fríggjadagur 23. oktober 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 203 - 23. oktober 2009
Annað árið á rað er
Fiskiveiðieftirlitið
við á FaroEXPO.
Tað var eitt ynski
frá fyrireikarunum
at fáa teir við, og
umboðini fyri
stovnin halda, at bæði
Fiskiveiðieftirlitið og
hinar fyritøkurnar
fáa nakað burtur úr,
at stovnurin er við á
ráðstevnuni
FAROEXPO
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Fiskiveiðieftirlitið var við á
FaroEXPO á øðrum sinni,
men sambært umboðunum
var tað ikki teir sjálvir, sum
tóku stig til hesa luttøkuna.
- Tað var soleiðis, at
fyrireikararnir settu seg í
samband við okkum, tí
fleiri av hinum luttakarunum
fegnir vildu koma í samband
við okkum á ráðstevnuni,
sigur Jóannes Heimustovu,
sum saman við Jens Mid-
jord umboðaði Fiskiveiði-
eftirlitið á FaroEXPO í ár.
Teir vóru ikki heilt greiðir
yvir, hvat ráðstevnan snúði
seg um, áðrenn teir komu á
hana fyrstu ferð.
- Men vit trívast við henni
nú, sigur Jóannes Heimu-
stovu.
- Her fáa vit at vita, hvat
rørist á marknaðinum. Her
fáa vit kontaktir og sam-
stundis er hetta kundarøkt
av teimum, sum vit sam-
skifta við til dagligt, sigur
Jens Midjord.
So Fiskiveiðieftirlitið fær
nakað burtur úr at verða við,
og hinir luttakararnir fáa
eisinmi nakað burtur úr, at
Fiskiveiðieftirlitið er við.
Tað eru – næstan sjálvandi
– fyri tað mesta fyritøkur,
sum hava við sjógvin at
gera, ið søkja samband við
Fiskiveiðieftirlitið á Faro-
EXPO.
- Tað eru veitarar av ymisk-
um slag til skip, fyri tað
mesta, sigur Jens Midjord.
Eitt nú høvdu teir fundir
við tær báðar íslendsku
fyritøkurnar, ið veittu olju
og annað til skip. Hetta er,
sum nevnt fleiri ferðir, fyrstu
ferð, at íslendskar fyritøkur
eru við á FaroEXPO.
Somuleiðis
eru
fleiri
danskar fyritøkur, ið eru
veitarar til skip, og tær
hevur
Fiskiveiðieftirlitið
eisini havt fundir við.
Gamla navnið betri
Men hóast navnið, so er tað
ikki
bert
eftirlit
við
fiskiskapinum hjá skipum
og bátum, ið stovnurin fæst
við.
- Nei. Og har er tað gamla
navnið nógv betri og meiri
dekkandi, nevniliga Vaktar-
og Bjargingartænastan, tí
tað er eisini ein stórur
partur av okkara virksemi,
sigur Jens Midjord.
Kortini er virkisøkið hjá
Fiskiveiðieftirlitinum
økt
nakað við navnaskiftinum,
og nú umfatar hetta eisini
eftirlit á landi í mun til fyrr,
tá tað bert var á sjónum.
- Vit hava fýra fólk, sum
ferðast kring landið á land-
ingarmiðstøðir og kanna
veiði, men eisini pappírir
hjá skipum og bátum, sigur
Jóannes Heimustovu.
Útgerðin umborð liggur
undir Skipaeftirlitinum.
- Hartil hava vit eina
eygleiðaraskipan, har vit
hava eygleiðarar umborð á
rækjubátum á Flemmish
Cap og líknandi, og har eru
tveir mans tengdir at tí,
sigur Jens Midjord.
Tilsamans 63 fólk starvast
á
Fiskiveiðieftirlitinum.
Nógv tann størsti parturin
er manningin á teimum
báðum skipunum, Brimli
og Tjaldrinum. Bæði skipini
hava
dupulta
manning,
Brimil tvær ferðir tólv og
Tjaldrið tvær ferðir ellivu
mans, 15 á skrivstovuni og
tveir eygleiðarar.
Nágreinilig hagtøl
Á skrivstovuni fer ein stórur
partur av tíðini við at
skráseta hagtøl yvir veiði
hjá ymisku skipunum og
bátunum.
- Allar dagbøkur hjá
skipunum verða skrásettar
á telduskipanini, og síðani
verður alt lagt út á okkara
heimasíðu. Har ber til at
síggja øll møgulig hagtøl,
sum hvussu nógvar iski-
dagar skip hava brúkt, og
hvussu nógvar dagar tey
eiga eftir, hvør veiðan hevur
verið og so framvegis, sigur
Jóannes Heimustovu.
