Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. november 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 229 - 27. november 2001 Nr. 229 - 27. november 2001 7 Heimasjúkrasystrarnar í Suðuroy hava nú fingið bil.Hesum hava tær stríðst fyri í næstan 20 ár.Síðani 1.no- vember hava tær brúkt einar 50.000 krónur til hýruvognar og mang- an hevur tað staðið hart á,viðganga tær SJÚKRARØKT Áki Bertholdsen At tað loysir seg at standa saman, og at standa fast, munnu heimasjúkrastrarnar í Suðuroynni nú ásannað. Seinnapartin fríggja- dagin fingu tær tveir bilar at hava til arbeiðsbrúk. Annar bilurin er til norðaru heldvt og hin bilurin er til syðru helvt. Bilarnir eru leigaðir sum ein fyribils loysn, til bilar- nir, sum ætlanin er at keypa, verða útvegaðir. Nú Almanna- og Heilsu- málastýrið hevur útvegað heimasjúkrasystrunum í Suðuroy bil, er gongd kom- ið á eitt mál, sum heima- sjúkrasystrarnar hava stríðst fyri í næstan 20 ár. Fyrr stóð tað í setanar- treytunum hjá heimasjúkra- sasystrunum, at tær skuldu sjálvar útvega bil til arbeiðsbrúk. Men eftir ein dóm í 1995 varð tann treyt- in strikað. Heimasúkrasystrarnar hava alla tíðina arbeitt fyri at fáa tænastubilar. Men eftir at hava roynt til fánýtis í fleiri ár, hóast tær enntá fóru í verkfall ta einu ferðina, høvdu tær í ár gjørt av at seta hart ímóti hørð- um. – Tað endaði við at Heimasjúkrasystrarnar fyrr í ár gav Almanna- og heilsumálastýrinum freist til 1. oktober at útvega teimum bilar, tí eftir hendan dag fóru tær ikki longur at brúka sínar egnu bilar. Seinni varð freistin longd til 1. november. Tá ið tað gjørdust greitt, at Almanna- og heilsu- málastýrið varð sinnað at søkja um 700.000 krónur til sjey bilar á eykajáttanarlóg fyri oktober, varð gjørt av at brúka teirra egnu bilar, til teir almennu bilarnir vórðu komnir. Heimasjúkra- systrarnar í teimum ymsu økjunum í landinum skuldu so fáa teir sjey bilarnar. Hildu fast Men hesa loysnina góðtóku heimasjúkrasystrarnar í Suðuroy ikki, og tær hildu fast um, at eftir 1. novemb- er høvdu tær ongan bil - og summar av teimum hava í veruleikanum ongan bil. Tær hildu, at Almanna- og Heilsumálastýrið hevði havt ríkiligt av tíð til at útvega teimum bilar og eykajáttanarlógin varð ikki so frægt sum løgd fyri Løgtingið enn og enn minni samtykt. Síðani 1. november hava tær tí gingið, ella brúkt Bygdaleiðir, har tað ber til, men í nógvum førum hava tær verið noyddar at leiga sær hýruvogn. Hetta hevur verið rætti- liga dýrt, tí vit hava fingið upplýst frá keldum, at tær hava brúkt 10-12.000 krón- ur um vikuna til hýru- vognar og hesa tíðina hava tær sostatt koyrt í hýru- vogni fyri einar 50.000 krónur. Samstundis tóktist stríðið ímillum heimasjúkrasystr- arnar í Suðuroy og leiðsl- una fyri heimarøktina í Havn alsamt at harðnað. Heimasjúkrasystrar, vit tosaðu við, siga, at siga, at ikki minst føldu tær seg rættiliga provokeraðar, tá ið leiðslan fyri heimarøktina í Havn sendu teimum tvær súkklur suður at hava til arbeiðsbrúk. Seinni fingu tær boð um, at tær skuldu ikki longur leiga hýruvogn, men av kvøldvaktirnar í norðaru helvt afturfyri kundu niður- leggjast. Hetta hildu tær verða ov mikið, tí tær hava sjúkling- ar, sum eisini krevja røkt um kvøldið. Samstundis setti leiðslan fyri heimarøktina sum treyt fyri at finna eina bráfeingis loysn á bilamálinum, til eykajáttanarlógin varð samtykt og bilar kundu keypast, at Sjúkrasystra- felagið skuldu binda seg til at haldda frið um bilamálið tað næsta árið. Men tað vildi sjúkra- systrafelagið ikki. Loysnaði brádliga Sostatt tóktist støðan at vera rættiliga fastlæst, men seinnapartin fríggjadagin loysnaði brádliga. Tá komu boð suður, at heimarøktin hevði leigað tveir bilar, ein bil syðru helvt og ein til norðaru helvt. Bilarnir vóru klárir longu sama kvøldið og teir skulu heimasjúkrasystrarnar