Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 202 - 22. oktober 2009 Velja bróstkanningina frá Triðja hvør kvinna í Keypmannahavn og grannakommun­ unum sigur nei takk til tilboðið um at lata seg kanna fyri bróstkrabba. Tilboðið er partur av einari kanningarverkætl­ an, har allar kvinnur millum 50 og 69 ár fáa tilboð um eina sokallaða mammografi­screening, sum kann avdúka møgu­ lig tekin um bróstkrabba. Men sambært tølum hjá Region Hovedstaden eru tað bara tveir triðingar av kvinnunum, sum taka av tilboðnum. Ein meiriluti í Fólkatinginum hevur gjørt av, at allar danskar kvinnur millum 50 og 69 ár skulu fáa tilboð um kanning. ES-semja um veðurlagið Umhvørvis­ og veðurlagsráðharrarnir í ES­londunum samdust í gjár um eitt felags uppskot til ST­veðurlagsráðstevnuna, sum verður í Keypmannahavn í desember. Sambært semjuni hevur ES sett sær sum mál at skerja CO2­útlátið, so tað í 2050 verður millum 80 og 95 prosent av tí, sum tað var í 1990. Ráðharrarnir siga í semjuni, at í sama tíðarbili skulu flogfeløgini skerja útlátið, so tað verður 10 prosent minni enn í 2005, og útlátið hjá skip­ unum í ES­londunum skal verða 20 prosent minni. Uppskotið hjá ES­londunum verður lagt fyri ráðstevnuna í Keypmannahavn. faktorur, tí siðvenjan gevur ein stabilitet og ein trygg­ leika. Soleiðis plaga vit at gera. Søgan er ein týðandi faktorur. Men, legði bispur aftrat: ­ Søgan sum ein forteljandi stílur uttan greining og tulking kann føra til eina enda, sum ikki er nakar ”happy and”, sum hann tók til. Hann segði, at søgan er konservativ og ofta eisini afturhaldandi. Søgan vil varðveita tað verandi og tað, sum verður lagt aftrat henni, er tað, sum passar inn í myndina hjá tí, sum sigur hana. ­ Ein fyritøka við virðing fyri sær sjálvari kennir sína søgu og fær hana felda niður í ein bókling ella í bevístheitina hjá fólki. Vit kunnu eisini siga, at ein fyritøka við virðing fyri sær sjálvari og sum ynskir at hava eitt langt lív lagað, setir í starv fólk sum kunnu gera, at søgan verður dagførd sum nútíðarsøga eftir nútíðar tilverugrundarlagi. Romant­ iskar søgur við ongum nútíðarperspektivi avspegla ein tilverutrupulleika, sum elvir til aðrar trupulleikar og tømir fyritøkuna fyri til­ eggjan og orku. Bispur segði, at nýhugsan er eitt orð við ævigum núleika, tá vit skulu møta avbjóðingini og seta fokus á dagin í dag og dagin í morgin. ­ Vit eiga at fremja ný­ hugsan við virðing fyri søg­ uni og við virðing fyri kynstrinum at hugsa. Ein fyritøka eigur ikki at byggja tilveruna á tankaflog og ynskidreymar, men á veru­ leikar og greinaða kortlegg­ ing av støðuni í tjóðskap­ arliga og altjóða saman­ hanginum. Avbjóðingin Jógvan Fríðriksson segði, at avbjóðingin nertir við nógv ymisk økir. ­ Sjálvandi eigur ein leiðsla at vera sína ábyrgd vaksin, bæði við atliti til søgu virkisins, virðir og fakliga støði hjá arbeiðs­ fólkinum. Avbjóðingin viðkemur og setir krøv til bæði arbeiðsfólk, leiðslu og eigarar. Avbjóðingin krevur forstáilsi fyri hugtakinum ”heildini” í fyritøkuni. Heildarhugsan kann í fyrsta umfari kennast tálmandi fyri einstøku fakbólkarnar innan ymisku økini í fyritøkuni. Hann segði, at tað ofta hendir, at fyritøkur bert hava tveir valmøguleikar – aktivt viðspæl, sum er at møta avbjóðingini ella passiva bíðistøðu, har tú verður møttur við avbjóðingini. ­ Ella sagt í einum meira positivum tónalagi, so eggjar heildarhugsanin til, at øll arbeiðsfólkini liva seg inn í søguna hjá