týsdagur 27. november 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 229 - 27. november 2001
Nr. 229 - 27. november 2001
9
Útlitini til, at foreldur
at deyvum børnum
sleppa at læra tekn-
mál, soleiðis at tey
kunnu samskifta við
síni børn, eru vánalig.
- Hevði Sernámsdep-
ilin fingið hálva aðru
mió. krónur meiri
komandi ár, enn
fíggjarlógaruppskotið
leggur upp til, høvdu
vit raðfest deyvaøkið
ógvuliga høgt, sigur
Hans Eli Dahl, virk-
andi stjóri á Sernáms-
deplinum
DEYVAVIÐURSKIFTI
Turið Kjølbro
Verður uppskotið til løg-
tingsfíggjarlóg fyri kom-
andi ár samtykt í verandi
líki, eru ikki útlit til, at øki,
sum ikki verða raðfest høgt
sum er, fáa hægri raðfesting
komandi ár. Sernámsfrøði-
liga virksemið í Føroyum
tørvar 10 mió. krónur í
meirjáttan um árið, skal tað
virka nøktandi. Sernáms-
frøðiliga virksemið í fólka-
skúlanum fær tó eina hækk-
ing, sum munar eitt sindur,
men burtur sæð frá tí verð-
ur lítil og eingin broyting til
tað betra sambært fíggjar-
lógaruppskotinum.
Deyvaøkið er eitt øki inn-
an sernámfrøðiliga virk-
semið, sum veruliga hevur
kent sviðan av ov lítlari
játtan. Í summar kendi ein-
asti teknmálsfrøðiligi ráð-
gevin
í
Føroyum
seg
noydda at siga seg úr starvi,
av tí arbeiðsumstøðurnar
vóru ótolandi. Viðkomandi
sat í hálvum starvi, men
arbeiðsuppgávur eru til
tvey fulltíðarstørv. Í kjalar-
vørrinum av hesum er
eingin
teknmálsfrøðilig
ráðgeving í løtuni og tað
sum verri er, foreldur at
deyvum børnum fáa ikki
upplæring í teknmáli, sum
ger tey før fyri at tosa við
síni børn. Felagið Hoyrnin
hevur fleiri ferðir gjørt vart
við ótolandi støðuna, men
higartil til fánýtis.
Fær
sernámsfrøðiliga
virksemið ikki størri játtan
komandi ár, verður virk-
andi stjóri á Sernáms-
deplinum, Hans Eli Dahl,
noyddur at taka dagar
ímillum, hvørji øki innan
sernámsfrøðiliga virksemið
skulu raðfestast og hvørji
ikki, og um tænastur skulu
niðurleggjast.
- Tað snýr seg ikki um at
finna nakrar tímar til nakrar
deyvalærarar og læra teir
deyvamál. Aðalspurning-
urin er fakliga røktin av
økinum, sum krevur fleiri
fólk í starvi. Tá ið umstøð-
urnar eru soleiðis sum tær
eru, er uppgávan hjá okk-
um at finna út av, hvørjar
tænastur vit kunnu bjóða og
hvørjar ikki. Enn er avgerð
ikki tikin um, hvør tænasta
kann halda fram og hvør
ikki. Øll økini eru týðandi,
men vit verða kanska
noydd at skera ígjøgnum og
niðurleggja onkra tænastu
hóast tað ger, at so koma
onnur í trongstøðu.
Trupul uppgáva
Frá Sernámsdeplinum hev-
ur felagið Hoyrnin fingið at
vita, at neyvan verður
nøkur broyting til tað betra
innan deyvaøkið, men at
kanska verður rúm fyri
onkrum skeiði komandi ár í
teknmáli.
- Stovnurin er noyddur at
útvega ein teknmálsráðgeva
aftur, men eg bjóði ikki
nøkrum eitt slíkt starv
hálva tíð, tí tað er alt ov
lítið til arbeiðsbyrðuna.
Tískil er ikki vist, at
teknmálsskeið verða kom-
andi ár, men vit vóna tað,
sigur Hans Eli Dahl.
