týsdagur 27. november 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 229 - 27. november 2001
Nr. 229 - 27. november 2001
11
Nú tyrlurnar, sum
síðan juli mánað hava
flogið útgerð og fólk
millum Føroyar og
leitiøkini, um stutta
tíð hava flogið síðsta
túrin í hesum leiting-
arskeiðnum, er
Altantic Airways
stjórin, Magni Arge,
sannførdur um at tað
var rætt at fara inn í
oljuvinnuna longu í
leitingarfasuni
OLJA
Rúnar Reistrup
— Vit hava fingið virðis-
miklar royndir og hava
avmystifiserað oljuvinn-
una, samstundis sum tað
hevur givið okkum eitt lítið
avkast, og so kann man ikki
vera annað enn nøgdur,
sigur Magni Arge, stjóri
fyri einasta føroyska flog-
felagnum, sum í skjótt eitt
hálvt ár hevur staðið fyri
allari flogferðslu í sam-
bandi við oljuleitingina á
føroyskum øki.
Við tveimum tyrlum hjá
bretsku fyritøkuni Bristow
hevur Atlantic Airways
rikið alla tyrluflúgving
millum Føroyar og leiti-
pallarnar á oljuleitingarøkj-
unum. Harafturat hevur
flogfelagið flogið millum 3
og 4 ferðir um vikuna á
rutuni Aberdeen-Vágar við
fyrst og fremst oljufólki.
Kunnu saktans klára
tað
Niðurstøðan eftir at hava
verið hjáveitari hjá øllum
teimum trimum oljufeløg-
unum, ið hava leitað á
føroyskum øki hetta fyrsta
leitingarskeiðið, er greið.
— Vit kunnu saktans
standa fyri allari flúgving í
sambandi við føroysku
oljuvinnuna,
eisini
um
hendan tekur dik á seg og
farið verður undir at út-
vinna olju úr føroysku
undirgrundini, sigur At-
lantic Airways stjórin, sum
ikki dylir fyri at uppgávan
tyktist nokkso møtumikil
áðrenn farið varð undir
hana.
— Vit vistu ikki hvussu
tað fór at vera at arbeiða
saman við slíkum risafyri-
tøkum, sum hesi oljufeløg-
ini jú eru, og vit vóru ikki
heilt greið yvir júst hvat tað
innibar. Vit vita nú heilt
greitt hvat tað vil siga at
vera hjáveitari hjá olju-
feløgunum, og at fyritøkan
er før fyri at átaka sær tað.
Tí eru vit heldur ikki long-
ur í iva um at tað var púra
rætt av okkum at fara inn í
oljuvinnuna heilt frá fyrstu
royndarboring.
Keypa onga tyrlu enn
Hóast olja nú er funnin í
føroysku undirgrundini, so
er enn ikki víst at gongd
nakrantíð kemur á olju-
framleiðslu á føroyskum
øki, og meðan hetta er
støðan, traðkar Atlantic
Airways
varliga
fram.
Tyrlukeyp verður ikki so
mikið sum umhugsað fyrr
enn oljuframleiðsla stendur
fyri framman, og enn er
flogfelagið ikki farið undir
at útbúgva tyrluskiparar til
stóru tyrlurnar hjá Bristow.
— Tað var allatíðina ætl-
anin, at okkara tyrluskip-
arar so líðandi skuldu
manna tyrlurnar, og at
okkara teknikkarar skuldu
Tað var rætt at fara við
P/F Thor í Hósvík
ansar væl eftir ikki at
flóta út í oljuvinnuna
á uppskrúvaðum vón-
um. Heldur enn at
byggja sína offshore-
satsing á føroyska
oljuvinnu burturav er
fyritøkan nógv úti um
seg uttan fyri land-
oddarnar, samstundis
sum roynt verður at
fáa fótafesti í heim-
ligu oljuvinnuni
Rúnar Reistrup
Tað verður ikki nøkur
vanlukka fyri P/F Thor, um
føroyska oljuvinnan ikki
fer at liva upp til tær risa-
vónir, sum hesi seinastu
árini hava trífaldað húsa-
prísir og sett búskapin upp
á kók. Reiðaríðið hevur
bygt sínar íløgur í føroysku
offshore-vinnuna á verandi
umstøður heldur enn á
framtíðardreymar, og hevur
soleiðis roynt at satsa so
lítið sum gjørligt í roynd-
unum at gerast ein týandi
partur í føroysku oljuvinn-
uni.
