Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 202 - 22. oktober 2009 Kerry er ráðgevi John Kerry er hvørki ráðharri ella sendiharri, men kortini er hann vorðin óalmennur ráðgevi hjá Barack Obama, forseta, tá tað snýr seg um uttanríkispolitisk viðurskifti. Talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, Robert Gibbs, sigur við AP, at John Kerry hevur drúgvar royndir og hollan kunnleika, tá talan er um uttanríkispolitikk og veðurlagspolitikk, og at forsetin er fegin um at fáa góð ráð frá honum. Í síðstu viku var John Kerry í Afghanistan, og hildið verður, at tað var hann, sum fekk Hamid Karzai, forseta at góðtaka eitt valumfar afturat fyri at fáa staðfest, hvønn afghanar vilja hava til forseta. Ættarhøvdingi Saddams tikin Myndugleikarnir í Irak hava handtikið leiðaran í ættarbólkinum hjá fyrrverandi einaræðisharranum Saddam Hussein, tí hann skal hava hjálpt uppreistrarmonnum har norðuri í landinum við pengum. Tíðindastovurnar skriva, at irakskir hermenn og amerikanskir ráðgevar tóku Hassan Albu Nasir í heimi hansara í býnum Baiji, sum er nærhendis Tikrit. Ein sonur hansara varð eisini tikin. Sambært skuldsetingini skulu teir báðar hava hjálpt sunnimuslimskum felagsskapum og Al Qaeda við pengum. - Ein fyritøka við virðing fyri sær sjálv- ari kennir sína søgu og fær hana felda niður í ein bókling ella í bevístheitina hjá fólki. Vit kunnu eisini siga, at ein fyritøka við virðing fyri sær sjálvari og sum ynskir at hava eitt langt lív lagað, setir í starv fólk sum kunnu gera, at søgan verður dagførd sum nútíðarsøga eftir nútíðar tilverugrund- arlagi. Romantiskar søgur við ongum nútíðarperspektivi avspegla ein tilverut- rupulleika, sum elvir til aðrar trupulleikar og tømir fyritøkuna fyri tileggjan og orku, segði bispur í fyrilestri í Løkshøll FaroExpo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Onkustaðni í havsbrúnni hóma vit sólina, og havs- brúgvin letur seg upp sum ein møguleiki. Positiv orð og handlingsfræsli til ytstu mørk. Vit mugu taka møgu- leikan, vit mugu verða við upp á nótarnar og syngja eitt nútíðar og nútímans lag. Tað segði Jógvan Fríðriks- son, bispur, tá hann byrjaði sín fyrilestur í Løkshøll mikudagin. Hann legði aftrat, at onku- staðni í havsbrúnni síggja vit myrk skýgg, og havs- brúgvin við sínum hóttandi myrkri ger tilveruna ótrygga. Vit merkja, at skýggini eru óhugnalig. Vit mugu verða við upp á nótarnar og syngja eitt óhugnaligt lag. - Havsbrúgvin verður ein fyrimynd, og tilveran í tí heimliga líkist smáu nytt- ugu finnunum í einum talvi. Tá grundarlagið undir fyri- tøkuni verður skipað uttaní- frá, vantar fyritøkuni sál, framfýsni og áræði, legði hann aftrat. Søga og samleiki - Tað er neyðugt at fyrihalda seg til havsbrúnna – tað, sum kemur uttanífrá. Men spurningurin, sum beinan- vegin tekur seg upp, er: Í hvussu stóran mun hevur tann næra tilveran tilveru- rætt, og hvørja ”prismu” brúka vit sum lykil, tá vit svara spurninginum? Jógvan Fríðrikson segði, at tá vit standa yvirfyri av- bjóðingum, er tað ein fyri- munur, at vit kenna okkara søgu, okkara samleika og okkara grundleggjandi virði. - Tað er í tí heimliga, í nærumhvørvinum og í fyritøkuni, at tær stóru av- gerðirnar verða tiknar. Av- gerðin og avgerðarstundin liggur í tí heimliga parti- num. Ein fyritøka, sum ikki út í æsir kennir og greinar motivatiónina, síni mál og sína søgu, møtir sjáldan avbjóðingini sum ein aktivur ”aktørur”. Í staðin verður fyritøkan tá møtt við teimum avbjóðingum, sum koma uttanífrá. Bispur segði, at tá vit standa yvirfyri avbjóðingini, er tað avgerandi, at vit eru aktivir viðspælarar. - Tá fyritøkan veksur, er tað ein fyrimunur, at vit halda okkum til eina hand- lingsætlan í staðin fyri at verða tikin við í streymi- num ella skiftandi tíðunum. Í niðurgangstíðum er tað ein fyrimunur, at vit verða verandi á ”bananum” og ikki lata umstøðurnar gera, at vit enda á beinkinum. Jógvan segði, at tað er ein himmalvíður munur at møta avbjóðingunum – og at verða møttur við avbjóðingini. Dagførd søga - Siðvenja og tað tradi- tionella kann vera ein hollur Tekur tú avbjóðingina – ella tekur avbjóðingin teg Vinnulívsfólk tóktust samd um, at bispur hevur nakað at geva føroyskum vinnulívi. Her heilsast Jónsvein Knudsen, vinnulívsmaður og bispur á gólvinum í Løkshøll Mynd: Vilmund Jacobsen