Stjórin á Sernámsdepl-
inum metir, at hálv onnur
millión krónur afturat oyra-
merkt til deyvaøkið, hevði
munað væl.
- Tá ið alt sernáms-
frøðiliga økið vantar pen-
ing, er tað ein ómetalig
trupul uppgáva at gera av,
hvørji øki skulu raðfestast
og hvørji ikki. Tí hevði tað
kanska verið frægari um
játtanir vórðu oyramerktar
til ymsu økini, hóast tað í
ein mun setir leiðsluna á
stovninum út av spælinum.
Hevði
Sernámsdepilin
fingið hálva aðru mió.
krónur meiri komandi ár,
enn tað sum er væntandi,
høvdu vit raðfest deyva-
økið ógvuliga høgt.
Støðan kend
Landsins
myndugleikar
kenna støðuna og tørvin.
Fyrr í hesum árinum søkti
Sernámsdepilin um 5 mió.
krónur í eykajáttan til alt
virksemið fyri at røkka
restina av hesum árinum
nøktandi. Hetta varð ikki
játtað. Við bit og slit vóru
350.000
kr.
játtaðar,
soleiðis at tvey deyv børn
kundu byrja í fyrsta flokki í
summar.
Í vár vísti Sernáms-
depilin Mentamálastýrið á,
at tørvur er á í minsta lagi
hálvum øðrum starvi, um
deyvaøkið skal virka nøkt-
andi. Fulla starvið eigur at
fara til skeiðsvirksemi,
gerð av tilfari og annað,
meðan hálva starvið eigur
at verða brúkt til tilrættis-
legging,
ráðgeving
og
annað.
- Tað snýr seg ikki bert
um
at
útvega
nakrar
deyvalærarar,
læra
teir
teknmál og so koyra teir í
eina skúlastovu. Fyri at seta
skjøtul á økið, er tørvur á
vælskikkaðum fólki til
nógvar
uppgávur,
vísti
Sernámsdepilin á.
Men hóast hesa áheitan
um meirjáttan, ikki bert til
deyvaøkið, men til øll økini
Sernámsdepilin varðar av,
sæst lítið aftur til eina slíka
í fíggjarlógaruppskotinum
til komandi ár.
Vandin
Deyvu børnini í Føroyum
eru ikki nógv í tali, eini 10
í alt um allar Føroyar, og
tískil hoyrast tey ikki væl í
okinum sum er. Spurdur
um tað ikki er vandi fyri, at
tey detta burtur ímillum, tí
tey eru so fá í tali, sigur
Hans Eli Dahl.
- Tað kann avgjørt vera
ein vandi fyri tí.
Aðra staðni eru umstøð-
urnar hjá teim deyvu og
avvarðandi teirra ikki at
samanbera við føroysk
viðurskifti. Í Noregi fáa
foreldur, sum fáa eitt deyvt
barn, eina sokallaða for-
eldraútbúgving, ið er 40
vikur samanlagt í tíðar-
skeiðinum meðan barnið er
í aldrinum 0-16 ár. Hetta
svarar til tvær og eina hálva
viku um árið. Umframt fáa
foreldur onnur skeið í eitt
nú deyvamentan og øðrum
viðkomandi. Hetta gevur
foreldrum høvi til at læra
málið hjá barninum, so at
tey kunnu samskifta á
einum
støði,
sum
er
virðiligt.
Landsstýrismaðurin í
mentamálum hevur
biðið umsitingina
kanna, um fígging
kann útvegast, so-
leiðis at deyvaøkið
verður betur fyri
komandi ár
DEYVAØKIÐ
Turið Kjølbro
Hóast Óli Holm, lands-
stýrismaður í mentamálum,
hevur givið umsiting síni
boð um at kanna, um fígg-
ing kann útvegast, soleiðis
at deyvaøkið verður betur
fyri komandi ár, torir hann
ikki enn at geva foreldrum
at deyvum børnum eina
vón um, at tey sleppa á
teknmálsskeið komandi ár.