Eitt annað, sum Fiski-
veiðieftirlitið eisini umsitur,
er keyp og søla av fiski-
døgum, og eisini hetta ber
til at síggja á heimasíðuni,
sum eitur www.fve.fo.
Altjóða
fíggjarkreppan
ávirkar í stóran mun arbeið-
ið á Fiskiveiðieftirlitinum.
- Færri skip eru úti, færri
dagbøkur verða at skráseta,
og harvið minni arbeiði.
Eisini merkir tað færri skip
hjá Brimli og Tjaldrinum at
kanna, men tað ger tað
samstundis longri at sigla
millum
skipini,
sigur
Jóannes Heimustovu.
Hetta arbeiði er tó vorðið
munandi
lættari,
nú
vaktarskipini kunnu síggja
á plottaranum, hvar hvørt
einstakt skip er statt.
Ein onnur uppgáva hjá
Fiskiveiðieftirlitinum
er
bjarging, men har hevur tí-
betur ikki verið nógv at gjørt
hjá stovninum í so máta.
- Nei, har hevur tíbetur
ikki verið nógv at gjørt. Nú
er tað heldur ikki vit, sum
stýra hesum, tað liggur und-
ir MRCC-skipanini. Kortini
verða vit beinanvegin drign-
ir inn, tá okkurt tílíkt er
áfatt, sigur Jens Midjord.
Fáa nakað burturúr
Teir báðir vita ikki at siga,
um
Fiskiveiðieftirlitið
verður við aftur komandi
ár, tað veldst um, hvørt
fyritøkur eru áhugaðar í at
tosa við teir.
- Men vit halda, at vit fáa
nógv burtur úr at vera við.
Eisini fáa vit sett andlit á
fólk, sum vit samskifta við
kanska dag og dagliga, men
ikki kenna upp á persón,
sigur Jens Midjord.
Hann nevnir dømi um, at
hann hevur tosað við ein
mann á Teymavirkinum í
áravís, og so knappliga
hittir hann manin andlit til
andlits á FaroEXPO.
Teir halda, at samanborið
við vørumessur er ein slík
ráðstevna ikki bert róligari,
men eisini meiri gevandi.
- Eg haldi, at eg fái nógv
meiri burtur úr einari slíkari
stevnu. Her eru avtalaðir
stuttir fundir, har tú tosar
beinleiðis partarnar millum,
og her fær tú fatur á teimum,
sum tú skal hava fatur á,
sigur Jóannes Heimustovu.
Fiskiveiðieftirlitið er fyri
stuttum flutt í nýggj hølir
yviri við Strond 3, har sum
Fróði hevði málingahandil.
Samstundis hava teir skift
postboks til 1238, siga teir
báðir Jóannes Heimustovu
og Jens Midjord.
Fyritøkur fegnar at vit eru við
Jóannes Heimustovu og Jens Midjord umboðaðu Fiskiveiðieftirlitið á FaroEXPO 2009-10-23
Mynd: Leo Poulsen
Einaræðisharri í fongsul
Ein dómstólur í Uruguay dømdi í gjár fyrrverandi eina-
ræðisharran Gregorio Álvarez 25´ara fongsul fyri morð og
brot á mannarættindini. Álvarez, sum nú er 83 ára gamal,
gav sambært dóminum boð um 37 morð, tá hann ráddi fyri
borgum í Uruguay frá 1981 til 1985. Fyri tveimum árum
síðani varð hann dømdur fyri at hava burturflutt og beint
fyri nøkrum mótstøðumonnum, sum vóru flýddir úr
Uruguay til Argentina, og hann hevur sitið í fongsli síðani.
Hernaðarstýrið hjá Álvarez var sera harðrent, og fleiri
túsund andstøðufólk hvurvu tey árini.
Montoya dømdur
Rætturin í Miami í USA dømdi í gjár kolombiska rúsevna-
barónin Diego Montoya 45 ára fongsul. Montoya, sum
eisini var kendur undir navninum „Don Diego", stóð á
odda fyri tí tiltikna Norte del Valle-rúsevnaharkaliðinum í
Kolombia í næstan 15 ár. Amerikonsku myndugleikarnir
halda, at eingin smuglaði so nógv kokain úr Kolombia til
USA sum Diego Montoya í árunum frá 1990 til 2004, tá
hann stóð á odda fyri Norte del Valle. Undir rættarvið-
gerðini kom fram, at sum ungur droymdi Montoya um at
gerast katólskur prestur.