hava til taks, til bilarnir, sum søkt er um í eykajáttanar- lógini fyri oktober, eru keyptir. – Hetta eru vit ómetaliga fegnar um, siga heima- sjúkrasystrarnar í Suðuroy. Tær eru eisini sera fegnar um, at gongd nú er komið á bilamálið so at heimarøktin kring alt landið eisini kann fáa tænastubilar. – Vit eru fegnar um, at tað loysti seg at standa fast, siga tær. Men tær ásanna eisini, at tað hevur mangan staðið nógv á og at tey onkuntíð hava havt hug at dragna, tí tað eru sjúk fólk, sum eru komin í klemmu. Men hvørja ferð hevur niðurstøðan kortini verið, at tær skulu halda á, og tað loystu seg. Tær sjey barnavernd- irnar í Suðuroy ætla ikki at sita hendur í favn og bíða til okkurt mál tekur seg upp. Hon tekur sjálv stig til at fyribyrgja og gevur nú øllum børnunum í oynni endurskin FYRIBYRGING Áki Bertholdsen Nú fáa øll børn í Suður- oynni endurskin. Tað eru barnaverndirnar í Suðuroy, sum í felag hava tikið stig til at útvega øllum børnum í Suðuroynni endurskin. Í Suðuroynni eru sjey kommunur og sostatt eisini sjey barnaverndir og tær hava nú gjørt eitt serligt endurskin, sum børnini fingu, tá ið tey komu í skúla í gjár. Tey, sum eiga yngri systkin, fáa eisini endur- skin heim við til tey, eins og syrgt verður fyri, at tey yngru, sum ikki eiga systkin í skúlanum, eisini fáa endurskinið. Barnaverndin er dánað sum ein fuglurin Birdie. Á aðrari síðuni er Suður- oyggin og á hinari síðuni stendur “her eri eg og mín Birdie”. Fyritøkan hjá Hera Hjelm í Vági hevur latið tiltakinum dyggan stuðul. Skulu vera virknar Annars hevur spurningurin um ferðslutrygd vanliga verið eitt mál, sum tey flestu halda hoyrir heima undir Ráðnum fyri Ferðslu- trygd. Men í hesum førunum hava so barnaverndirnar sjálvar tikið stig til at útvega øllum børnum í Suðuroynni endurskin. – Vit halda ikki, at tað er rætt, at barnaverndirnar bara skulu sita og bíða eftir at tær fáa ymisk mál til viðgerðar. Vit halda, at vit eiga at vera virknar og at seta tiltøk í verk fyri at fyribyrja, at nakað hendur børnum. Og júst tað at útvega børnunum endur- skin, halda vit, er ein máti, sigur Daniel Johan Lisberg, sum er formaður í barna- verndini í Sumba. Hann sigur, at tað verður altíð lagdur so stórur dentur á fyribyrging og hetta er so ein roynd at fyribyrgja, at børnini gerast offur í ferðsluóhappum. Hann heldur eisini, at hetta kann verða við til at geva børnum og fólki annars, eina aðra mynd av barnaverndunum, enn tann vanliga. – Nógv fólk hava eina negativa uppfatan av barna- verndini, tí tað er sum oftast okkurt keðiligt, tá ið barnaverndin kemur upp í eitt mál. – Barnaverndirnar verða oftani uppfataðar sum eitt skrímsl. Men sannleikin er, at barnaverndirnar eru til fyri at hjálpa og at stuðla, har tað er neyðugt. Barnaverndirnar í Suður- oy hava eisini gjørt ein faldara, har sagt verður frá, hør situr í teimum ymsu barnaverndunum í teimum sjey kommununum í Suð- uroynni og, hvørjar upp- gávurnar hjá barnavernd- unum eru. Stríð í næstan 20 ár hevur nú givið úrslit Heimasjúkrasystrarnar í Suðuroy eru óendaliga fegnar um, at tær nú hava vunnið stríðið um bilarnar. Seinnapartin fríggjadagin fingu tær loksins tænastubil so nú fáa tær aftur arbeitt sum vant. Her standa tær so við tí spildurnýggja Skoda bilinum, frá vinstru eru tær Bodil Finsson, Hanna Ryggshamar, Ása Mikkelsen og Siri Stenberg Her eri eg og mín Birdie Sjey ára gamli Hjørtur Petersen í Hvalba er farin í fyrsta flokk og sum tað sæst, er hann vælútgjørdur við teimum nýggju endurskinunum frá barnaverndunum í Suðuroynni Politikkurin hjá Tjóðveldisflokkinum er annað enn full- veldi, sigur floksfor- maðurin, Høgni Hoydal. Men hann ásannar, at flokkurin og samgongan sum heild hevur dugað ov illa at fáa tann boð- skapin út. Vit mugu koma burtur úr støðuni bara at tosa um sjálvstýri ella samband