- Finna vit eina loysn,
kundi eitt hálvt ráðgevara-
starv verið normerað aftur-
at
tí
hálva,
sum
er
normerað, sigur Óli Holm,
landsstýrismaður.
Deyvaráðgevin, sum sat í
hálvum starvi, segði seg úr
starvi í summar vegna ov
stóra arbeiðsbyrði. Upp-
gávurnar hjá viðkomandi
svara til tvey fulltíðarstørv.
- Møguliga er tað ikki
nóg mikið bert at normera
eitt hálvt starv afturat, men
allur bati bøtur. Verður tað
hálva starvið veruleiki,
letur tað upp fyri møgu-
leikum, sum ikki eru til í
dag.
Stjórin á Sernámsdeplin-
um sigur í blaðnum í dag,
at hálv onnur miljón í meir-
játtan til Sernámsdepilin
hevði gjørt tað møguligt, at
deyvaøkið varð væl hægri
raðfest enn tað verður í
løtuni.
- Handa upphæddin er
ikki tøk í dag, sigur Óli
Holm.
Spurdur um tað ikki er
vandi fyri, at tey deyvu og
avvarðandi
teirra
detta
burtur ímillum, tí tey eru so
fá í tali og ikki gera so nógv
um seg, sigur Óli Holm.
- Tað meti eg avgjørt
ikki. Øll, sum kenna eitt
sindur til deyvaøkið, vita,
hvussu týdningarmikið tað
er.
Deyvaøkið framvegis við sviðusoð
- Tá ið alt økið vantar
pening, er tað ein ómetalig
trupul uppgáva at gera av,
hvørji øki skulu raðfestast og
hvørji ikki, sigur Hans Eli
Dahl, virkandi stjóri á
Sernámsdeplinum
Arbeiða við eini loysn
- Verður eitt hálvt starv normerað afturat, letur tað upp fyri
møguleikum, sum ikki eru til í dag, sigur Óli Holm,
landsstýrismaður
Kári Jacobsen hevur
skrivað fýra nýggjar
sangir um Silva.
Sangirnir fáast á
fløgu, sum Norðoya
Sparikassi fer at lata
sínum yngstu kund-
um fyrst í desember
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Um vikuskiftið vóru tríggir
nýggir sangir um Silva at
hoyra á sølustevnuni í
Klaksvík. Silvi er maskott-
urin hjá Norðoya Spari-
kassa, og hann hevur longu
fingið ein sang, sum hevur
verið nógv at hoyrt.
Tað er Kári Jacobsen,
sum ger tónleikin til Silva,
og hann hevur skrivað og
framleitt tríggjar nýggjar
sangir. Hetta eru lættir
poppsangir, sum eru skyld-
ir við tann sangin, sum fólk
kenna frammanundan. »Eg
veit ein raskan harudrong«
er ein vælsvingandi disco-
sangur, sum uttan iva fer at
verða nógv spældur.
Kendur maður við
Umframt tríggjar nýggjar
sangir, er eisini eitt sonevnt
remix gjørt av Silva-sang-
inum. Og so finnast allir
sangirnir í karokee-útgávu
á fløguni. Til seinast er
eisini ein video av Silva-
sanginum, sum børnini
kunnu síggja umvegis teld-
una.
Tað er Linda MacDonald,
sum syngur sangirnar. Kári
Jacobsen hevur saman við
øðrum góðum fólki staðið
fyri, spælt og ljóðblandað
sangirnar.
Björn Engelmann hevur
mastrað fløguna í Cutting
Room í Stockholm. Hesin
Engellmann er ikki hvør
sum helst, tí hann hevur
havt líknandi uppgávur fyri
kenda poppbólkar sum til
dømis Aqua.
Norðoya Sparikassi fer at
lata sínum yngstu kundum
fløguna frá fyrsta mánadegi
í desember.
Nú kemur ein heil fløga við Silva-tónleiki
Nýggir sangir um Silva
Tað er sjáldan, at tú
sleppur at flenna alla
tíðina eftir einum
sjónleiki, men við
Mostir Charley slepst
ikki undan
UMMÆLI
Jógvan á Høvdanum (yngri)
Nú veturin so smátt er
byrjaður og kalt er úti,
hevur Klaksvíkar Sjónleik-
arfelagið tikið stig til at seta
ein sjónleik upp, sum áður
er spældur í Klaksvík.