— Føroysku vónirnar til
oljuvinnuna eru alt ov
høgar. Tað gongur væl bú-
skaparliga í løtuni, men vit
mugu minnast til at tað skal
lítið til áðrenn tað byrjar at
ganga hinvegin. Beint nú er
føroyska samfelagið mitt í
einari ekspansiónsfasu hvat
oljuvinnuni viðvíkur, sam-
stundis sum fiskivinnan
klárar seg sera væl. Men
um nú annaðhvørt fiski-
skapurin ella leitingarak-
tiviteturin komandi árini
minkar, so gongur tað
knappliga ikki so væl
longur, og hesum taka vit
hædd fyri sigur Gunnbjørn
Joensen, sum saman við
beiggjanum Hans Andreas
eigur og rekur P/F Thor.
Hyggja úteftir
Tískil ger reiðaríðið nógv
við at føla seg fram uttan
fyri landoddarnar, soleiðis
at øll offshore satsingin
ikki stendur og fellur við
føroysku oljuvinnuni. Ein-
asta satsingin hjá P/F Thor,
sum beinleiðis er vend
ímóti føroysku oljuvinnuni,
er samstarvið við donsku
fyritøkuna ESVAGT um
standby-skipið
Faroe
Connector, sum kom undir
føroyskt flagg 2. juli í ár.
Men møguleikarnir at fara
út um landoddarnar við
hesum
skipinum
verða
eisini dúgliga kannaðir.
Sum er hevur Faroe
Connector tó úr at gera við
at fylgja boriskipinum West
Navion, sum nú borar í
enskum sjógvi. Fyritøkan
ESVAGT-Thor, ið Thor og
ESVAGT eiga í felag,
hevur ein eitt ára sáttmála
við BP um leigu av Faroe-
Connector. Tá hetta leigu-
skeiðið er liðugt vónar Thor
at tað fer at bera til at
leingja sáttmálan við BP,
men um hetta ikki ber til,
kann skipið fara hvagar tað
skal vera, sigur Gunnbjørn
Joensen, sum millum annað
hevur sent síni smærru
standby-skip á uppgávur so
langt burturi sum í Persisku
Víkini og Vesturafrika.
Skulu ongan kodda
hava
Hóast Thor hevur verið í
offshore
vinnuni
síðan
1998, tá fyritøkan fekk
fyrsta standby-skipið til
landið, so var tað ein nðggj
tíð sum byrjaði í summar,
tá oljuleitingin á føroyskum
sjóøki fór í gongd. Andin í
føroysku
oljulóggávuni
leggur upp til at útlendsku
oljufeløgini í størst møgu-
ligan mun skulu samstarva
við føroyskar fyritøkur,
treytað av at hesar eru
kappingarførar, og hetta
hjálpti uttan iva Thor til at
fáa sáttmálan við BP.
— Tað at vit eru ein
føroysk fyritøka gav okkum
sjálvsagt ein fyrimun í mun
til útlendsku fyritøkurnar,
men vóru vit ikki kapping-
arførir, so høvdu vit neyvan
fingið sáttmálan við BP, og
eru vit ikki kappingarførir
tá sáttmálin gongur út, so
fáa vit ikki longt hann og tí
setur tað stór krøv til
fyritøkuna um vit skulu fáa
nakað burturúr hesum, sig-
ur Gunnbjørn Joensen, sum
sjálvur er fegin um hørðu
kappingina.
— Tað ringasta sum kann
henda er at føroysku fyri-
tøkurnar fáa so stóran
kappingarfyrimun ígjøgn-
um treytir og reglur at tær
fáa ein kodda at sovna á, tí
so fara tær ongantíð at klára
seg í beinhørðu kappingini
í
oljuvinnuna,
heldur
Gunnbjørn Joensen.
Undir sjálvari boringini
hjá West Navion á før-
oyskum øki fekk Thor einki
at vita um hvussu leitingin
gekst, og tí mertiskt tað
ikki á arbeiðinum, at einki
varð funnið. Men tað hevði
verið ein stórur fyrimunur
fyri offshore-satsingina hjá
reiðaríðnum, um olja varð
funnin í boringini hjá BP,
og tí var úrslitið eitt lítið
vónbrot fyri eigararnar.
Tað fær tó ikki fyritøkuna
at ivast í at halda fram í
offshore-vinnuni, serliga tá
tað nú hevur víst seg, at olja
er at finna í føroysku undir-
grundini, men verður upp-
fatað sum enn ein ábending
um, at tað er umráðandi
eisini at vera úti um seg í
útlendsku oljuvinnuni.