fyritøkuni, virðini og framtíðina. Arbeiðsfólkini skulu saman við leiðsluni skriva nýggju søguna um fyritøkuna, legði hann aftrat. Lyklaorðið, segði bispur er, at øll eru við – at øll eru bevíst um støðuna, taka felags ábyrgd og eru við til at menna eina burðardyggan gerandisdag, har fyritøkan framleiðir í takt við kon­ junkturin. Hugskotið um, at øll eru við – ella at ”ind­ drage”, sum Jógvan rópti tað á donskum – eigur sjálv­ andi at hava virðing fyri, at bæði arbeiðsfólk og fak­ feløg hava sína søgu, síni virðir og lønarkrøv. ­ Tá øll eru við, fáa vit eina samtalumentan, og í sínum skjøldri hevur fyritøkan tá sína søgu, síni virðir og sítt framsókni. Arbeiðsfólkið kemur við sínum søgum, sínum virð­ um og sínum framsókni. Í sama rúmi – og í sama forumi – verða felags áhuga­ málini umrødd, sum eru stimbran av fyritøkuni. Bispur segði, at tað, at øll eru við, er tað týdningar­ mesta í eini fyritøku, tí tá øll eru við, letur tað upp fyri møguleikanum at tillaga. ­ At øll eru við, merkir ikki, at ábyrgdin verður løgd á hillina, heldur tvørtur ímóti. Tað er her, at málið verður hildið í eygsjón, og at øll eru til reiðar at taka ímóti nýggjari og ymiskar ávirkan, sum kann tillaga tað, vit ynskja okkum. Avbjóðingin positiv Jógvan Fríðriksson segði, at bygnaðurin í eini fyritøku hevur nógv til felags við bygnaðinum í einum menniskja. ­ Vit hava lyndi til at sleppa okkum undan av­ bjóðingini, sum á nógvan hátt verður tikin sum ein trupulleiki. Spurningurin er viðkomandi, hvørt menni­ skjansliga ”møti” við av­ bjóðingina er identisk við háttin, sum fyritøkan ynskir at takla avbjóðingarnar. Bispur segði, at avbjóð­ ingin eigur at takast sum eitt positivt upplivilsi – ella ein møguleiki. Avbjóðingin sum møguleiki eggjar til evnini í okkum at taka støðu – tað at velja millum møguleikar og skapa tilverugrundarlagið. ­ Tríggjar avgerðir, sum tekur tú hvørja løtu í lívi tínum, avgera tína lagnu. Hesar tríggjar avgerðirnar avgera, hvat tú leggur til merkis, hvussu tú følir, og hvat tú gert – og ultimativt, sum Jógvan tók til, hvat tú leggur til, og hvør tú verður. Hann helt, at fyrihalda vit okkum realistiskt til teir møguleikar, ið eru, hava vit ein rímiligan møguleika til at avgera okkara lagnu. ­ Men tað hendir eisini, at vit gerast prísgivin, at okkara metingarevni og initiativ verður tileinkisgjørt í tí stóra spælinum millum kreftirnar – tær fíggjarligu kreftirnar ella náttúru­ kreftirnar. Tær tríggjar av­ gerðirnar eru eitt samanspæl millum innaru bevístheitina og fakta, sum liggur fjald ella goymd í tilverunar ytra rúmi – samfelagnum. Tað at formulera ein spurning er ein fyritreyt fyri, at tú fært rætta svarið, segði Jógvan Fríðriksson, bispur á FaroExpo ráðstevnuni í Runavík í gjár. Hugvekjandi fyrilestur Fyrilesturin hjá bispi var rættiliga hugvekjandi og áhugaverdur, men hann var eisini drúgvur. Her hava vit bert tikið ein lítlan part við av øllum tí, sum Jógvan Fríðriksson førdi fram. Tað, at bispur helt sín fyrilestur á donskum máli, eins og aðrir fyrilestrar­ haldarar eisini gjørdu, og vit nú hava týtt ein part av honum til føroyskt, vóna vit ikki ger, at hesin parturin, vit endurgeva, hevur mist alt ov nógv av sínum upprunaliga virði. Jógvan Fríðriksson, bispur, var stórliga fagnaður fyri sín hugvekjandi fyrilestur í Løkshøll í gjárkvøldið. Her er tað borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen, sum heilsar bispi eftir fyrilesturin Mynd: Vilmund Jacobsen