Sjónleikurin snýr seg um
mostirina hjá Charley, sum
skal koma á vitjan. Øll
problemini byrja, tá most-
irin verður seinkað, og ein
annar fer at lata, sum um
hann er mostirin.
Leikpallurin er serstak-
liga flottur, og eingin ivi er
um, at tað hevur tikið
nógva og drúgva túið at
seta pallin upp. Hugsast
skal eisini um, at tað eru
tríggir pallar, sum eru
gjørdir til hendan leik, og
hvør pallurin er vakrari enn
annar.
Ja, sjálvt tá tú kemur inn
at hyggja eftir sjónleik-
inum, fært tú eina snøgga
og vælskipaða leikskrá,
sum eisini kann nýtast sum
kalendari heima. Flott, flott
og original má sigast.
Góðir leikarar
Leikararnir eru allir góðir,
tó at tað eru onkrir leikarar,
sum skara framúr. Hans
Hjalti Skaale spælir tann
forvirraði og forelskaði
Jack, sum er sooo for-
elskaður í gentuni Kitty
(Jenny
Kastalag).
Jan
Gardar hevur leiklutin sum
Charlie, sum er forelskaður
í Anny (Jakobinu Jacob-
sen). Sum butlarin hjá Jack,
Brasset, spælir Karl Marius
Poulsen meistarliga.
Men tann, sum skarar
framúr, er Per Johannessen.
Hann hevur leiklutin sum
Babbs, besti vinur hjá Jack
og Charley, og sum eisini
klæðir seg út sum tann
falska mostirin.
Annars eru leikarar sum
Jógvan Jacobsen (tænari),
Øssur Hentze (Spittigue),
Joan Heinesen (Ella), Peter
J. Eliasen (Francids) og
tann veruliga Mostir Charl-
ie, sum verður spæld av
Adelborg Linklett.
Flenna alla tíðina
Eg havi einki uttan rós at
geva
leikinum
Mostir
Charley hjá Klaksvíkar
Sjónleikarfelag. Ongantíð
áður havi eg upplivað ein so
stuttligan og áhugaverdan
sjónleik. Sigast má, at
leikstjórin hevur skapt eitt
meistaraverk, sum seint
verður gloymt av klaks-
víkingum.
Tað er sjáldan, at tú
sleppur at flenna alla tíðina
eftir einum sjónleiki, men
hesa ferð slepst ikki undan.
Eitt fantastiska flott og
vælskrivað
manuskript.
Bravo.
Góða eydnu við sjónleik-
inum, tit í Klaksvíkar Sjón-
leikarfelag og hjartans tøkk
fyri eina stuttliga løtu.
Óførur skemtileikur
Jan Gardar spælir Charley,
sum alt í einum fær eina
falska mostir
Jakobina Jacobsen er onnur av gentunum, sum er orsøkin til,
at Charley og Jack uppfinna eina falska mostir
C
M
Y
K
9
8
Ítróttur · N. Finsensgøta 5 · Postsmoga 1108
FO-110 Tórshavn · Tlf. 311403 · Fax 319980 · e-mail: sportthd@post.olivant.fo
Ítróttur á Glyvrum
Tlf. 447399
KEYP JÓLAGÁVUNA NÚ
Og nógv onnur
góð tilboð
- spar upp til 70%
Adidas T-Shirt
nú bert kr. 99,95
Badminton
ketsjari
nú bert kr. 299,-
Renniskógvar
nú bert kr. 499,-
Soviposi
nú bert kr. 399,-
Adidas draktir
frítt val bert kr. 299,-
Adidas taskur
nú bert kr. 199,-
Skjúrta + buksir
nú bert kr. 399,-
Spar upp til 150,-
Spar upp til 201,-
Spar 501,-
Spar 401,-
Spar 301,-
Spar 451,-
Spar 401,-