∆
Føroyska
oljuvinnan
er ein óviss
satsning
Faroe Connector, flaggskipið hjá Esvagt Thor, skiftir manning í Havn
Mynd: Jan Müller
Framhald á næstu síðu
FØRLEIKAMENNING
Ólavur Gregersen
Oljufeløgini, sum leita eftir
olju í Føroyum, hava
bundið seg til at virka fyri
føroyskari luttøku í olju-
vinnuni, m.a. við førleika-
menning á føroyskum fyri-
tøkum og við at knýta sam-
bond við útlendskar sam-
starvsfelagaðar.
Við hesum hava føroysk-
ar fyritøkur fingið høvi at
menna førleika og kapping-
arføri sítt. Hetta er ein á-
góði, sum føroyska sam-
felagið og vinnan longu
hava fingið í sín part, óan-
sæð um kolvetni verða
funnin ella ikki.
Agip hevur tikið kravið
um førleikamenning í álv-
ara, og í hesi grein verður
greitt frá, hvussu Agip
ætlar at lúka kravið um
førleikamenning.
Stutt um AGIP
Agip er partur av italska
orkufelagnum ENI, ið er
virkið innan oljuvinnu,
jarðgass- og petrokemi-
vinnu, tænastur til oljuøki
og verkfrøði. Kappingar-
førið hjá felagnum er sera
gott, og tað hevur eina
leiðandi marknaðarstøðu
innan hesar vinnur.
ENI er virkið í meira enn
70 londum, og hevur meira
enn 72.000 fólk í starvi.
ENI framleiðir meira enn
eina millión tunnur av olju
um dagin, og verður roknað
sum sætta størsta oljufelag í
heiminum.
Endamál við BDAS
Vinnuráðgevingin hjá Agip
Faroe Branch ber enska
heitið Business Develop-
ment Advisory Service,
stytt BDAS, og er stovnað
við hesum endamálum:
• at lúka krøvini í leiti-
loyvunum um føroyska
luttøku
• at vera við til at gera før-
oyska búskapin meira
fjøltáttaðan
• at menna nýggjar útflut-
ningsmøguleikar innan
føroyska vinnulívið
• byggja upp kappingarføri
og tøkniliga vitan hjá
føroyskum
fyritøkum.
Hetta kann eisini verða
gjørt í samstarvi við
útlendskar fyritøkur.
Samanumtikið er endamál-
ið við BDAS at menna
førleikan hjá føroyskum
fyritøkum, so tær verða
førar fyri at kappast á jøvn-
um føti á altjóða oljuvinnu-
marknaðinum. Ráðgeving-
in er tó ikki bert avmarkað
til fyritøkur innan oljuvinn-
una, men er eisini ætlað
virkjum og verkætlanum,
sum eru nýskapandi og
hava møguleikar á útflut-
ningsmarknaðinum.
Lýsing av ráðgevingini
BDAS fer at veita trý ymisk
sløg av ráðgeving, sum
verður ólík í innihaldi og
høvuðsdenti.
Tann mest umfatandi
ráðgevingin verður rópt
»Víðfevnd
vinnuráðgev-
ing«, sum verður veitt
ávísum fyritøkum, sum
Agip hevur valt út hetta
seinasta hálva árið.
Endamálið við hesari
ráðgevingini er at stimbra
fyritøkuni í at gerast ein
betri í heimsflokki. Markn-
aðurin hjá veitaranum kann
verða tann føroyski/altjóða
oljuvinnumarknaðurin ella
aðrir útflutningsmarknaðir,
treytað av at teir eru við til
at gera tann føroyska
búskapin meira fjøltátt-
aðan.
BDAS fer at ráðgeva í
sambandi við virkismenn-
ing og marknaðarmenning
hjá fyritøkuni — til dømis
innan strategiska ráðlegg-
ing; heildargreining og seta
málsetningar, marknaðar-
greining, førleikagreining
o.s.fr.
Harumframt
fer
BDAS at lætta um hjá fyri-
tøkuni, tá talan er um at
nema sær útbúgving, tøkn-
iliga
førleikamenning,
góðsku- og HSE skipanir
og at fáa í lag handils-
sambond.
Umframt
»Víðfenda
vinnuráðgeving« fer Agip
eisini at veita sokallaða
»Ad hoc vinnuráðgeving«,
sum stendur øllum før-
oyskum fyritøkum við á-
huga fyri oljuvinnu í boði.
Fyritøkur kunna seta seg í
samband við Agip til tess at
fáa ávísar upplýsingar ella
serkøna meting, t.d. tá talan
er um marknaðarupplýs-
ingar, spurningar viðvíkj-
andi góðsku og HSE skip-
anum, upplýsingar og fyri-
spurningar um møguligar
samstarvsfelagar, seljarar
og veitarar, o.s.fr.
