
á
stevnuni.
Nú havi eg ikki sjálvur
luttikið í sjálvum partneria
tinum, men ein stevna av
slíkum slag er ógvuliga góð
og inspirerandi fyri fólk at
hoyra, hvussu onnur fólk
arbeiða og loysa trupulleik
ar. Og hetta at útveksla
sjónarmið millum fyritøkur
og fólk er bara gott, sigur
Niels Christian Nolsø.
Fyriskipararnir hava sam
ansjóða eina blanding av
fyrilestrarhaldarum
við
tveimum stjórum, bispi og
okkara fremsta skemtara.
Hvussu dámar stjóranum á
Elektron hesa blandingina.
Eg haldi, at hon er
perfekt, júst ein blanding,
sum skal til. Eg kann so til
stuttleika siga, at bæði bisp
ur og stóri skemtarin hava
luttikið í arbeiðinum hjá
Elektron, har vit hava brúkt
teir internt eisini. Og hetta
vísir bara, at tað eru ymisk
aspektir í vinnulívinum,
sum kanska kunnu »yvir
raska« eitt sindur, sigur
Niels Christian Nolø, stjóri
á Elektron.
Eitt av týdningar
mestu amboðunum,
ein leiðsla hevur, er
samskifti við síni
starvsfólk. Millum
annað hetta røddi
Hákun Djurhuus,
stjóri á SEV, um í
fyrilestri sínum
FAROEXPO
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Hákun Durhuus, stjóri á
SEV, var fyrsti fyrilestrar
haldarin á ráðstevnuni, og
hansara innlegg bar heitið
Mennandi leiðsla í verki.
Fyrilesturin spenti rætti
liga breitt. Eg tók útgangs
støði í teimum 10 árunum,
eg var stjóri á Føroya Shell,
og greiddi frá nógvum
praktiskum tingum, sum eg
har havi verið ígjøgnum,
sigur Hákun Djurhuus.
Hann setti hetta í ein
samanhang, har hann dró
fleiri ymisk evnir fram.
Eg tosaði um strategi og
um organisatión og um
komunikatión,
sum
er
ógvuliga
týdningarmikið
og tað legði eg stóra herðslu
á, sigur Hákun Djurhuus.
Hann sigur, at hetta er
eitt týðandi amboð hjá
einari leiðslu.
Ein týðandi partur er
menningarsamrøður
og
motivatión, og tað var líka
sum tað, ið eg legði dent á í
mínum
fyrilestri,
sigur
Hákun Djurhuus.
Hann tók fram ymisk
dømi frá teimum royndum,
hann ognaði sær tey tíggju
árini, hann var stjóri á
Føroya Shell.
Bispur nógv at geva
Men hvat heldur so stjórin
á SEV at luttakararnir
kunnu fáa burtur úr einari
slíkari
ráðstevnu,
sum
FaroEXPO.
Heilt ítøkiligt veit eg í
hvussu er um eitt, sum eg
nevndi, og sum eg meti
hevur stóran týdning. Tað
kom fram longu tá næsti fyri
lestrarhaldari kom á pallin,
og har hann tók tað til sín,
og tað var hetta ítøkiliga við
at lata hurðina standa opna
fyri starvsfólkinum, sigur
Hákun Djurhuus.
Hann nevndi sjálvur, at
hann segði fyri starvsfólki
sínum, at hansara hurð altíð
var opin, men heilt fysiskt
var hon afturlatin. Ikki fyrr
enn
undangongumaður
hansara gjørdi hann varugan
við hetta, »vaknaði« hann,
og síðani hevur hurðin reint
fysiskt staðið opin.
Og hetta er nakað, vit
alla tíðina verða dømd upp
á, og hetta er so eitt ítøkiligt
ting, ið onkur vil taka við
sær herfrá, sigur Hákun
Djurhuus.
Tað var sjálvur bispur,
sum stjórin á SEV sipaði
til, men kann hann geva før
oyskum vinnulívið nakað.
Ja, heilt avgjørt. Hann
setir alt í ein annan saman
hang, eins og hann er ein
ógvuliga stórur kapasitetur
innan samskifti, og tað er
givið, at har kom nógv gott
frá honum, sigur Hákun
Djurhuus, stjóri á SEV:
Gott at útveksla sjónarmið
Samskifti grundarsteinur
Brown á veg út
Var parlamentsval í Bretlandi í dag, hevði tann konserva
tivi andstøðuflokkurin vunnið so dyggan sigur, at hann
hevði havt meiri enn 100 tinglimir í meiriluta. Tað vísir
ein kanning, sum blaðið The Guardian hevur latið gera.
Kanningin sigur, at tann konservativi flokkurin hevði
fingið 44 prosent av atkvøðunum. Harafturímóti hevði
Arbeiðaraflokkurin hjá Gordon Brown, forsætisráðharra
bara fingið 27 prosent. Tann triði stóri flokkurin, Tey
Liberalu, hevði fingið 18 prosent. Parlamentsval verður í
Bretlandi í seinasta lagi í juni næsta ár.
Lesandi hermenn
Í einari roynd at útvega hermegini fleiri fólk við góðari
útbúgving og fyri at tálma tí støðugt veksandi arbeiðsl
oysinum millum ungfólk hava myndugleikarnir í Kina
gjørt av at geva ungum lesandi høvi at velja maskinbyrs
una fram um telduna. Ein kanning hevur víst, at umleið
hálv onnur millión lesandi eru til reiðar at taka av tilboðn
um frá herinum, men sum skilst sleppa bara 130.000
ígjøgnum nálareygað í fyrsta umfari. Eftir tilboðnum frá
herleiðsluni fáa tey ungu tilboð um fast arbeiði í herinum
ella løgregluni aftan á trý ára royndartíð.
Niels Christian Nolsø helt fyrilestur um
at taka rættar avgerðir
Hákun Djurhuus, stjóri á SEV, helt
fyrilestur um Mennandi leiðslu í verki