Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. oktober 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 203 · 23 oktober 2009 10 VIKUSKIFTI Tónleikur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tað var eitt rættiliga stórt stig at taka, tá 36 ára gamla songkvinnan Katrina Petersen í vár fór í studio at taka upp sína fyrstu fløgu. Tí hóast hon hevur drúgvar royndir sum sangari, krevur tað ikki sørt av dirvi at geva út egnar tekstir og løg. Serliga tí tá vendst jú ikki aftur, sum Katrina staðfestir – Eg eri ikki tann, sum rópi »Hey, eg havi gjørt eitt lag – góðu kom og lurtið«. Eg havi heldur lyndi til at goyma míni løg og fara afturum aftur hundrað ferðir og kortini ikki vera heilt nøgd, sigur Katrina, sum er fullgreið yvir, at hennara náðileysi sjálvskritikkur hevur verið hennara størsta forðing higartil. So tann dagin, hon fór í studio, var tað við eini kenslu av, at nú mátti tað røkka ella støkka. – Vilt tú verða tikin seriøst sum sangari, mást eisini vísa, at tú torir at standa við tónleikin, sum tú gert. Tað vísi eg við hesi fløguni, sum eftir mín­ um tykki rakar mítt tónlistarliga út­ trykk sera væl, sigur Katrina. Tónlistarliga kann fløgan »Colour­ less Day« best lýsast sum singer/song­ writer og indie­popp við einum øðrvísi kanti. – Útrykkið, eg havi lagt meg eftir, er poppur klæddur í eitt bland av melan­ koli, desperatión og coolness, sum ger, at fløgan á ongan hátt er mainstream ella meturvøra, sigur Katrina. Myrka síðan Eisini í aðrar mátar mátti Katrina anda djúpt inn, áðrenn hon tók endaligu av gerðina um at geva út fløguna »Colourless Day«. Løgini eru nevniliga sera per sónlig og avdúka nokk eina síðu av Katrinu, sum onnur ikki kenna, við­ gongur hon. – Vanliga eri eg ein nokkso glaður persónur, men fløgan vísir eina myrkari og hugtyngri síðu av mær. Og onkurs­ vegna trúgvi eg, at tey flestu kenna hesar kenslurnar aftur, sigur hon. Innihaldssliga snúgva tekstirnir seg um trupla kærleikan, sum í løtum gerst nærum sjúkligur í mátanum, annar parturin mest sum júkar um at blíva elskaður. Onnur tema eru sorg, einsemi og manglandi dirvi til at rykkja allar falskar maskur av og liva lívið fult út. – Spurningurin um, hvat tað er, eg veruliga vil við mínum lívi, er eitt evni, eg ofta vendi aftur til. Og eg trúgvi eis­ ini, at tey flestu kenna handan ivan. Eg meini, vit renna jú øll runt og gera alt møguligt annað, meðan vit innast inni bara leingast mest eftir at sleppa at vísa, hvørji vit veruliga eru. At tú kanska ongantíð kemur hartil, er ein rættiliga óhugnaligur tanki, sigur Katrina. Hon leggur afturat, at um hon hevur nakran boðskap á fløguni, má tað vera, at tú skalt tora at standa við títt sanna 'eg' og gera títt sárbæri til tína styrki – Og kanska eisini minna á, hvussu týdningarmikið tað er, at vit deila okk­ ara upplivingar við hvønn annan, tí vit eru jú her í so øgiliga stutta tíð, sigur Katrina Rødd og røtur At røddin er hennara fremsta ljóðføri, framgongur týðiliga av «Colourless Day«. Katrina hevur eitt tamarhald á rødd ini, sum avdúkar, at hon á ongan hátt er nýgg í yrkinum sum sangari. Seinnu árini hevur hon eisni roynt seg sum solosangari innan flestu tón leika­ sjangrur, umframt at hon hevur holla útbúgving sum sangari frá Rytm iska Musikkonservatorinum í Keyp manna­ havn. – Styrkin við at hava útbúgving sum sangari er, at eg kann leggja mína rødd so nógv ymisk støð. Og ikki minst at eg veit, hvat eg kann og ikki kann brúka røddina til. Men fyrst og fremst haldi eg tað vera stuttligt at spæla við røddina, sigur Katrina, sum gleðir seg at fara á pall á útgávukonsertini í kvøld. At fløgan kemur út í Føroyum er ikki heilt av tilvild, hóast Katrina hevur búð alt sítt lív í Danmark. Seinastu trý árini hevur hon nevniliga búð í Føroyum, og føroysku røturnar lata seg ikki nokta. – Mamma mín er úr Bø, og øll barna­ árini elskaði eg at koma til Bíggjar at ferðast í summarfrítíðini. Sum einabarn og uppvaksin í Keypmannahavn var tað fantastiskt hjá mær at sleppa til Føroyar at spæla úti allan dagin saman við eini 20 øðrum børnum, so míni minnir úr Føroyum hava eitt heilt serligt pláss í mínum hjarta, sigur Katrina, sum eisini hevur notið sæla føroyska friðin, nú hon tók stigið at geva út sína fyrstu fløgu. Katrina gevur poppinum ein Kant - Umsíðir havi eg fUnnið inn til mítt heilt egna útrykk av poppi við Einum øðrVísi kAnti, so nú skUldi tað vera, sigUr kAtrinA PEtErsEn, sUm hevUr útgávUkonsert í kvøld, nú hennara fyrsta fløga er á gøtUni Í sambandi við útgávuna av fløguni »Colourless Day« hevur Katrina Petersen útgávukonsert í Sjónleikarhúsinum fríggjakvøldið 23. oktobur kl. 21.00. Bólkurin hjá Katrinu er mannaður av tónleikarum sum Leivi Thomsen (guitar), Bjarka Meitil (bass), Rógva Á Rógvu (trummum), Gunnar Guttesen (piano), Unn Paturson og Onnu Mariu Olsen (kór) og Kim Kristensen (keyboard) Tónleikastílurin á fløguni er ein blandingur av indie-poppi og singer-songwriter. Katrina hevur sjálv skrivað bæði tekst og tónleik til øll løgini. Fløgan er innspæld í ”Studie Bloch” við Jónas Bloch sum ljóðteknikara og Mikael Blak sum produsara. Gitte M. Joensen hevur gjørt fløguhúsan. Løg av fløguni eru at hoyra á: www.myspace.com/katrinasounds Fakta katrina petersen - Sangirnir avdúka nokk eina síðu av mær, sum onnur ikki kenna, viðgongur songkvinnan Katrina Petersen, sum júst hevur givið út sína fyrstu fløgu pressumynd mynd: jens Kristian vang