Skipa fyri
útbúgvingartiltøkum
BDAS fer umframt bein-
leiðis ráðgeving at skipa
fyri seminarum og útbúgv-
ingarskeiðum. Hetta virk-
semið verður í samstarvi
við føroyskar stovnar og
fyritøkur, sum eru virkin á
hesum øki - m.a. er ætlanin
at
skipa
fyri
einum
seminari fyrst í komandi ári
um gagnnýtslu av góðsku-
stýring í dagliga rakstr-
inum.
Agip fer eisini at menna
eitt sonevnt »Petroleum
Exploration
Business
Game« í samstarvi við
føroyska KT fyritøku, og
væntandi verður sáttmáli
undirskrivaður seinast í
november mánaði. Spælið
er ætlað næmingum í mið-
námsútbúgvingum,
og
endamálið er at økja kunn-
leikan um leitingarvirk-
semið, sum fer fram við
Føroyar.
Mugu liggja framvið
Omanfyri er nomið við
nakað av tí, sum Agip ætlar
at gera innan førleikamenn-
ing í føroysku vinnuni. Um
føroyskar fyritøkur vilja fáa
lut í førleikamenningini,
sum teimum stendur í boði
frá oljufeløgunum sambært
leitiloyvunum, so mugu
fyritøkurnar í fyrsta lagi
staðfesta, hvar og hvussu
teimum tørva førleika-
menning, og síðan liggja
framvið fyri at fáa part av
teimum midlum, sum eru
sett av til hetta økið. Tær
fyritøkur, sum leggja seg
eftir hesum leisti, fara iva-
leyst at sanna, at førleika-
menning kann gerast ein
dyggur stuðul í royndunum
at taka lut í oljuvirk-
seminum í Føroyum.
∆
Førleikamenning og føroysk luttøka
vera førir fyri at røkja tær.
Men higartil hava vit ikki
havt arbeiðsorku til at fara
undir at útbúgva fólk til
hetta, tí vit hava havt aðrar
krevjandi
uppgávur
í
summar, sigur Magni Arge.
Sum tað sær út í løtuni
verður bara ein royndar-
boring á føroyskum øki
komandi ár, og Atlantic
Airways stjórin ivast í, um
tað kann loysa seg at fara
undir at útbúgva fólk,
meðan virksemið á leiting-
arøkinum er so lítið.
Nýggj flogruta
Meðan tyrluflúgvingin í
sambandi við oljuleitingina
soleiðis hevur latið upp fyri
einari nðggjari vinnugrein,
hevur flutningurin av olju-
fólki til Føroya latið upp
fyri einari nýggjari flogrutu
í ferðaætlanini hjá Atlantic
Airways. Flestu oljufólkini,
ið hava starvast á leitipall-
unum í føroyskum øki, eru
komin til Føroya úr Aber-
deen. Hetta hevur skapt
grundarlag fyri regluligum
flogferðum
millum
Aberdeen og Føroyar, sum
eisini hevur verið nógv
brúkt av ferðafólki.
Ongan
kappinginarneyta
Tá oljufeløgini fyrr í ár
skuldu velja sær hjáveitarar
var Atlantic Airways í teirri
serstøðu, at fyritøkan í
veruleikanum ongan kapp-
ingarneyta hevði. Við at
vera einasta føroyska flog-
felagið var Atlantic Air-
ways eisini einasti val-
møguleiki, um oljufeløgini
vildu brúka føroyskan hjá-
veitara. Hetta valdu øll tey
trð leitandi oljufeløgini at
gera.
Men við endurskapta
bjartskygninum, sum hevur
staðist av fundinum hjá
Amerada Hess, er eisini
hugsandi at onnur flogfeløg
fara at fáa áhuga fyri tí
nðggja marknaði, sum før-
oyaøkið møguliga fer at
menna seg til.
— Tað mugu vit hava í
huganum og royna at fyri-
reika okkum sum best
uppá, at vit kunnu fara at
møta kapping í framtíðini,
sigur Magni Arge, sjtóri í
Atlantic Airways.
∆
Bristow-tyrla í arbeiði. Vitjandi á boripalli koma aftur til lands
Mynd: Jan Müller
Framhald av s. 10
Um føroyskar fyritøkur vilja
fáa lut í førleikamenningini,
sum teimum stendur í boði
frá oljufeløgunum sambært
leitiloyvunum, so mugu
fyritøkurnar í fyrsta lagi
staðfesta, hvar og hvussu
teimum tørva førleikamenn-
ing, og síðan liggja framvið
fyri at fáa part av teimum
midlum, sum eru sett av til
hetta økið, sigur Ólavur
Gregersen
C
M
Y
K
11
10