POLITIKKUR Edvard Joensen Fullveldisætlanin er bara ein partur av politikkinum hjá Tjóðveldisflokkinum. Men tann parturin hevur verið tann sjónskasti, ásannar Høgni Hoydal, sum boðar frá, at tjóðveldis- flokkurin fer at gera meira við mál sum vinnumál, al- mannamál, búskap og mentan fram móti løgtings- valinum. Tjóðveldisflokkurin arbeiðir við eini heilt nýggjari stevnuskrá, sigur Høgni Hoydal. Tað sita bólkar og arbeiða við ymsu málunum, og væntandi liggur úrslitið klárt nakað skjótt. Serliga eru tað mál sum tey oman fyri nevndu, sum dentur fer at verða lagdur á. Men eisini onnur sum eitt nú barna- og ungdóms- politikkur og eldrapoli- tikkur liggur frammalaga, sigur hann. – Við eldrapolitikk meina vit nakað meira, enn tað vit vanliga hoyra og síggja, at nú skulu pensionistarnir hava so og so nógv fyri at liva. Vit vilja gera nkað burtur úr yvirgongdini frá arbeiðsmarknaðinum til pensionisttilveruna, sigur Høgni Hoydal, og nevnir sum dømi tað í Føroyum so kenda málið um, hvussu nógv ein uppilagstur útróð- rarmaður kann egna fyri, uttan at verða royttur í skatti. Koma víðari Høgni Hoydal sigur, at tað ber ikki til bara at tosa um fullveldi ella samband. Tað er so øgiliga nógv annað, eitt samfelag hevur fyri neyðini, og tí fer Tjóð- veldisflokkurin at leggja seg eftir at fáa fram, sigur hann. Fullveldi er grundleggj- andi fyritreytin fyri at samfelagið kann virka, sigur hann, men tað eru vinnan, almannamálini og mentanin so sanniliga eisini. Tí mugu vit fáa allan boðskapin út, vísir tjóð- veldisformaðurin á. Og hann slær fast, at eingin samfelagsmenning liggur í nøkrum fremmandum pen- ingakassa. – Vit skulu fáa føroyskan politikk at snúgva seg um at skapa eitt veruligt føroyskt samfelag, sigur hann. Tjóðveldisflokkurin fer at leggja seg eftir at seta orð á sínar hugsjónir, sigur Høgni Hoydal. Flokkurin fer at koma við einum boði upp á eitt betri, føroyskt samfelag, sum er sjálvber- andi búskaparliga. Leyst av fremmandu pengastuðli. Eisini á Fólkatingi skal tann boðskapurin fáast fram, sigur hann. Framtíðar hugsjón Tjóðveldisflokkurin ætlar sær at seta dagskránna, sigur Høgni Hoydal. Hann vil hava kjakið at snúgva seg um famtíðar samfe- lagið. Samhaldsfesti við rættartrygd eins og ta komandi oljuvinnuna. Eisini má almenningurin fáa at vita og skilja, hvør samnahangurin millum fullveldið og samfelagið sum heild er, sigur hann. Høgni Hoydal vísir á, at tað ongantíð fyrr í Føroya søgu hava verið betri fyritreytir fyri at reka føroyska samfelagið, enn tað eru beint nú. Fyri fyrstu ferð nakrantíð er ein sjálvberandi før- oyskur búskapur veruleiki, sigur hann, og leggur afturat, at hansara marra er, at vit missa hendan bú- skapin á gólvið. – Koma vit nakrantíð aftur til, at blokkurin skal vera tað berandi, er alt farið fyri einki, og vit koma helst ongantíð upp undan aftur, sigur Høgni Hoydal. Vinnan skal ikki liva av studningi úr danska ríkis- kassanum, sigur hann og vísir á, at stuðulsupp- hæddrinar, føroyska vinnan fyrr hevur fingið, hava svarað sera gjølla til talið, komið er hendan veg sum blokkstuðul. Høgni Hoydal fegnast um, at eingin stuðul er í vinnuni í dag, hóast ikki færri enn trý uppksot hava verið fyri hetta seinasta valskeiðið um at lata stuðul til eitt nú skipasmíð og djúpvatnstrolararnar. Tað liggja fleiri mál eftir enn, sum ikki eru loyst. Eitt nú fleiri yvirtøkur, eins og fíggjarlógin ikki er liðug, sigur Høgni Hoydal. Hann vil hava hesi mál avgreidd, áðrenn hann er til reiðar at tosa um komandi løgtings- valið. – Men arbeitt verður alla tíðina fram móti valinum, og vit fara at koma við nýggju stevnuskránni nak- að skjótt, sigur Høgni Hoy- dal, formaður í Tjóðveldis- flokkinum. Annað enn fullveldi skal á skránna Politiska kjakið skal snúgva seg um annað enn fullveldi ella samband, sigur Høgni Hoydal C M Y K 7 6