týsdagur 27. november 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 229 - 27. november 2001
Nr. 229 - 27. november 2001
9
Frá byrjan setti
Atlantic Supply Base
sær fyri at avmarka
vágan so mikið, at
íleggjararnir ikki
mistu pening um so
var, at eingin olja var
at finna í føroysku
undirgrundini. Nú
olja er funnin, verður
latið upp fyri størri
virksemi og størri
íløgum
OLJA
Rúnar Reistrup
Ekspansión. Soleiðis ljóðar
framtíðarætlanin hjá At-
lantic Supply Base í stutt-
um.
Við oljufundinum hjá
Amerada Hess broyttist
støðan hjá útgerðarhavnini
í Runavík munandi, og
komandi
tíðina
verður
orkan brúkt til at umstilla
virksemið soleiðis, at At-
lantic Supply Base kann
tryggja sær at gerast út-
gerðarstøð undir einari
møguligari oljuframleiðslu
á føroyskum øki.
Tað at vera kosin út-
gerðarstøð
hjá
olju-
feløgunum í fyrsta leiting-
arskeiðnum er nevniliga
eingin gullmina í sær sjálv-
um. Størsti vinningurin, ið
fæst burturúr hesum er tí
ikki peningaligur í fyrstu
atløgu.
Tað sum Atlantic Supply
Base kann, og vónar, at fáa
burturúr, er ein fyrimun
fram um kappingarneytar-
nar, tá oljufeløg í framtíðini
skulu velja sær eina útgerð-
arhavn at brúka undir einari
møguligari oljuframleiðslu.
Nú eftir at Amerada Hess
hevur funnið olju er einki at
taka seg aftur í, at møgu-
leikin fyri, at farið verður
undir oljuframleiðslu á før-
oyskum øki, er blivin væl
størri, og tískil er tíðin nú
komin hjá Atlantic Supply
Base at ekspandera fyri ikki
at lata vunna fyrimunin
gleppa av hondum.
Størri ílegging í væntu
Stjórin fyri Atlantic Supply
Base, Lassi Borðoy, sigur
tað ikki vera ósannlíkt at
meira peningur verður sett-
ur í fyritøkuna, nú vissa er
fingin fyri, at tað finst olja
í føroysku undirgrundini.
Tí hóast tað enn ikki er vist
at tann funni oljubrunnurin
kann bera eina lønandi
framleiðslu, so hevur hann
undir øllum umstøðum
nógv at týða fyri framtíðar-
virksemið
hjá
Atlantic
Supply Base.
Eg vænti mær, at nógv
fremmand útlendsk olju-
feløg fara at koma til Før-
oya, nú tað hevur víst seg at
her er nakað at koma eftir,
og vit ætla tá at kunna
bjóða okkara vitan fram og
harvið hjálpa teimum at
etablera seg her á landi,
sigur Lassi Borðoy og
leggur soleiðis upp til, at
Atlantic Supply Base væl
hugsandi fer at flyta seg inn
á onnur vinnuøki, sum til
dømis vitanarveitan fyri
nýggj oljufeløg.
Kunnu fara útum
Runavíkina
Høvuðsaktiviteturin
At-
lantic Supply Base verður
tó framhaldandi at vera
logistikveitari til oljufeløg-
ini, sum sjálv hava útvalt
sær útgerðarstøðina.
Sera hørð kapping var
sum kunnugt um, hvar í
landinum
oljuútgerðar-
havnin skuldi liggja. Kapp-
ingin gjørdist mest av
øllum eitt stríð millum
landspartar, og tá tað í
februar mánað í ár varð av-
gjørt, at Atlantic Supply
Base, sum er felagsogn hjá
19 fyritøkum í Eysturoynni,
skuldi brúkast sum útgerð-
arstøð, var tað ein sigur fyri
Runavíkina og Eysturoynna
sum heild.
Men kemur gongd á
rættiliga oljuframleiðslu,
kann Runavíkin skjótt ger-
ast alt ov lítil, og tí kann
hugsast at aðrir partar av
landinum fara at njóta væl
av virkseminum hjá At-
lantic Supply Base.
– Vit hava longu hugt at
støðum uttan fyri Runavík,
og nú fara vit at hyggja enn
meir, sigur stjórin fyri At-
lantic Supply Base, Lassi
Borðoy.
Sum vera man heldur
stjórin sjálvur, at Runavíkin
var tað rætta valið, og hetta
sigur hann seg eisini hava
merkt vera generella upp-
fatanin hjá teimum leitandi
oljufeløgunum og eisini hjá
teimum, ið hava silgt ímill-
um pallarnarnar og Runa-
víkina, tó at útlendska
manningin á skipunum
hevur hildið náttarlívið í
Runavík vera nakað deyd-
ligt.
Náttarlívið, ella mangul-
in uppá sama, fer tó neyvan
at hava ávirkan á virk-
semið.
– Man kann ikki leggja
eina útgerðarhavn eftir hvar
diskotekini liggja, og so
langt er tað nú heldur ikki
at koyra til Havnar, sigur
Lassi Borðoy, sum ikki sær
hetta sum nakran trupul-
leika fyri hvørki Atlantic
Supply Base ella Runa-
víkina.
Vakstrartíð
Útgerðarskip fær vøru
umborð í Runavík
Mynd: Jan Müller
Atlantic Supply Base í
Runavík
Mynd: Jan Müller
C
M
Y
K
9
8